Tíðindi veks bumerki

Leys størv í Heimatænastuni VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til: Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið. Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og…

Tíðindi veks bumerki

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,7 – at byrja skjótast til ber. ·         2 reingerðarfólk, brøk 0,5 pr. starv – at byrja skjótast til ber.   Avloysarastørv:…

Tíðindi veks bumerki

Leys størv á Grønanesi – freist 15. okt.

Leys størv í Heimatænastuni í VEKS Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Føst størv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8. ·         Heilsurøktari, brøk 0,7. ·         Heilsuhjálpari, brøk 0,7. Byrjanardagur skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Farloyvisstørv: ·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 frá 01.11.2021…

Tíðindi

Leygarkvøldið fara vit at vála – kom við!

Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll komandi leygarkvøld, 27. apríl, tá vit aftur fara at vála í Vestmanna.   Keyp atgongumerki her   Armbond kunnu fáast við at vísa QR-kotu/atgongumerki á kommunskrivstovuni yrkadagar ímillum kl. 9-15 og leygardagin 27. apríl frá kl. 18-20, tá tiltakið byrjar. Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað,…

Tíðindi

Leygarkvøldið á Vestmannadøgunum 2024

Leygardagurin er fult í gongd við fjølbroyttum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Nógv fólk hava leitað sær oman til gomlu bedingina í hesum fagra veðrinum. Frá klokkan 16:00 verður fiskikapping fyri børn og Staðið letur upp fyri teimum ungu. Í Vektarbúðini verður ein áhugaverd bókaframløga við Rigmor Restorff Dam um “Tær góvu lív” við tónum frá…

Tíðindi

Leygardagurin á Vestmannadøgunum

Leygardagurin byrjar við afturvendandi felags morgunmatinum í ítróttarhøllini, har m.a. ársins herðaklapp verður avdúkað. Aftaná er Bakkavegur karmur um Vestmannadagar. Nærri fráðgreiðingar eru í skránni niðast í skrivinum.   09:30 – HØLLIN   Felags morgunmatur við Ársins Herðaklapp 09:30 – 12:00 BÓKASAVNIÐ   Møguleiki er fyri at keypa bøkur fyri 1 kr stk. 10:30 SKÚLAVØLLURIN…

Tíðindi

Leygardagurin á Vestmannadøgum

Leygardagin 7. septembur byrja vit sum vanligt við morgunmati í høllini. Síðani verður ein heilur dagur við tiltøkum og aktivitetum fyri allar aldursbólkar. Aftaná grillaðan laks og felagssang enda vit kvøldið við einari ógloymandi konsertskrá á gomlu bedingini. Við tónleiki, undirhaldi og góðum mati.   9:30 HØLLIN Felags morgunmatur. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar…

Tíðindi

Skeið í lesi- og skriviapp

Vælkomin á lesi og skrivi app skeið 27.mars kl. 19:00 á bókasavninum í Vestmanna   Kennir tú føroysku appina VoisIt? Tað er ein framúr app, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa við hana og hon skrivar tað, ið tú sigur. Kennir tú forritið IntoWords? Tað…

Tíðindi

Lendi til velting og gróðurseting

Vestmanna Kommuna bjóðar hervið lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Tá søkt verður um brúksrætt til lendi, skal hetta gerast skrivliga við frágreiðing um, hvat ætlanin er at velta ella gróðurseta á lendinum. Áhugað skulu skrivliga søkja um brúksrætt antin við vanligum brævi ella við telduposti á vest-manna@vestmanna.fo.   Reglugerð fyri…

Tíðindi

Leki á vatnleiðing inni á Fitjum

Arbeitt verður uppá vatnleka inni á Fitjum. Vegna arbeiði verður skrúvað fyri vatninum frá Niðara Veg 35 til brúnna um Fossá. Hetta er galdandi frá fríggjadegnum 7. mars kl. 13:30 til arbeiðið er liðugt.

Tíðindi

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka úti á Deild. Vatnveitingin til partar av Gerðisveg kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.

Tíðindi

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka niðanfyri gomlu kommunuskrivstovuna. Vatnveitingin til Útibø kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.  

