Tíðindi

Læknaviðtalan í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 24. juli til og við 18. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hettar tíðarskeiðið.

Tíðindi

Læknaviðtalan í páskaferiuni.

3. og 4. apríl er læknaviðtalan stongd. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp hesar dagar, kann ringjast til læknaviðtaluna í Norðskála tlf 423006.   5. apríl er læknaviðtalan í Vestmanna opin aftur, tó einans fyri bráðfeingis læknahjálp. Opið er aftur sum vant 11. apríl 2023   Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum svarar eftir kl 16:00 yrkadagar og…

Tíðindi

KVONN – konsert á Bryggjuni 16. mai kl. 16.00

Í samband við Summatónar í ár fer bólkurin KVONN at hava konsert á Bryggjuni í Vestmanna sunnudagin 16. mai kl.16. Bólkurin Kvonn er mannaður við so matum tónleikarum sum: Angelika Nielsen (violin), Sharon Weiss (recorder), Ívar Bærentsen (mandolin, guitar), Kristian Blak (piano), Mikael Blak (bass). Les meira um bólkin her: https://www.kristianblak.com/kvonn Atgongumerki á 50 kr.…

Tíðindi

Kvøldskúlin – Nøkur pláss eru enn

Enn eru nøkur pláss eftir á fleiri skeiðum: Vestmanna: Føroyskt fyri úlendingar – Sangkór – Seyming – Handarbeiði – Frálæra í Bridge – Buksir til føroysk klæði – Vestur til føroysk klæði – Glasarbeiði – Matskeið fyri 2 ættarlið – Vikuskiftisskeið í tekning – Føroyskt teknmál – Koyrikort til prutl Kvívík: Maskinbinding – Træsmíð –…

Tíðindi

Kvøldskúlin – Nøkur pláss eru enn

Nøkur pláss eru enn á nevndu skeiðum: Vestmanna 1. hjálp – Føroyskt fyri útlendingar – Føroyskt teknmál – Glaslist – Handarbeiði – Intervalvenjing Vestmanna – Matskeið fyri 2 ættarlið – Sangkór – Venjing og spæl – Vestmann Barnakór – Vikuskiftisskeið í tekning Kvívík Føroyskt teknmál – Træsmíð – Koyrikort til lítið prutl (30 km/t) –…

Tíðindi

Kvøldskúlin 2024/2025

Mikudagin 2. oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00.   Tilmeldingin fer…

Tíðindi

Kvøldskúlin 2023/2024

Hósdagin 5.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini. Tilmeldingin fer fram á eini leinkju, sum verður løgd á heimasíðu okkara, áðrenn tilmeldingin letur upp. Tilmeldingin endar týsdagin 10. oktober, kl. 12:00.

Tíðindi

Kvøldskúlin 2022/2023

Hósdagin 6.oktober, kl. 15:00, letur tilmeldingin upp, til kvøldskúlan – Tað er ikki  møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl 15.00 Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini.   Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 22/23.     Tilmeldingin…

Tíðindi

Kvøldskúlaskráin

Tilmeldingin byrjar hósdagin 7. okt. 2021 kl. 15:00 og endar 12. okt. 2021 kl. 12:00 Upplýsningar tit verða biðin um: 1. Tit skulu velja eitt skeið 2. Navn og eftirnavn 3. Búðstaður 4. Teldupostur 5. Fartelefon Tað ber ikki til at melda til fleiri skeið samstundis. So um tit vilja tekna tykkum til fleiri skeið,…

Tíðindi

Kvinnulandsliðið í Basel

Rannvá Olsen og Lív Sveinbjørnsdóttir, sum báðar eru á kvinnulandsliðnum, byrjaðu sína hondbóltsleið í VÍF.   Í dag heilsaði borgarstjórin uppá Rannvá Olsen, sum júst er komin heim aftur úr Basel. Lív Sveinbjørnsdóttir, sum dagliga spælir við E H Aalborg, kemur heim til jólar, og fær somuleiðis handað eina kurv við blómum og góðgæti við…

Tíðindi

Kunningarfundur um skúlabygging

Vestmanna kommuna ger nú stóra íløgu í børnini og framtíðina. Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning. Elsti partur av Vestmanna skúla er frá 1950, og næstelsti…

Tíðindi

Kunning um heimaval

Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 770 100 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.

Tíðindi

Kunning til borgarar, sum byggja ella umvæla hús

Skalt tú byggja ella umvæla hús? Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentar tænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verða ein partur av gerandisdegnum hjá tær og húskinum í mong ár frameftir. Tískil er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti, um tú fert at…

Tíðindi

Kunngerð um kommunuvalið í Vestmanna kommunu

  Atkvøðugreiðslan Atkvøðugreiðslan í Vestmanna Kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður í ítróttarhøllini. Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøða Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 9. november 2020. Tey, ið…

Tíðindi

Kunngerð um broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna kommunu

Broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu liggja frammi til alment eftirlit. Broytingarnar liggja frammi á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 13. februar til 6. mars 2023 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 27. mars 2023. Kunngerð og broytingar síggjast her.…

Tíðindi

Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar

Fundurin verður í Sýsluni, Bakkavegur 20, 15. mai kl. 16.00. Evnið á fundinum er útskifting av bátabrúgvum. Bátahylurin skal dýpast í summar. Um mánaðarskiftið mai/juni 2024 verður farið undir arbeiðið, og tá skulu allir bátar úr bátahylinum. Gomlu brúgvarnar skulu beinast burtur og uttasta brúgvin loysast, áðrenn sandbátur kann byrja at dýpa.   Vestmanna Havn…

Tíðindi

Kreativ tímalønt starvsfólk til tilboðið fyri 4.-6. flokk

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum starvsfólki at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum úr 4.-6. flokki. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum at royna…

Tíðindi

Koronukanningar í Vestmanna hesa vikuna.

Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: týskvøldið 30. november. fríggjakvøldið 3. desember. Bílegg kanning á korona.fo.   517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna. Fríggjakvøldið 26. november vóru 248 fólk kannað í Vestmanna. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi…

Tíðindi

Koronukanningar í Vestmanna

Nú verða koronukanningar gjørdar í Miðhøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna). Endiliga er avtala komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna kunnu kanna sínar borgarar fyri koronu í Vestmanna skúla. Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta…

Tíðindi

Koronukanningar 7. og 10. desember í Miðhøllini.

Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 7. desember 2021. fríggjakvøldið 10. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan   Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og…