Tíðindi

Ókeypis lampur á Skilagátt

Allar ljóskeldur í ítróttahøllini eru nú skiftar til LED.   Tey gomlu armaturini eru tó í góðum standi, og eru borgarar í Vestmanna vælkomnir at fáa sær burturav. Armaturini eru á Skilagátt. Upplatingartíðirnar eru frá kl. 16:00 – 18:00 vanligar gerandisdagar og leygardagar frá kl. 14:00 – 17:00. (komandi bátastevnuleygardag er Skilagátt stongt).    

Tíðindi

Ókeypis svimjing fyri kvinnur 60+

Mentanarnevndin hevur samtykt, at Sarita Funn kann nýta svimjihylin ókeypis til at skipa fyri svimjing fyri kvinnur 60 +.   Soleiðis sigur Sarita um átakið: Allir kvinnuligir vestmenningar 60+ eru vælkomnir at svimja saman við henni í skúlanum: mánadagar og mikudagar klokkan 16:00 – 17:30. Um tú ynskir at melda teg til felagsskapin, kanst tú…

Tíðindi

Okkara 9. flokkur vann

Vestmanna skúli skrivar í morgun, at tað var stuttligt í morgunsangi, tá 4 fremmandafólk komu inn við konfettibumbum, júst sum 9. flokkur var liðugur at skipa fyri morgunsangi. 9. flokkur hevði nevniliga vunnið filmskappingina “Tryggari Internet”, sum SSP skipar fyri saman Við Nema og Føroya Tele. Saman um netið skriva soleiðis: Vinnarin av Tryggari internet…

Tíðindi

Okkara raski ungdómur

Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 10 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi. Okkara ungu hava millum annað arbeitt saman við grøna toyminum og fríðkað um ymisk økir í bygdini, onkur hevur…

Tíðindi

Økt ferðsla leygardagin 3. mai

Í sambandi við, at kórstevnan 2025 er í Vestmanna um vikuskiftið, verður boðað frá, at roknast kann við øktari ferðslu. Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri kórstevnuni í ár. 17 kór úr øllum landinum luttaka, umframt eitt íslendsk manskór úr Vestmannaeygum. Konsertin við teimum ymsu kórunum og felagskórinum verður í ítróttahøllini leygardagin klokkan 16.00,…

Tíðindi

Ólógligt at senda neyðrakettir sum fýrverk

Á nýggjárinum er vanligt at síggja neyðrakettir blíva skotnar upp. Men Vestmanna Sløkkilið minnir á, at neyðrakettir eru ein vandamikil møguligur eldásetari.   Tað er ólógligt at senda neyðrakettir til stuttleika. Tær eru einans ætlaðar at brúka í neyðstøðum.   Um neyðrakettir/-bluss o.l. skal beinast burtur, kann hetta latast inn á Skilagátt.   Skilagátt

Tíðindi

Orkuskipanir

Vestmanna Kommuna er farin undir at umleggja orkuskipanirnar í bygningum hjá kommununi. Heilsumiðstøðin fekk jarðhitaskipan, tá hon varð bygd fyri nøkrum árum síðani, og í samband við uppíbygging í kommunuskrivstovuna, varð orkuskipanin broytt til jarðhitaskipan. Í heilsumiðstøðini var einki at samanlíkna við, men tá nú orkiskipanin í kommunuskrivstovuni fyrr í ár varð broytt frá oljufýrdari…

Tíðindi

ORKUTING: Dávid Reinert Hansen – frágreiðing um pumpu-verkætlan

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Dávid Reinert Hansen frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Ein lýsing av Pumped Storage. Hvussu langt er SEV komið við ætlanini, og hvussu stórt øki fer ein slík…

Tíðindi

ORKUTING: Hákun Djurhuus, stjóri í SEV – hvussu nógv vatnorka er heystað úr Vestmanna?

Tryst á pílin fyri at hoyra framløguna hjá Hákun Djurhuus frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Hákun Djurhuus, stjóri í SEV svaraði nøkrum spurningum, ið áhugabólkurin Orkuting hevði sett honum. Hvørjar treytir vóru galdandi, tá SEV byrjaði fyrstu útbyggingarnar, og undir hvørjum fyritreytum yvirtók SEV lendini? Hvønn týdning hevur henda ovurhonds stóra orka…

Tíðindi

ORKUTING: Panelorðaskifti

Tryst á pílin fyri at hoyra panelorðaskiftið frá Orkutinginum sum varð 21. juni 2022.   Hesi mannaðu panelið: Torfinn Oppheim, leiðari í LVK. Jóhan í Niðristovu, Sp/f Vindrøkt. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni. Dávid Reinert Hansen, verkætlanarleiðari fyri Pumped Storage, SEV. Pauli T. Petersen, borgarstjóri, Vestmanna Kommuna.   Hoyr…

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst

Óstøðugt vatntrýst er í ovara parti av Miðalsbrekku og uppi í Vestri. Arbeitt verður við pumpuskipanini í løtuni. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur.

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst

Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst í ytsta parti av bygdini

Aftur í dag verður arbeitt uppá vatnveitingina og verður tískil óstøðugt vatntrýst í niðasta parti av Hornavegi og ytsta parti av bygdini. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.

Tíðindi

Ov gamlir oljutangar kunnu verða ólógligir

Minst til at kanna og skráseta tín oljutanga, tí frá fyrsta januar 2026 gerast fleiri ólógligir. Higartil hevur kunngerðin um oljutangar (2018) kravt, tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu verða tiknir úr nýtslu í húsum, sum eru bygd fram til og við 1980.…