Tíðindi

Miðstaðarøkið

Í næstum verður ætlandi byrjað upp á skipan av miðstaðarøkinum. Byrjað verður á fiskastykkinum oman fyri Bakkaveg – ímillum Skálaveg og Gjógvará. Á fiskastykkinum skal gerast parkeringspláss, samstundis sum roynt verður at varðveita part av økinum sum fiskastykki. Gerast skulu 2 parkeringsgeirar – ein fram við Bakkavegi og ein fram við Skálavegi – við ávikavist…

Tíðindi

Miðstaðarøkið verður asfalterað

Parkeringsøkið á Bakkavegi frá Staðnum út til kaibrekkuna niðanfyri Sýslumanshúsini verður asfalterað í næstum. Sum fyrireiking er arbeiðstakari byrjaður at seta upp vegbrunnar við ristum fram við garðinum niðanfyri økið og at leggja rør til frárenningarnar frá brunnunum. Arbeiðið kemur at ávirka parkeringina. Heitt verður á fólk um at vera ansin og ikki parkera ov…

Tíðindi

Minesto við nýggjari verkætlan

Vestmanna hevur altíð verið ein vøgga fyri grøna nýskapan – eitt stað har hugflog, íverksetan og náttúra hava gingið hond í hond. Seinastu trý árini hevur svenska fyritøkan, Minesto, sum hevur staðsett sítt føroyska virksemi í Vestmanna, roynt seg við sjóvarfalsorku í sundinum við sonevndum sjóvarfalsdrekum. Nú er Minesto farið undir nýggju verkætlanina, The Faroe…

Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu

Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni leygardagin 1. november klokkan 15.00 við Lis Samuelsen, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.

Tíðindi

Minnisbonkur settur upp í Vestmanna

Sermerktur bonkur settur upp á Reyða Torginum í Vestmanna. Á bonkinum stendur skrivað: Visti tú, at altsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar!   Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Ætlanin við bonkinum er, at hann skal leggja…

Tíðindi

Minnisplátur við minnisvarðan

Í summar verða minnisplátur settar upp við minnisvarðan um teir vestmenningar, ið hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum. Nøvnini á teimum verða ritaði í grót, og verða tað grótplátur á fóti, ið fara at standa á økinum.  Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á…

Tíðindi

Minst til at biðja um bálloyvi til nýggjársbálið

Nú verður aftur møguligt hjá borgarum at brenna bál á nýggjárinum. Á fundi 28. septembur 2023 samtykti bygdarráðið, at kommunan ikki skipar fyri felagsbáli í ár, og tí verður aftur loyvt hjá borgarum at brenna bál á nýggjárinum.   Tey, ið ætla at brenna nýggjársbál, skulu biðja um loyvi frá kommununi. At brenna bál er…

Tíðindi

Minst til at biðja um bálloyvi til nýggjársbálið

At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða.   Tey, ið ætla at brenna nýggjársbál, skulu biðja um loyvi frá kommununi. Sambært grein 12, stk. 3, í kunngerð nr. 147, frá 19. oktobur 1995 um burturkast kann loyvi til at brenna…

Tíðindi

Minst til at skráseta oljutangan

Tað eru framvegis fleiri oljutangar í húsum í Vestmanna, sum ikki eru skrásettir. Tað hevur týdning, at tangarnir skrásetast, tí fyrsta januar 2026 blivu fleiri kanska ólógligir. Kunngerðin um oljutangar (2018) kravdi, at tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir, hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skuldu takast úr nýtslu í húsum,…

Tíðindi

Móðir Jørð í Silkienni – Summartónar 2023

Móðir Jørð: Lív í Baianstovu (sang, gittar), Johan Petur Andreasen (harmoniku), Agnar Lamhauge (bass), Jonleif Jensen (trummur) Singersongwriter grundað í fólkatónleiki við útsetingum í ymsum tónleikastílum. Virkin síðan 80’ini í Føroyum og Svøríki, á palli nú við elitu tónleikarum – við stakløgum sum Flag, Kaffi Latte, Eydna og úr fløgunum Atlantic Light og Tá ið Onki Myrkir Fyri.…

