Tíðindi

Fipur til heimið

Fipur til heimið boðar í morgun frá, at avbjóðingar hava verið at fingið fatur á asfalti, men nú verður farið undir at asfaltera skurðirnar í vegnum. Fipur til heimið biður fólk um at halda teimum til góðar at hetta dróg út.

Tíðindi

Jól í Vestmanna 

Fram til Jóla eru fleiri tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til.   Ley. 18. nov. kl. 16.00 – 19.00  Jólamyndir í Vestmanna  Jólamyndatøka í Vestmanna. Bílegg pláss á ditte@veingir.com ella skriva beinleiðis til Jólamyndir í Vestmanna  Sun. 19. nov. kl. 14.00 Jólafest fyri børn í Missiónshúsinum Jólafest fyri børn verður í Missiónshúsinum.…

Tíðindi

Nýstovnað felag ætlar at gera ein mentanardepil í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. novembur 2023 at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var tann 3. novembur í ár. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot. Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein,…

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 23.11.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. novembur 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 231 Stuðulspolitikkur fyri Vestmanna kommunu J.nr.: 1002-3-2022   Mál 232 Reglugerð fyri flogfenaðhald J.nr.: 900002-1-2023   Mál 233 Val av umboð í Tilbúgvingarnevndina J.nr.: 22042-1-2020   Mál 234 Umsókn um marknaumskipan ímillum matr. nr.…

Tíðindi

Løggilding veitt til vatnveitingina

Vatnverkið í Vestmanna veitir vatn til á leið 1250 fólk. Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis…

Tíðindi

Jólatræið verður tendrað

Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 24. november kl. 17:00   Laila Haldansen, forkvinnan í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Steintóra Gleðisheygg Joensen heldur røðu. Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakórið framføra nøkur jólaløg.   Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið.   Tá ið haldið á…

Tíðindi

Eitt knasandi gott kvøld á Staðnum saman við 6. flokki

Mikukvøldið tann 8. november 2023 varð ein týðandi varði reistur í Ungdómshúsinum, tá bygdarráðið, leiðslan og starvsfólkini, fyri fyrstu ferð í søgu Staðsins, bjóðaðu næmingunum úr 6. flokki at gerast ein partur av Mentan sum klekingaramboð ætlanini.   Hetta tiltakið markeraði byrjanina á royndartíðarskeiðinum fram til ársskiftið, har vit leypandi fara at meta um, hvussu…

Tíðindi veks bumerki

Endurlýsing: Stjóri til VEKS

Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu. Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini. Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.   Vit ímynda okkum at…

Tíðindi

Fipur til heimið

Sum fólk helst hava varnast, standa nógvar keylur, har Fipur til heimið hevur fresað fyri. Brek er á asfaltfresaranum, og Fipur til heimið bíðar í løtuni eftir eykaluti til fresaran. Tí hevur ikki verið asfalterað í eina tíð, men vónandi kemur skjótt gongd á aftur asfalteringina. Fipur til heimið heitir á fólk um at halda…

Tíðindi

Skattalistin 2022

Skattalistin fyri árið 2022 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2023 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 26.10.2023

Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 26. oktobur 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð:     Mál 221 Eykajáttan til rentustuðul – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 222 Eykajáttan til tannklinikk – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022   Mál 223 Umraðfesting av játtan til Kirkjugarðar – 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022  …

Tíðindi

Burturbeining av oljufýrsskipan

Neyðugt er at seta seg í samband við IRF, ÁÐRENN oljufýrsskipanin verður tikin niður. Sambært nýggjari reglugerð fyri stuðul til niðurtøku og burturbeining av oljufýrsskipan, sum Umhvørvisráðið hevur lýst at galda frá 1. juli 2023, kunnu privatir borgarar, sum eiga sethús ella sethúsaeind, fáa stuðul til at taka niður og burturbeina oljufýrdar hitaskipanir. Les meira um…

Tíðindi

Mentanarvirðislønir landsins verða handaðar í Vestmanna í kvøld.

Almanna- og Mentamálaráðið skrivar soleiðis: Í kvøld 18. oktober 2023, handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023. Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðarvegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður kl. 19.00.   Tríggjar virðislønir verða handaðar: Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr.…

Tíðindi

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina

MEST fer nú undir at rudda økið við bedingina í Vestmanna, sum seinastu mongu árini hevur ligið stilt.   Ætlanin er at varðveita ein part av spælinum, sum Skipasmiðjan keypti brúkt beint eftir kríggið, og at seta spælhúsið í stand.   MEST upplýsir –  uttan at avdúka í smálutir – at nýumvælda spælhúsið skal verða…