Tíðindi

Verkstovurnar fara í sving aftur

Frá í dag 1. mars 2024 fer ungdómshúsið at seta gongd á verkstovurnar aftur. Vit eru sera fegin um, at tey ungu hava tikið so væl ímóti okkara nýggju verkstovuskipan, sum miðar eftir at fevna um øll áhugað – roynd sum óroynd.   Við skúlaársbyrjan 2023 settu vit av álvara gongd á virkishúsætlanina, og vit…

Tíðindi

Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna!

Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran.  Í minsta lagi 6 sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni – framvið vegum, áarbakkum, í bønum – ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru…

Tíðindi

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Í morgin byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla. Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru nøkur børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru tí óroynd í nógvu ferðsluni um morgnarnar og kunnu vera gáloysin. Vestmanna kommuna vil…

Tíðindi

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Mira og Gilli eru sera spent, tí skjótt byrja tey í 1. flokki Ansið væl eftir teimum í ferðsluni – og øllum hinum, sum eisini fara í skúla fyri fyrstu ferð   Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla…

Tíðindi

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Tann 16. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 780 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.   Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um…

Tíðindi

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur   Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.  …

Tíðindi

VEKS: Vilt tú hava ávirkan á eldraøkið?

Stýrið fyri heimatænastuna í Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur, VEKS, hevur gjørt av at veljast skal eitt eldraráð í økinum. Eldraráðið verður stovnað við hesum endamáli. Eldraráðið er ráðgevi hjá VEKS og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og VEKS. Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur…

Tíðindi

VEKS liðvenjing byrjar aftur í Heiminum á Grønanesi

Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið. Venjing verður mánadagin 2.…

Tíðindi veks bumerki

VEKS hevur valt Eldraráð!

Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin fór fram á skrivstovuni hjá VEKS í gjár. Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur.   Í Vestmanna kommunu kom ein listi…

Tíðindi

VEKS hevur farnu vikurnar havt 120 starvsfólk á skeiði í fyrstuhjálp!

Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum.   Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár.   Skeiðini eru liður í yvirskipaða…

Tíðindi

VEKS: fysioterapeut til fast starv

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: 1 fysioterapeut til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.   Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað…

Tíðindi

VEKS flutt í nýggj høli

VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini. Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna. Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan…

Tíðindi

VEKS fær nú intraskipan!

Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin. Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS. Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur…

Tíðindi veks bumerki

VEKS fær nú eitt Eldraráð

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS. Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár.   Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024 Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5,…

Tíðindi

VEKS bjóðar liðvenjing í Heiminum á Grønanesi

Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið.   SKRÁ Strekkja út/hita…

Tíðindi

VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum

VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum, og í morgun var móttøka fyri teimum nýsettu. Stýrið fyri VEKS samtykti farna summar at broyta virkisætlanina fyri VEKS, har størri dentur skuldi leggjast á at lyfta fakligu styrkina, leiðsluna, og tað fyribyrgjandi arbeiðið, alt fyri at fáa eitt betri eldratilboð til borgaran. Hettar arbeiðið er væl á veg,…

Tíðindi

VEKS 10 ár – almenn kvøldseta á Grønanesi

Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár.   Skrá: 20.00   Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05    VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15   Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30   Felagssangur. 20.45   Magni Mohr, professari. Framløga um…

Tíðindi

Vegna veður er broyting í skránni í dag

Avlýsing sunnudagin 11. septembur 2022 kl 14:00   Gongutúrur Niðan gjøgnum Fossá og Bjarnadal og haðani niðan á Loysingafjall er avlýstur vegna veður.   Vitja VÍF Kappróður í dag VÍF Kappróður skipar fyri tiltøkunum í Neystinum í dag frá kl 16:00 – 18:00. Innkomni peningurin fer til eitt nýtt fimm-mannafar.   Vestmannadagar 2022  

Tíðindi

Veðrið tarnar kavaruddingina í morgun

Maskinurnar hava grivið út í eitt seinastu dagarnar, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt í morgun. Bilar, sum eru farnir út at koyra í morgun, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn…

Tíðindi

Vatnveitingin

Í næstum verða rørini og UV-rørskipanin á vatnreinsiverkinum skift út. Hetta kann koma at ávirka vatnveitingina, sum av og á kann gerast óreglulig. Arbeiðið væntast at vara uml. 4 vikur, tvs. til uml. hálvan mars.