Skrúvað verður fyri vatnveitingini til Heygalíð
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Heygalíð í dag, týsdag 14. november 2023, frá klokkan 13:00 og til arbeiðið er liðugt.
Vegna arbeiði, verður skrúva fyri vatnveitingini til Heygalíð í dag, týsdag 14. november 2023, frá klokkan 13:00 og til arbeiðið er liðugt.
Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.
Jólatræið í Vestmanna verður tendrað fríggjadagin 24. november kl. 17:00 Laila Haldansen, forkvinnan í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin og Steintóra Gleðisheygg Joensen heldur røðu. Hornorkestrið, Vestmanna Sangkór og Barnakórið framføra nøkur jólaløg. Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttan fyri Staðið. Tá ið haldið á…
Vatnverkið í Vestmanna veitir vatn til á leið 1250 fólk. Løggildingin inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í hesum sambandi hevur kommunan gjørt góðskuhandbók fyri vatnverkið og vatnveitingarskipanina. Endamálið við handbókini er at tryggja vatnveitingina og at tryggja eina góða drekkivatnsgóðsku. Í handbókini er lýsing av vatnverkinum og vatnleiðingini. Somuleiðis…
Í dag, 16. november 2023, verður føðingardagur á bókasavninum. Ì samband við at Emil fyllir 60 ár, verður upplestur á bókasavninum kl. 16:30 og 17:30. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 23. novembur 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 231 Stuðulspolitikkur fyri Vestmanna kommunu J.nr.: 1002-3-2022 Mál 232 Reglugerð fyri flogfenaðhald J.nr.: 900002-1-2023 Mál 233 Val av umboð í Tilbúgvingarnevndina J.nr.: 22042-1-2020 Mál 234 Umsókn um marknaumskipan ímillum matr. nr.…
Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. novembur 2023 at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var tann 3. novembur í ár. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot. Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein,…
Fram til Jóla eru fleiri tiltøk í Vestmanna, sum vit kunnu gleða okkum til. Ley. 18. nov. kl. 16.00 – 19.00 Jólamyndir í Vestmanna Jólamyndatøka í Vestmanna. Bílegg pláss á ditte@veingir.com ella skriva beinleiðis til Jólamyndir í Vestmanna Sun. 19. nov. kl. 14.00 Jólafest fyri børn í Missiónshúsinum Jólafest fyri børn verður í Missiónshúsinum.…
Fipur til heimið boðar í morgun frá, at avbjóðingar hava verið at fingið fatur á asfalti, men nú verður farið undir at asfaltera skurðirnar í vegnum. Fipur til heimið biður fólk um at halda teimum til góðar at hetta dróg út.
Í samband við at miðstaðarøkið verður asfalterað, verður heitt á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánamorgun 27. november.
Vatnleiðingsbrot er á veitingini omanfyri kirkjuna, og tí hevur meginparturin mitt í bygdini mist vatnið. Arbeitt verður við at umvæla brekið.
Onnur viðgerð av fíggjarætlanini 2024 varð á bygdarráðsfundi í gjár. Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum hóskvøldið 23. novembur 2023. Skattaprosentið fyri 2024 lækkar frá 21,25 til 21,15, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5000 til kr. 5.500. Stovnsgjaldið, har foreldrini bert rinda fyri eitt barn, er óbroytt. Øll fíggjarætlanin verður løgd út fyrst í desembur…
Vestmanna kommuna søkir eftir roknskaparleiðara at byrja 1. mars 2024. Talan er um eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv, har tú sum roknskaparleiðari kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við stovnar í kommununi og politiska myndugleikan. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a., at: gera fíggjarætlan, mánaðarroknskap og ársroknskap umsita dagliga bókhaldið, roknskapararbeiðið og fyrifallandi skrivstovuuppgávur gera tilfar…
Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válunum, í Kvívík og á Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir í morgin, týsdagin 5.des.
Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válunum, í Kvívík og á Stykkinum verða eftir ætlan heintaðir í morgin, mikudagin 6. desember (og ikki í dag, týsdag, sum áður er lýst). Vit vóna, at tolsemi verður víst arbeiðsfólki okkara hesa ársins tíð, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru ikki so góðar.
Vestmanna bygdarráð samtykti við aðru viðgerð á fundi 23. novembur 2023 fíggjarætlanina fyri 2024. Skattaprosentið er kvinkað eitt vet niður frá 21,25% til 21,15%, og barnafrádrátturin hækkar úr kr. 5.000 upp í kr. 5.500. Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari køkshjálp á Dagstovnaøkinum.…
Fipur til heimið boðar frá, at meðan arbeiðið við at leggja fipur til heimið í Vestmanna er í gongd, kemur tað fyri, at teir fresa vatn- og gøtuljós leiðingar av. Sum fólk helst hava varnast, eru nøkur brek (vatn og gøtuljós) sum teir arbeiða við at fáa í rætt lag í dag. Fipur til heimið…
Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 14. desembur 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 243 Eykajáttan til umsókn um loftslyftir til Grønanes til 2. viðgerð J.nr.: 8301042-1-2023 Mál 244 Endurskoðað fíggjarætlan fyri 2023 til 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2022 Mál 245 Áseting av almennu fundardøgunum fyri fyrra…
Fipur til heimið boðar frá, at brek er á elkaðalinum áleið frá Gerðisvegi 60 og út eftir. Arbeitt verður við at rætta brekið.
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt at gera hesar broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu: víðkan av sethúsaøki á matr. nr. 189b Matr. nr. 189b – galdandi…
Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, á Válinum, í Kvívík og á Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir mánadag, verða hesa vikuna heintaðir týsdag ístaðin.
Nú verður aftur møguligt hjá borgarum at brenna bál á nýggjárinum. Á fundi 28. septembur 2023 samtykti bygdarráðið, at kommunan ikki skipar fyri felagsbáli í ár, og tí verður aftur loyvt hjá borgarum at brenna bál á nýggjárinum. Tey, ið ætla at brenna nýggjársbál, skulu biðja um loyvi frá kommununi. At brenna bál er…
Vegna vatnleka er óstøðugt vatntrýst í Miðalsbrekku. Væntast kann, at skrúva verður fyri vatnveitingini so leingi arbeiði varðir.
Vestmanna bygdarráð hevur á fundi 24. november 2023 samtykt reglugerð fyri flogfenaðhald, har endamálið við reglugerðini er at tryggja, at flogfenaðhald ikki er til ampa fyri grannar og onnur. Umhvørvisstovan hevur tann 6. desembur 2023 góðkent reglugerðina. Reglugerðin verður sett í gildi tann 01. januar 2024, við heimild í §§ 26 og 32 í kunngerð…