Tíðindi

Tjóðleikhúsið vælkomið til Vestmannar

Vestmanna kommuna bjóðar Mentamálaráðnum at byggja Tjóðleikhúsið í Vestmanna og hevur eitt øki á 10.000 fermetrar tókt Inni á Fjørð, sum bæði rúmar sjálvum bygninginum og góðum parkeringsmøguleikum í nærumhvørvinum.   Tjóðleikhúsið hevði ligið tætt við, har tunnilin fer at koma inn í bygdina, og hevði bygningurin tikið seg væl út í avbera vakra umhvørvinum…

Tíðindi

Akfør uttan nummarspjaldur

Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna Kommuna heitir hervið á eigararnar um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagi leygardagin 27. apríl 2024, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.

Tíðindi

Kom við til Válan í Vestmanna – atgongumerkjasølan er byrjað

Nú styttist, til vit øll fara at vála aftur. Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Konsertirnar byrja stundisliga og vara umleið 30-40 min. hvør.   Einans 200 atgongumerkir verða seld.   Skráin er hendan: 20:00    Døgg Nónsgjógv í kirkjuni 20:40 & 21:40 Jazzygold í Vektarbúðini 21:00 & 22:00    Sakaris Joensen á Staðnum 21:20…

Tíðindi

Niðari Vegur verður breiðkaður

Í komandi viku – vika 16 – verður farið undir at breiðka Niðara Veg frá kappróðrarneystinum og inneftir. Vegurin verður opin, ímeðan arbeitt verður, men kommunan heitir á bilførarar um í mest møguligan mun at brúka Ovara Veg fyri ikki at darva arbeiðinum óneyðugt.

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 17.04.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 17. apríl 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá:   Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 273 Ynski frá Dagstovnaøkinum um broyting av nøvnum/heitum J.nr.: 20052-1-2024   Mál 274 Umraðfesting av játtan til økið rundanum matr.nr. 187d J.nr.: 30102-1-2023   Mál 275 Umsókn um stuðul – Bátastevnan 2024 J.nr.: 2000002-9-2024…

Tíðindi

Vit kanna brandpostarnar í kvøld

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið kannar brandpostarnar aftaná klokkan 19:00 í kvøld. Vit skulu gera vart við, at vatntrýstið kann gerast óstøðugt og vatnið skitið meðan átakið er í gongd. Av tí at brandpostarnir verða skolaðir ígjøgnum, kann skón loysast úr rørunum, sum ger vatnið skitið. Um hetta skuldi hent fyri tykkum, læt vatnið renna, til…

Tíðindi

Væleydnaður gongutúrur í samband við tíma jarðarinnar

Leygarkvøldið 23. mars var tími jarðarinnar, og í tí sambandi skipaði Vestmanna kommuna fyri gongutúri niðan á Krosstúgvu – ferðaleiðari var Niels Th. Pedersen.   Fitt av fólki vóru møtt, og høvdu tey av sonnum tikið góða lagið við, hóast tað bæði var nógvur vindur og regn.   Komin niðan á Krosstúgvu løgdu gongufólkini seg…

Tíðindi

Fipur til heimið – takk fyri okkum

Nú tá vit eru um at vera liðug við okkara arbeiði í bygdini, vilja vit siga stóra takk fyri okkum. Vit vóna at vit ikki hava órógvað tann dagliga dagin ov nógv, og vóna, at tit fáa gleði av tí arbeiði, ið er gjørt síðan august 2023.   Vit hava einki annað enn stórt rós…

Tíðindi

VEKS: fysioterapeut til fast starv

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: 1 fysioterapeut til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.   Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað…

Tíðindi

Kommunuskrivstovan um páskirnar

Kommunuskrivstovan er stongd frá mánadegnum 25. mars. Opið verður aftur týsdagin 2. apríl kl. 9.00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna, so sum boð um jarðarferð, trupulleikar við vatnveitingini o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.   Hetta tíðarskeiðið hevur Skilagátt stongt almennar frídagar, umframt…

Tíðindi

List á Staðnum

Nú Staðið hevur kjølfest tónleika- og podvarpsverkstovurnar, er tíðin komin at leggja seinastu hond á “Mentan sum klekingaramboð” ætlanina, við at seta gongd á listaverkstovurnar. Ditte Mathilda Joensen kemur at bjóða verkstovur, har børn og ung frá 6. flokki og uppeftir fáa møguleikan at kanna og menna teirra egnu listaligu evnir. Hetta er eitt gylt høvi…

Tíðindi

Válan í Vestmanna

Nú er at seta sær dagin av. Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fýra ymisk støð leygarkvøldið 27. apríl 2024 leggja pall til fýra ymisk tónleikanøvn. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni. Eins og undanfarin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá. Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær…

Tíðindi

VEKS hevur farnu vikurnar havt 120 starvsfólk á skeiði í fyrstuhjálp!

Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.   Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.   Skeiðini eru liður í yvirskipaða…

Tíðindi

Gongutúrur á tíma jarðarinnar 23. mars

Gongutúrur niðan á Krosstúgvu. Leygardagin 23. mars kl. 20:30 er tími jarðarinnar. Í hesum sambandi skipar Vestmanna kommuna fyri einum gongutúrið niðan á Krosstúgvu við Niels T. Pedersen sum ferðaleiðara. Byrjað verður við maskinhøllina kl. 20:00. Á Krosstúgvu verður steðgað á og eygleitt, meðan ljósini verða sløkt kl. 20:30. Síðan verður gingið til Harusetrið har…

Tíðindi

Dennis Holm, landsstýrismaður á fundi

Í dag var Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum saman við embætisfólki, á fundi við Vestmanna bygdarráð. Til umrøðu var Vestmannatunnilin. Vestmanna bygdarráð vísti á, hví tað hevur skund at raðfesta tunnilin til Vestmanna. Tosað varð millum annað um skeivu gongdina í fólkasamansetingini, og avbjóðingarnar vinnulívið hevur við núverandi farleið. Eisini vísti bygdaráðið á,…

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 20.03.2024

Almennur bygdarráðsfundur verður mikudagin 20. mars 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnum hurðum:   Mál 266 Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 106a J.nr.: 104002-3-2024   Mál 267 Ferðsluviðurskifti í bygdini J.nr.: 513002-1-2024   Mál 268 Leigusáttmáli við MEST J.nr.: 803003-1-2023   Mál 269 Umsókn um stuðul til Økistónar J.nr.:…

Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12 Í viku 11 og 12 bera vit posar út til hvørt húski í limakommununum. Hesa ferð bera vit trý sløg av posum út: gráar, hvítar og reyðar posar. Gráa rullið er rullað inn í ein reyðan posa, so minst til at taka gráa rullið úr…

Tíðindi

Her manglar ein tunnil

Røða borgarstjórans til stórfundin um Vestmannatunnilin, sum bólkurin “Ja til Vestmannatunnil” skipaði fyri 11. mars 2024. ___ Gott kvøld øll somul og stóra tøkk tit, sum halda lív í tunnilskjakinum og hava skipað fyri hesum tiltaki. Hetta eru mínar persónligu hugleiðingar um, hví vit, sum búgva hesumegin Høgareyn, nú standa fyri tørni at fáa ein…