Tíðindi

Jólatræshaldið á Reyða Torginum 29. november 2024

Fríggjadagin 29. november verður jólatræið tendrað á Reyða Torginum. Aftur í ár fara vit at hugna okkum við m.a. føgrum tónum frá skúlahornorkestrinum og barnakórinum. Mentanarforkvinnan Laila Haldansen bjóðar øllum vælkomin og við hjálp frá børnunum, tendrar hon jólatræið. Røðarin hesaferð verður okkara dugnaligi varðaskúlastjóri, Elin Maria Olsen. Skráin fyri dagin: Kl. 16:45 Skúlahornorkestrið spælir,…

Tíðindi

Áheitan í samband við parkering av akførum

Vestmanna Kommuna hevur fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga tá kavi er. Tað er serliga á Niðara vegi – á Mørkini – og á Ovara Vegi við vegamótið til Fjalsveg, at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa fram við parkeraðum bilum.  …

Tíðindi

Fíggjarætlanin fyri 2025 samtykt

Góðu vestmenningar Vestmanna bygdarráð samtykti við aðru viðgerð á fundi týsdagin 26. novembur fíggjarætlanina fyri 2025. Skattaprosentið lækkar við 0,25% stigum, frá 21,15% til  20,90%, og barnafrádrátturin hækkar við kr. 1.000,  frá kr. 5.500 til kr. 6.500. Foreldragjaldið fyri dagstovnatilboðið – har foreldrini bert rinda fyri eitt barn – er óbroytt, somuleiðis millummálaskipanin við egnari…

Tíðindi

Fiskastykkið

Laðiarbeiðið á Fiskastykkinum er umsíðir  liðugt  –  eisini økið har ein partur av Fiskastykkinum er endurskapt. Á fíggjarætlanini fyri 2025, eru kr. 150.000 settar av, so økið við Fyskastykkið kann gerast liðugt og skipast samsvarandi uppskotinum frá EYA Arkitektum frá apríl í 2020. Bygdaráðið fegnast um laðiarbeiðið, sum er so sera væl úr hondum greitt.…

Tíðindi

Kirkjugarðurin á Knúgvum

Útbyggingin av kirkjugarðinum á Knúgvum hevur drigið út, tí ongin arbeiðstakari hevur verið til verkætlanina.   Í novembur 2023  fekk kommunan tilboð uppá víðkanina av kirkjugarðinum áljóðandi 10,3 mill.kr., men kostnaðurin var mettur at verða alt ov høgur, tí valdi bygdarráðið ikki at taka av tilboðnum. Í januar 2024 fekk kommunan nýtt tilboð áljóðandi  7,2…

Tíðindi

Ungdómshúsið Staðið víðkar um tilboðið

Ungdómshúsið Staðið víðkar um tilboðið: Opið allar gerandisdagar   Í longri tíð hava vit arbeitt við at økja um tilboðið á Staðnum. Fyrst í novembur hevur tað eydnast okkum at fáa tvey nýggj starvsfólk aftrat toyminum. Við hesum kunnu vit nú hava tvey starvsfólk til arbeiðis mánadag til fríggjadag. Hetta tryggjar eitt trygt og mennandi…

Tíðindi

Røða varðaskúlastjórans til jólatræshaldið

Í samband við at jólatræið í Vestmanna bleiv tendrað fríggjadagin 29. november, helt Elin Maria Óladóttir Olsen, varaskúlastjóri, røðu:   Góðu tit øll, Fyrst av øllum fari eg at takka fyri høvið at siga nøkur orð um hesa hugnaligu tíðina, vit nú koma inn í. Eg havi altíð følt meg so væl móttikna her í…

Tíðindi

Bátadráttur á gomlu bedingina

Í tveimum umførum hevur kommunan bjóðað økið við Bedingina út til alment vinnuvirksemi, men tíverri vísti ongin økinum áhuga.   Orsakað av manglandi almenna áhuganum fyri økinum gjørdi bygdarráðið av at skapa lív í økið, og eru 500 t.kr. settar av á fíggjarætlanini fyri 2025 til ger av einum bátadrátti á gomlu Bedingini.   Bátadrátturin…

Tíðindi

Tryggið leysar lutir

Nú boðað verður frá nógvum vindi seinni, kemur løgreglan við einari áheitan Orsaka av veðurforsøgnini, ið boðar frá nógvum vindi, heita vit á øll um at rudda leysar lutir rundanum egin hús og annars tryggja ognir eftir besta førimuni. Sambært forsøgnini verður serliga ringt millum kl. 03:00 í nátt og kl. 11:00 í morgin fyrrapart.…

Tíðindi

Kvinnulandsliðið í Basel

Rannvá Olsen og Lív Sveinbjørnsdóttir, sum báðar eru á kvinnulandsliðnum, byrjaðu sína hondbóltsleið í VÍF.   Í dag heilsaði borgarstjórin uppá Rannvá Olsen, sum júst er komin heim aftur úr Basel. Lív Sveinbjørnsdóttir, sum dagliga spælir við E H Aalborg, kemur heim til jólar, og fær somuleiðis handað eina kurv við blómum og góðgæti við…

Tíðindi

VÍF fær betri karmar

Bygdarráðið samtykti á fundi 30. okt., at játta  500 t.kr. við tí endamáli, at byrja tilgongdina at útvega VÍF betri karmar.   Fyrireikingararbeiðið – har ætlanin er at umbyggja verandi køk í Ítróttarhøllini til vektarrúm og byggja uppí eystara enda á høllini – er komið væl ávegis.   Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru 4 mill.…

Tíðindi veks bumerki

VEKS hevur valt Eldraráð!

Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin fór fram á skrivstovuni hjá VEKS í gjár. Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur.   Í Vestmanna kommunu kom ein listi…

Tíðindi

Fipurljós til Reyða Torgið

Leingi er tað, ið væl skal vera. Vit hava í ár gjørt okkum ómak at finna tey røttu ljósini til Reyða Torgið. Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at fáa tøknina heim, men nú er tilfarið komið, og ljósini verða í løtuni sett upp.   Talan er um LED ljóskeldur og 10 km av…

Tíðindi veks bumerki

Fysioterapeutur til VEKS

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: einum fysioterapeuti fyri fysioterapeut í barnsburðarfarloyvi til terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3…

Tíðindi

Grundin á Skálheyggi verður tikin niður í næstum

Vestmanna kommuna hevur gjørt makaskifti við SP/F Vesttrol soleiðis, at SP/F Vesttrol fær ognarrættin til lendið undir sjálvum smiðjubygninginum, sum er partur av leiguøkinum matr. nr. 249f á Heyganesi, til víddar 299 m2, og fær Vestmanna kommuna ognarrættin til matr. nr. 94e á Skálheyggi, til víddar 684m2 við ástandandi grund.   Grundin á Skálheyggi verður…

Tíðindi

Bygdarráðsfundur 18. desembur 2024

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 18. desembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 324 Endurskoðaða fíggjarætlan fyri Vestmanna Kommunu fyri 2. viðgerð J.nr.: 30102-1-2023   Mál 325 Umbygging av Vestmanna Skúla J.nr.: 8220002-1-2024   Mál 326 Umsókn um leiðu av lendið niðanfyri matr. nr. 266m. J.nr.: 8202002-7-2024    …

Tíðindi

Sølutorg og atløgubrúgv Inni á Fjørð

Á bygdarráðsfundi 30. oktobur 2024 samtykti bygdarráðið eina umraðfesting á 250 t.kr. til sølutorg Inni á Fjørð.   Ein innilokaður skúrur verður stoyptur afturat grøna skúrinum, og verður tað  SP/F Jóni Durhuus sum kemur at gera stoypiarbeiðið. Eisini er peningur settur av á fíggjarætlanini fyri 2025 til umvæling av gomlu betongbrúgvunum, sum skulu leggjast framvið…

Tíðindi

Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring

Í samband við arbeiði verður Ovari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring. Ovari vegur – Inni á Fjørð – verður stongdur mánadagin 16. desembur frá kl. 08:00 til arbeiðið er liðugt. Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Niðara Veg.

Tíðindi

Útleigan av kajakkum við John’sa handil

Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir v.m.. Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.   Jan sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og nemt at koma í kajakkirnar. Har…

Tíðindi

Skilagátt – Upplatingartíðir um jólini

Skilagátt hevur vanligar upplatingartíðir til og við 23. desembur 2024.   Skilagátt er opið soleiðis um jólini: Fríggjadagin 27. desembur kl. 16:00 – 18:00 Leygardagin 28. desember kl. 14:00 – 17:00 Mánadagin 30. desember kl. 16:00 – 18:00 Týsdagin 31. desembur kl. 14:00 – 17:00   Opið er aftur sum vant frá 2. januar 2025.

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Dana Amal Imtihan Ali er sett sum kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna, f. Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðinum:                         frá 18. desember til 29. desember 2024, báðar dagar íroknaðir

Tíðindi

Ókeypis svimjing fyri kvinnur 60+

Mentanarnevndin hevur samtykt, at Sarita Funn kann nýta svimjihylin ókeypis til at skipa fyri svimjing fyri kvinnur 60 +.   Soleiðis sigur Sarita um átakið: Allir kvinnuligir vestmenningar 60+ eru vælkomnir at svimja saman við henni í skúlanum: mánadagar og mikudagar klokkan 16:00 – 17:30. Um tú ynskir at melda teg til felagsskapin, kanst tú…

Tíðindi

Hagtøl fyri uppmøting til bygdarráðsfundir

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2024 eru nú gjørd. Hagtølini verða almannakunngjørd í viðheftu pdf-fílu niðanfyri.   Í 2024 vóru hildnir 15 bygdarráðsfundir og full uppmøting var til 5 av fundunum. Tá ið avboð kemur til bygdarráðsfund, verða boð givin til varalimin. Í 11 av 15 førum fekk varalimur møtt fyri…

Tíðindi

Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá mánadegnum 23. desembur 2024. Opið verður aftur fríggjadagin 3. januar 2025 kl 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á tlf. 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon: 297 200