Kunning um heimaval
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 770 100 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.
Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á tlf. 770 100 í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 11. novembur 2024.
Fólkatingsval er útskrivað og skal haldast týsdagin 24. mars. Atkvøðugreiðslan fer fram í ítróttarhøllini. Opið er frá 9:00-20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við týsdagin 23. mars 2026, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá hesum, á…
Skalt tú byggja ella umvæla hús? Ætlar tú at byggja ella umvæla hús, eru fleiri hentar tænastur hjá IRF, sum tú mást hava í huga. Fleiri av tænastunum hjá IRF verða ein partur av gerandisdegnum hjá tær og húskinum í mong ár frameftir. Tískil er týdningarmikið at hugsa um hesi viðurskifti, um tú fert at…
Atkvøðugreiðslan Atkvøðugreiðslan í Vestmanna Kommunu á kommunuvalinum týsdagin 10. november 2020 verður í ítróttarhøllini. Atkvøtt verður frá kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøða Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 9. november 2020. Tey, ið…
Broytingar í byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu liggja frammi til alment eftirlit. Broytingarnar liggja frammi á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 13. februar til 6. mars 2023 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 27. mars 2023. Kunngerð og broytingar síggjast her.…
Fundurin verður í Sýsluni, Bakkavegur 20, 15. mai kl. 16.00. Evnið á fundinum er útskifting av bátabrúgvum. Bátahylurin skal dýpast í summar. Um mánaðarskiftið mai/juni 2024 verður farið undir arbeiðið, og tá skulu allir bátar úr bátahylinum. Gomlu brúgvarnar skulu beinast burtur og uttasta brúgvin loysast, áðrenn sandbátur kann byrja at dýpa. Vestmanna Havn…
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum starvsfólki at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum úr 4.-6. flokki. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum at royna…
Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Mihøllini: týskvøldið 30. november. fríggjakvøldið 3. desember. Bílegg kanning á korona.fo. 517 koronukanningar gjørdar í Vestmanna. Fríggjakvøldið 26. november vóru 248 fólk kannað í Vestmanna. Vegna serliga umstøður kom kanningarútgerðin ov seint frá Sjúkrahúsverkinum, og koronutoymið kundi ikki fara til verka til ásettu tíð. Hetta elvdi…
Nú verða koronukanningar gjørdar í Miðhøllini (Hallarvegur 16, 350 Vestmanna). Endiliga er avtala komin upp á pláss við Sjúkrahúsverkið um, at Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna kunnu kanna sínar borgarar fyri koronu í Vestmanna skúla. Kommunurnar fegnast um, at hetta nú kann lata seg gera og vóna, at borgarnir í bygdunum fara at nýta hetta…
Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 7. desember 2021. fríggjakvøldið 10. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og…
Vit kanna aftur kl. 17:00 – 19:00 í Miðhøllini: týskvøldið 14. desember 2021. fríggjakvøldið 17. desember 2021. Bílegg kanning á korona.fo. Tíðir verða lagdar út fýra dagar frammanundan. Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru. Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn…
Árligi kórfestivalurin verður í Vestmanna í ár. Hann verður 2. og 3. mai í ítróttahøllini. Kór úr øllum landinum vera við, har tey fara at syngja hvør sær og eisini í einum felags kóri. Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri og Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum. – Vit eru sera fegin um, at hava fingið…
Frá 1. august 2020 kunnu øll, sum hava fylt 65 ár og onnur í ávísum vandabólkum, verða koppsett ókeypis ímóti pneumokokkbakteriuni, sum kann elva til hættisligan lungnabruna. Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Tilboðið um ókeypis koppseting verður veitt øllum persónum, sum hava fylt 65 ár; persónum, yngri enn 65 ár, sum eru í serligum…
Jólakonsertin við Jasmin, sum skuldi verða í Krambúðini í kvøld, er tíverri avlýst vegna veður. Avlýst Nær: Fríggjakvøld 16. desember, kl. 20:30 Hvar: Krambúðin í Vestmanna
Konsert verður við bólkinum URÐ í Vestmanna fríggjakvøldið. URÐ er ein nýstovnaður bólkur við teimum trimum, Jógvani Joensen, Tróndi Bogasyni og Andreas Tykjær Restorf. URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir inn í ein nyskapandi og nútíðarligan ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein…
Við síni kendu rødd og framúr gittarspæli bjóðar Stanley Samuelsen til eina konsert, har vit veruliga kunnu njóta ein av tungvektarunum í føroyskum tónleiki. Konsertin við Stanley verður í Vektarbúðini týsdagin 18. november kl. 20.00. Stanley hevur spælt tónleik alt sítt lív og hóast hann er byrjaður at eldast, er raktur av Alzheimers og minnið…
Spennandi ungdómskonsert verður á Staðnum hóskvøldið við trimum av spírunum, ið vóru við í sjónvarpssendingini, Hoydalar. Ein er okkara egni Bjarki Virgarsson og hini eru Anna Lovisa Mýri og Filip á Smið. Tey fara at syngja nøkur av løgunum, sum tey framførdu í Hoydølum. Eisini fer 12 ára gamli Liam Dávason at syngja sínar heimasmíðaðu…
Kom og uppliv country kongin og country drotningina. Hóskvøldið 11. desember kl. 20.00, trína Hallur Joensen og Kristina Bærendsen á pall í Silkienni, saman við Beddi og Paula. Tú kanst gleða teg til eitt kvøld við rungandi og lívligum tónum til balladur og rørandi løg. Tað verður ein countrybuffet, krydda við jólaløgum. Atgongumerki kunnu keypast…
Eitt gentukór við 35 sangarum í aldrinum 13 til 20 ár, fara at syngja í Vestmanna kirkju hóskvøldið 2. juli. Kórið, ið er úr Haderslev, er eitt sera virkið kór, ið er á palli 15-20 ferðir um árið í samband við konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk, bæði í heimlandinum og uttanlands. Afturat regluligu kórvenjingunum hvørja…
Kommunuval verður týsdagin 10. november 2020. Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin. Atkvøðast kann á Kommunuskrivstovuni yrkadagar millum kl. 9:00 og 15:00. Liggur ikki fyri at koma á Kommunuskrivstovuna, verður tú biðin um at…
Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2024 var úti, var ein listi komin inn. Valnevndarforkvinnan hevur kannað og góðkent listan. Á listanum eru 11 valevni. Tey uppstillaðu eru: Anja Haldansen, námsfrøðingur Janus úr Dímun, handverkari Sára Jógvansdóttir, journalist Karl A. Olsen, vararektari Símun Jákup Højsted, stjóri Pauli Magnussen, ljóðteknikari Jens Ivan…
Vallistarnir til kommunuvalið 10. november 2020 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini frá 07.10.2020 til og við 19.10.2020. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal vera send kommununi í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin. Vestmanna 2. oktober 2020 Vestmanna…
Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2020 var úti í dag kl. 18.00 var ein listi komin inn. Á listanum eru 9 valevni, 5 kvinnur og 4 menn. Listi A Vestmanna-listin Pauli Trond Petersen, borgarstjóri Ingi Olsen, virkisleiðari Eyðun Hansen, bygdarráðslimur John Zachariassen, kt-fólk Anja Haldansen, námsfrøðingur Bjørg á Rógvu, vinnurekandi Laila…
Vestmanna kommuna sóknast eftir einum visionerum kommunustjóra, ið vil vera við at føra kommununa enn longur fram á leið. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá bygdarráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. Kommunustjórin er starvsfólkaleiðari hjá áleið 80 fólkum. Vestmanna kommuna hevur ein greiðan og vælskipaðan…