Spara uppá vatnið
Heitt verður á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av, at nógv vatn er nýtt í samband við grindina. Hetta hevur við sær at brunnarnir eru næstan tómir.
Heitt verður á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av, at nógv vatn er nýtt í samband við grindina. Hetta hevur við sær at brunnarnir eru næstan tómir.
Vestmanna Kommuna hevur fingið tillutað heimapartar frá grindini í gjár. Klárt er at skera heimapartarnar upp. Vestmanna Kommuna hevur tíverri ikki manning til at skera upp, so tey, sum ynskja heimapart, eru vælkomin oman á kaiina at skera upp sum skjótast, tí heitt er í veðrinum, og tí kann bruni koma í grindina. Áhugað kunnu…
Í dag, mikudag 14. juni, kl. 10:00, fara øll børnini úr Vestmanna Skúla til postarenning. Postarnir verða ymsa staðni í bygdini, og tískil vilja vit biðja fólk um at vera serliga árvakin og ansin í ferðsluni í dag.
Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Sókt verður eftir: Heilsurøktarum Heilsuhjálparum Starvsbrøkur eftir avtalu – byrjanardagur eftir nærri avtalu. Somuleiðis verður sókt eftir summarfrítíðar avloysarum at byrja skjótast tilber. Tú ert vælkomin at ringja til okkum hesum viðvíkjandi. Førleikar / krøv Til størvini…
Skrúvað verður fyri vatninum á Fjalsvegi í morgun frá kl. 10 og so leingi arbeitt verður. Eisini kann roknast við, at vatnið í innara parti av bygdini kann gerast óregluligt.
Fríða Jóinsdóttir Joensen er sett í starvið sum mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu. Fríða, sum er búsitandi á Eiði, er 39 ára gomul og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Umframt at hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, er hon forkvinna í Trivnaðarnevndini í Eiðis kommunu, og ein av fyriskiparunum av Heystfagnaðinum á Eiði. Í…
Nú summarið er byrjað, heita vit á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki. Tað er umráðandi fyri trygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur. Trøini skulu klippast heilt inn til mark móti almennum vegi. Um…
Skalt tú byggja ella umvæla hús? Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentar tænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verða ein partur av gerandisdegnum hjá tær og húskinum í mong ár frameftir. Tískil er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti, um tú fert at…
Hesi grundstykkir á Grótbrúgv verða hervið lýst til sølu: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s Grótbrúgv 12, matr. nr 326h Grótbrúgv 14, matr. nr. 326i Grótbrúgv 17, matr. nr. 326q Grótbrúgv 19, matr. nr. 326p Prísurin fyri grundstykkini er hesin: Grótbrúgv 2, matr. nr. 326s: 239.440 kr + tinglýsing: 3.394 kr Grótbrúgv 12, matr. nr…
Á almennum fundi tann 1. juni 2023 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022 einmælt samtyktur. Vestmanna Kommuna brúkti væl minni, enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2022. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 6,1 og 1,8 mió.kr. minni enn ætlað, og er kommunan sostatt 7,9 mió.kr. niðan fyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur. …
Allir húsarhaldsposar, ið vanliga verða heintaðir mánadag, verða heintaðir týsdagin 30. mai. Sí kunning á heimasíðuni hjá IRF her.
Almennur bygdarráðsfundur verður hósdagin 1. juni 2023, kl. 17.00, á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 187 Ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2022. J.nr. 32002-2-2023 Mál 188 Útbygging av kirkjugarðinum á Knúgvum. J.nr.: 431002-2-2023 Mál 189 Reglugerð fyri flogfenaðhald. J.nr.: 900002-1-2023 Mál 190 Umvæling av neystum niðanfyri John’sa…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 26. juni…
Tabletop Føroyar fer í næstum at skipa fyri borðspælshugna í Vestmanna, í tíðarskeiðnum 31. mai – 6. september. Hvørja líkaviku verður ókeypis borðspælstiltak, har til ber at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Um klassisk borðspøl ikki hava tín áhuga, so eru eisini onnur borðleikaspøl at finna, sum t.d. Magic the Gathering…
Leygardagin 20. mai 2023 frá kl. 12:00 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir. Vestmanna kommuna ynskir øllum eina góða Bátastevnu.
Søkt verður eftir einum arbeiðsfólki til fríðkanartoymið hjá Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.: fríðkan av gøtum og ørðum kommunalum økjum gróðurseting og sláing av almennum økjum annað fyrifallandi Umsøkjarin kemur partvís at arbeiða sjálvstøðugt og skal tí duga at leggja sín egna arbeiðsdag til rættis. …
Janus úr Dímun og Fróði Skúvadal – sum so hugagóðir settu eplir niður í góðveðrinum í gjárkvøldi – fegnast um møguleikan, at kunna leiga jarðarstykki frá kommununi. “Hetta er eitt frálíkt hugskot” – Fróði Skúvadal Vestmanna Kommuna bjóðaði í apríl 2022 lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Øll, sum tá…
Vestmanna Sangkór skipar fyri várkonsert í Vestmanna Kirkju. sunnudagin 14. mai 2023 kl. 18. Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum. Vestmanna kommuna stuðlar konsertini Vestmanna Sangkór skrivar soleiðis: Nú Vestmanna Sangkór er um at vera klárt til at fara eina konsertferð til Tallinn í Estlandi á…
Vestmanna Sløkkilið boðar frá, at brandvenjing við tyrluni verður á kaiøkinum í kvøld um 18:00-20:00 tíðina. Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður kaiøkið stongt, og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu.
Brim skipa fyri stuðulskonsert 6. mai í samband við konsertferð til Onglands. Vestmanna Kommuna stuðlar tiltakinum. Brim skriva soleiðis: Meet the puffins!! fer aftur til Liverpool at framføra á International Beatleweek 2023. Í fjør fingu vit tann heiður at gerast fyrsti føroyski bólkurin, sum spældi á hesum ótrúliga festivali, og fyriskipararnir vóru sera væl…
Vestmanna fer nú veruliga undir at skipa mentanarøkið og ferðavinnuøkið. Tí leita vit eftir einum skikkaðum og ídnum fólki, ið kann lyfta uppgávuni. Talan er um eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv, sum mennarin sjálvur verður við til at skapa. Starvið er tíðaravmarkað til tvey ár við møguleika fyri leingjan av starvssáttmálanum. Vit síggja fyri…
Vestmanna kommuna hevur gjørt kanning um ferðavinnu- og menningarúrslit fyri kommununa. Kanningin leggur grund undir arbeiði við at menna kommununa enn meira. Ein uttanhýsis verkætlanarleiðari, Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, hevur staðið fyri arbeiðinum saman við umsitingini. STÓRUR DENTUR HEVUR VERIÐ LAGDUR Á BORGARANS YNSKI 199 fólk hava svarað einum spurnarblaði. Harumframt vóru 6 vestmenningar í fokusbólki,…
Eva Gunnarsdóttir Joensen og Tony í Lon skipa fyri Hekliskeið á Bókasavninum hósdagin 4. mai kl 17:00 – 19:00. Tit læra at hekla ymiskt, so sum: rondellur, vaskiposar ella fruktposar, o.s.fr. – Alt, ið er burðardygt. Á skeiðnum lærir tú at hekla hesar serligu maskurnar umframt allar hinar vanligu: Reliefstangmaskur Mynstur við V maskum…
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum starvsfólki at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum úr 4.-6. flokki. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum at royna…