Tíðindi

Leitisvegur asfalteraður

Arbeiðið er farið í gongd at gera Leitisveg aftur.  Leitisvegur er illa farin og fór serliga illa síðsta summar, tá ið tung ferðsla koyrdi grót niðan í byrgingina. Í fyrstu syftu er ovasti partur av Leitisvegi, ið er í ringast standi, frá rulliportrinum og oman um bæði svingini, gjørdur aftur. Hetta er eitt strekki á…

Tíðindi

Leiðari til Vestmanna kvøldskúla

Vestmanna kommuna søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum leiðara til eitt áhugavert starv sum leiðari fyri Vestmanna kvøldskúla at byrja 1. juni 2025 ella skjótast til ber eftir hetta.   Um starvið Arbeiðið sum leiðari í Vestmanna kvøldskúla inniber at leggja til rættis eitt fjølbroytt tilboð um undirvísing, sum fatar um lærugreinar innan bæði almenna-…

Tíðindi

Leiðari til Ungdómshúsið Staðið

Vestmanna kommuna leitar í hesum døgum eftir agrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ. Bygdarráðið ynskir at raðfesta tilboðið til børn og ung í bygdini hægri. Umframt karmar til hugnaliga, spennandi og mennandi samveru í frítíðini, er ætlanin, at STAÐIÐ skal verða ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, ímillum børn frá 4. flokki og tey ungu.…

Tíðindi

Leiðari til Barnaverndartænastuna í VEKS

Vit leita eftir einum framsøknum liðskipara at leiða Barnaverndartænastuna í VEKS, sum megnar at fremja gott og jaligt samstarv, og við fakligum nærlagni kann mynda barnaverndarøkið. Afturfyri bjóða vit eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum, fakliga sterkum starvsfólkum, sum saman við tær hvønn dag gera mun og skapa úrslit. Endamál og uppgávur…

Tíðindi

Lastbilakoyring á Leitisvegi

Sev skal gera tappilúku í byrgingina í Heygadali. Arbeiðsvegur skal gerast í byrgingini. Í hesum sambandi skal grót koyrast til arbeiðsvegin. Koyrt verður við lastbilum eftir ovari vegi og Leitisvegi. Byrja verður mánamorgunin 1. mai. Koyrt verður gerandisdagar, frá kl. 8:00 til kl. 16:00, í umleið trýggjar vikur.

Tíðindi

Landsliðvenjing í Vestmanna avlýst

Hondbóltssamband Føroya hevur boðað kommununi frá, at manslandsliðið í hondbólti ikki kemur at venja í Vestmanna í dag kortini, vegna vánalig koyrilíkindi. Tað eru sikkurt nógv børn, ið hava glett seg, at heilsa upp á landsliðleikararnar í dag, so tí harmast vit um avlýsingina, men vit hava fingið lovað, at venjingar hjá A-landsliðnum verða lagdar…

Tíðindi

Læknaviðtalan í Vestmanna

Læknaviðtalan er stongd 27. og 28. desember. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til kommunulæknan í Norðskála á tlf.: 423006. Læknaviðtalan í Vestmanna er opin 29. og 30. desember, men er einans opin til bráðfeingis læknahjálp tá. Læknaviðtalan er opin aftur sum vant 3 januar.

Tíðindi

Læknaviðtalan í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 24. juli til og við 18. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hettar tíðarskeiðið.

Tíðindi

Læknaviðtalan í páskaferiuni.

3. og 4. apríl er læknaviðtalan stongd. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til læknaviðtaluna í Norðskála tlf 423006.   5. apríl er læknaviðtalan í Vestmanna opin aftur, tó einans fyri bráðfeingis læknahjálp. Opið er aftur sum vant 11. apríl 2023   Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum svarar eftir kl 16:00 yrkadagar og…

Tíðindi

KVONN – konsert á Bryggjuni 16. mai kl. 16.00

Í samband við Summatónar í ár fer bólkurin KVONN at hava konsert á Bryggjuni í Vestmanna sunnudagin 16. mai kl.16. Bólkurin Kvonn er mannaður við so matum tónleikarum sum: Angelika Nielsen (violin), Sharon Weiss (recorder), Ívar Bærentsen (mandolin, guitar), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass). Les meira um bólkin her: https://www.kristianblak.com/kvonn Atgongumerki á 50 kr.…