Tíðindi

Morten verður nýggjur leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna

Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna. Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina. Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla.…

Tíðindi

Móttøka fyri U21

AVLÝST! Triðj besta U21 landslið í hondbólti eiga Føroyar, og millum landsliðsspælararnar eru nakrir teirra vaksnir upp í gulum og bláum. Vestmanna og Kvívíkar kommuna skipar saman við VÍF fyri móttøku fyri landsliðsspælarunum. Óla Jákup, Sasha, Tróndur og Eyðbjørn. Okkara fýra HM-bronsuvinnarar verða fagnaðir í Miðhøllini klokkan 18.30 mikukvøldið. Kom og heilsa uppá! Vestmanna kommuna,…

Tíðindi

Móttøkan prýdd við listaverki hjá Silju Strøm

Vestmanna kommuna heitti í fjør á Silju Strøm um at listprýða móttøkuna í húsinum hjá umsitingini. Silja var beinaveg sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss. Um listaverkið sigur Silja: Málningurin eg havi málað, bjóðar áskoðarunum inn í…

Tíðindi

Myndir frá hósdegnum á Vestmannadøgunum

Ein fantastisk byrjan til Vestmannadagar 2024, hóast Kvívíkar kommuna fór avstað við tepra fótbóltssigrinum, við einum máli – eftir eina spennandi brotssparkskapping. Ein serlig tøkk til Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, sum var ein sera vælupplagdur og stuttligur dómari – hóast onkrar dømingar vóru løgnar…

Tíðindi

Myndir frá Válan í Vestmanna 2024

Fýra ymisk støð vóru pallar til fýra ymisk tónleikanøvn. Døgg Nónsgjógv, Jazzygold, Sakarias Joensen og Tinganest. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð.   Myndir frá Ditte Mathildu Joensen síggjast her

Tíðindi

Myndir og flaggdagsrøðan hjá Janus úr Dímun

Nógv fólk vóru samankomin á Reyða torginum á flaggdegnum. VÍF skipaði fyri skrúðgongu, Vestmanna Hornorkestur spældi, Janus úr Dímun flutti fram røðu, vit sungu felagssang og runnu flaggdagsrenning. Stóra takk fyri ein hugnaligan dag øll somul, bæði øll tit, sum skipaðu fyri og tit, sum vóru gestir. Ditte Mathilda Joensen tók myndir av løtuni. Myndafrásøgnin…

Tíðindi

Nærvarpið í Vestmanna

Eftir fleiri áheitanir fer Nærvarpið at endursenda sendingina, sum bleiv send gamlaárskvøld. Gott tilfar er funnið fram úr savninum. Talan er um áhugaverdar søgur úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir. Millum annað við Heðin Winther Olsen, sála, Jógvan Durhuus, Inger Klein og onnur. Sent verður á FM 101.0 og rásin hoyrist bara í Vestmanna…

Tíðindi

Nærvarpið sendir gamlaársdag

Gamlaársdag er at tendra fyri útvarpstólinum og seta á FM 101.0, tí tá fer lokala útvarpsrásin í bygdini, Nærvarpið, at senda. Funnið er fram gott tilfar úr savninum við áhugaverdum søgum úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir, m.a. við Heðin Winther Olsen, sála, Inger Klein, Bjarka Skúvadal og onnur. Sent verður á FM 101.0…

Tíðindi

Náttin er ung í Vestmanna 21. apríl

Í annaðkvød verða nógv ung at síggja í Vestmanna. Tiltakið sum SSP- bólkurin í VEKS skipar fyri, er bæði rúsdrekka- og rúsevnisfrítt. Eitt tiltak har tey ungu hava møguleika at hugna sær og savna góð minni saman. Á skránni er hugni, livetónleikur, spurnakapping o.a.   Tiltakið er eitt tilboð til næmingar í 7. og 8.…