Óstøðugt vatntrýst
Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.
Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.
Vegna arbeiði við ein leka, er óstøðugt vatntrýst á Bakkavegi 30-46 í dag, týsdag 25. november frá kl. 10:30 til arbeiðið er liðugt.
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í Heygalíð frá týsmorgunin 24. oktobur 2023 frá kl. 8:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Vegna vatnleka er óstøðugt vatntrýst í Miðalsbrekku. Væntast kann, at skrúva verður fyri vatnveitingini so leingi arbeiði varðir.
Vegna arbeiði, er óstøðugt vatntrýst í Miðalsbrekku í dag. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.
Vegna brek, er óstøðugt vatntrýst í ovari parti av Miðalsbrekku. Arbeitt verður við trupulleikanum.
Vegna arbeiði, verður óstøðugt vatntrýst í parti av Niðara Vegi. Vatnveitingin kann væntast at verða støðug aftur á middegi.
Vegna arbeiði uppá vatnveiting verður óstøðugt vatntrýst í niðasta parti av Hornavegi og ytsta parti av bygdini. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.
Aftur í dag verður arbeitt uppá vatnveitingina og verður tískil óstøðugt vatntrýst í niðasta parti av Hornavegi og ytsta parti av bygdini. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi arbeiðið verið liðugt.
Minst til at kanna og skráseta tín oljutanga, tí frá fyrsta januar 2026 gerast fleiri ólógligir. Higartil hevur kunngerðin um oljutangar (2018) kravt, tangar við ókendum framleiðsluári ella tangar, sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, skulu verða tiknir úr nýtslu í húsum, sum eru bygd fram til og við 1980.…
Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur mánadagin 16. desembur frá kl. 08:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.
Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur mikudagin 2. apríl frá kl. 09:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.
Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur í morgin, týsdag 19. august, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.
Kommunan er farin í holt við at gera parkeringsbásar til stór akfør á kaiini. Fyri at fáa betur skipaði viðurskifti á havnarøkinum, hevur Vinnu- og havnarnevndin valt at parkeringsbásar skulu gerast. Á hendan hátt hava vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør, og tað slepst undan óskynsamari parkering. Parkeringsbásarnir vera á…
Nú nýtist tú hvørki at hugsa um bíðirøðir ella upplatingartíðir, nú er pakkaboks eisini sett upp í Vestmanna. Pakkaboksin stendur á Magn støðini, sum er opin hvønn dag. Vestmanna kommuna vil fegin takka Súsonnu Danielsen og Anju Eydnudóttir, eigarar av Magnstøðini í Vestmanna, fyri sýnda samfelagssinn. Vestmanna kommuna ynskir tænastuni hjartaligari vælkomnari, hettar verður…
Festivaltjøld verða sett upp á parkeringsøkinum á Bakkavegi, í samband við Vestmannadagarnar, í morgin, hósmorgun 4. september. Heitt verður tí á bileigarar, um ikki at hava bilin standandi á parkeringsbásunum millum Kommunuskrivstovuna og Staðið frá klokkan 8 í morginárini.
Í samband við at miðstaðarøkið verður gjørt klárt til asfaltering, verður planerað nú og í vikuskiftinum. Heitt verður tí á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánadagin.
Í samband við at miðstaðarøkið verður asfalterað, verður heitt á fólk um at flyta bilarnar av økinum og ikki at parkera har. Byrjað verður at asfalterað mánamorgun 27. november.
Í samband við at miðstaðarøkið verður uppmerkt, verður heitt á fólk um at flyta bilarnar av økinum og at parkera aðrastaðni. Arbeiðið byrjar í morgin árini tann 14. mai.
Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður Bakkavegur stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Sýslumanshúsini frá fríggjadegnum kl. 12 til mánamorgunin.
Í samband við tiltak á vestmannadøgunum verður partur av Bakkavegi stongdur fyri allari ferðslu frá Torginum út til Kommunuskrivstovuna frá leygardadegnum 9. septembur 2023 kl. 12:00 til midnátt.
Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld. Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn…
Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…
Týsdagin 29. mars 2022 fara vit at gera ymiskt páskaligt á bókasavninum. Opið er frá kl. 16 – 19. Børn og vaksin Øll eru hjartaliga vælkomin.