Asfaltering Heygagøta
Hósdagin 22. juni verður asfalterað í Heygagøtu. Í hesum sambandi verður niðari partur stongdur frá kl. 8.30 til uml. kl. 15.00.
Hósdagin 22. juni verður asfalterað í Heygagøtu. Í hesum sambandi verður niðari partur stongdur frá kl. 8.30 til uml. kl. 15.00.
Umhvørvisstovan fer nú í holt við eina rottu-kampanju. Umhvørvisstovan hevur gjørt nakrar filmar, sum gera vart við ymiskt viðvíkjandi rottu – fráboðanarskyldu, týdningin av at ansa serliga væl eftir flutningi til rottufrí øki og annað. Filmarnir eru nokkso skemtiliga gjørdir, og fara allarhelst at fáa nógvar hyggjarar! Filmarnar verða eisini vístir á sosialum miðlum og…
Kunningarskriv frá Heimatænastuni í VEKS: Nú Koronasmittan aftur er staðfest í landinum, er alneyðugt, at hvørt einstakt starvsfólk, og hvør einstakur borgari, eru sera tilvitað um atferð, reinføri og fjarstøðu. Í fyrstu atløgu gera vit tí fylgjandi inntriv, í eini roynd at fyribyrgja, at smittan rakar okkara eldru borgarar og starvsfólk: Tað verður ikki møguligt hjá…
Fyri at tryggja, at øll børn koma og fara frá barnagarði trygt og væl, hevur kommunan uppmerkt við grønum ein teig á áleið 60 metrar á niðaru síðu móti Gjáarlon. Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá ið tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin.…
Heitt verður á borgarar um ikki at koyra óneyðugt í bygdini í kvøld tann 16. desembur 2022. Bilar standa fastir og hettar ger tað torført at grava.
Kom við umborð verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein…
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir tímaløntum starvsfólkum at gerast partur av toyminum á Staðnum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkar fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Arbeiðstíðir og førleikakrøv Vit leita eftir starvsfólkið við sjóneykuni á teimum ungu frá 6. flokk og eldri. Tað…
Fyribils er eingin lækni í viðtaluni í Vestmanna. Hava tit læknaørindi kunnu tit ringja til viðtaluna í Kollafirði á nummar 302420. Ein avloysari er aftur í viðtaluni í Vestmanna frá viku 17-19 t.e. frá 20. apríl til 10. mai. Avloysarin er úr Danmark og eitur Johannes Korsgaard Jespersen. Enn er óvist hvat hendir í døgunum…
Søkt verður eftir føstum avloysarum til dagstovnaøkið at møta til arbeiðis, tá ið tørvur er á tí. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á: trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur at vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja: at tú ert 18 ár ella eldri at…
Bilurin, sum saltar vegirnar í bygdini tá kavi og frost legst, hevur tekniskar trupulleikar í løtuni. Arbeitt verður við at loysa trupulleikarnar, men fyribils er bilurin ikki fult førur í dag ella í morgin. Tað hevur við sær, at einans høvuðsvegurin í bygdini verður saltaður. Tí verður heitt á bilførarar í Vestmanna um at vísa…
Mikudagin 13. juli frá kl. 12 til 16 verður Bakkavegur stongdur frá ytstu kaibrekkuni og úteftir.
Í sambandi viđ arbeiđiđ at skifta stýringarnar á vatnverkinum, eru bakteriur stađfestar í drekkivatninum. Mælt verđur tí borgarunum til at kóka drekkivatniđ. Lýst verđur, tá iđ vatniđ er reint aftur. Orsøkin, til at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, er, at hesa og komandi viku verður eitt stórt arbeiðið gjørt á vatnverkið. PLC-stýringarnar verða skiftar hesa…
Bakteriur eru ávístar í drekkivatninum. Heitt verður tí á íbúgvarnar um at kóka vatnið. Vatnveitingarskipanin verður klorað seinnapartin í dag, 19. juni 2020. Boðað verður frá, tá vatnið er reint aftur.
Í dag var Bamsurenning í Vestmanna. Børnini runnu og stuttleikaðu sær saman við eini sera væl upplagdari Bamsu, sum bæði dansaði, reiggjaði og hugnaði sær saman við vælnøgdu og fittu børnunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna. Bamsurenning varpar ljós á at øll børn eru vinnarar og øll fingu heiðursmerki. Betri vinir – Fri for Mobberi…
Í morgin, hósdagin 7. september kl. 10:00 – 11:00, skipar dagstovnaøkið fyri bamsurenning. Børnini renna á Grótbrúgv, ovara vegi. Vit vilja biðja fólk um at vera serliga árvakin og ansin í ferðsluni meðan bamsurenningin er.
Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at halda fyrilestur um kring landið. ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd, ið arbeiðir…
Í tveimum umførum hevur kommunan bjóðað økið við Bedingina út til alment vinnuvirksemi, men tíverri vísti ongin økinum áhuga. Orsakað av manglandi almenna áhuganum fyri økinum gjørdi bygdarráðið av at skapa lív í økið, og eru 500 t.kr. settar av á fíggjarætlanini fyri 2025 til ger av einum bátadrátti á gomlu Bedingini. Bátadrátturin…
Nógv fólk savnaðust í morgun til felags morgunmatin í høllini, tá ið ársins herðaklapp eisini varð avdúkað. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri segði soleiðis: Hvørt ár heiðrar Vestmanna Bygdarráð einum borgara ella felagsskapi, sum á einhvønn hátt hevur skarða framúr og gjørt okkurt munagott fyri Vestmanna bygd. Hesaferð vóru fimm í uppskoti at fáa…
Tað munnu vera nógv í Vestmanna, sum hava minnir um bedingsboyuna, og sum børn hava stuttleikað sær á henni. Eftir at hava verið i útlegd aðrastaðni í bygdini í nógv ár, er bedingsboyan nú aftur á bedingini. Bedingsboyan var til at binda í aftara endan á skipum, sum vóru á beding. Hildið verður, at boyan…
Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia hevur bindiskeið í bókasavninum 20. mars 2023 kl. 20:00 Vit fara at binda ymsar strukturar og holmynstur. At hava við: ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og…
Týskvøldið 25. februar kl. 19 kemur Sára Mrdalo at hava bindiskeið á bókasavninum. Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% frá Navia handlunum. Ein kaffimuður verður eisini at fáa. At hava við : ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks…
Hóskvøldið 19. mars kl. 19 er bindiskeið við Sáru Mrdalo frá Navia. Skeiðið er í Miðhøllini Vit fara at binda ymisk struktur- og holumynstur. At hava við : ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við Ein kaffimuður verður at fáa í steðginum. Øll…
Orsaka av at bingjan til húsarhaldsposar enn er full, verður ikki tikið ímóti húsarhaldsposum í dag, hósdag 13. juni, sum ætla. Bingjan til húsarhaldsposar bleiv ikki tømd í dag sum ætla, tískil verður enn ikki tikið ímóti húsarhaldsposum. Skilagátt tekur tó ímóti øllum øðrum burturkasti. Til ber at lata húsarhaldsposar aftur til Skilagátt í…
Orsaka av at bingjan til húsarhaldsposar er full, verður ikki tikið ímóti húsarhaldsposum í dag, mikudag 12. juni. Skilagátt tekur tó ímóti øllum øðrum burturkasti. Til ber at lata húsarhaldsposar aftur til Skilagátt í morgin, hósdagin 13. juni. Skilagátt er opið hesar tíðir: mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00. leygardag frá kl. 14.00…