Tíðindi

Bygdarráðið tikið á bóli av Vestmanna Hornorkestur

Seinasti bygdarráðsfundur í hesi setuni varð mikukvøldið 18. desembur 2024, og varð bygdarráðið veruliga tikið á bóli av horntónleiki á kommunutrappuni Túsund tøkk Vestmanna Hornorkestur. Tit eru einastandandi og takk fyri allar løturnar, tit fjálga um bygdina við tykkara vøkru horntónum – Bjørg á Rógvi, borgarstjóri.    

Tíðindi

Staðið í jólafríð

Vit standa nú á gáttini til jólafrítíðina, og í kvøld er síðsta kvøld Staðið er opið í ár. Opið verður sum vanligt frá kl. 19:00 til 01:00.   Her í desembur hava tey fittu børnini luttikið í eini hugnaligari verkstovu, har tey hava gjørt serstakliga flottar, litfagrar jóladekoratiónir. Hesar vøkru gávur verða nú handaðar búfólkunum…

Tíðindi

Minst til at biðja um bálloyvi til nýggjársbálið

At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða.   Tey, ið ætla at brenna nýggjársbál, skulu biðja um loyvi frá kommununi. Sambært grein 12, stk. 3, í kunngerð nr. 147, frá 19. oktobur 1995 um burturkast kann loyvi til at brenna…

Tíðindi

Gott nýggjár

Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár, við tøkk fyri brátt farna árið.   Sum vant prýðir áhugafelagssakurin “blikkamenn/kvinnur” bygdina við blikkum. Kl. 23:00 skjýtur ein áhugafelagsskapur fýrverk á kaiøkinum við Havnaskrivstovuna, har tað sæst væl úr allari bygdini.   Vestmanna kommuna stuðlar tiltøkunum.

Tíðindi

Nýggi borgarstjórin tikið við

Sára Jógvansdóttir hevur nú tikið sætið sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu og hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag á kommunuskrivstovuni.   – Eg gleði meg at fara til verka, og tað er nógv, sum farast skal í holt við. Tíbetur hava góð fólk undan mær lagt góðar lunnar, so vit í dag búgva í eini vælvirkandi…

Tíðindi

Eingin hiti í Gjáarlon

Tá ið starvsfólk møttu til arbeiðis í Gjáarlon í morgun, vísti tað seg, at eingin hiti var í bygninginum. Av tí, at tað er so bítandi kalt inni og líkt er til, at tað ikki verður fyrr enn út á dagin, at hitaskipanina koyrir aftur, hevur Gjáarlon tíverri stongt í dag. Kommunan og leiðslan á…

Tíðindi

Vatnnýtslan ov stór

Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkin er helst, at borgarar lata vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.

Tíðindi

Óstøðugt vatntrýst

Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.

Tíðindi

Skúlabørn skreiða

Skúlabørnini í Vestmanna skúla saman við lærarum fara at skreiða í morgin, fríggjadag 10. januar, á ovara parti á Fjallsvegi. Tey skreiða og stuttleika sær frá klokkan 9:45 til 11:00. Bjóðað verður fransbreyð og heitt kakao. Vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið.

Tíðindi

Partur av bygdini mist vatnið

Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Birgit Sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðunum:   13. januar til 19. januar 2025, báðir dagar íroknaðir 27. januar til 2. februar 2025, báðir dagar íroknaðir

Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2025/26

Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 20. januar. Innskrivingarskjal Leiðslan, Vestmanna Skúli

Tíðindi

Spara uppá vatnið

Enn einaferð verður heitt á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av frostinum. Helst lata borgarar vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan at vatnið frystur í rørunum. Hetta hevur við sær at brunnarnir tømast. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í…

Tíðindi

Partur av bygdini missir vatnið

Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld. Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn…

Tíðindi

Nógv vatn á vegnum

Nú blot er komið í kavan, fyllast áirnar. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.

Tíðindi

Bygdarráðsnevndirnar hava skipað seg

Bygdarráðsnevndirnar hava á fundum í vikuni skipað seg soleiðis:   Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, er forkvinna í fíggjarnevndini Hinir limirnir eru: Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen.   Símin Jákup Højsted er formaður í teknisku nevnd Hinir limirnir eru: Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen.   Anja Haldansen er forkvinna í mentanarnevndini Hinir limirnir eru:…

Tíðindi

Eyka bygdarráðsfundur 22.01.2025

Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 22. januar 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 4 Val av limum og umboðum J.nr.: 22042-2-2024   Mál 5 Heimild at undirskriva skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. J.nr.: 15152-1-2025   Mál 6 Stýrisskipan fyri Vestmanna Bygdarráð J.nr.: 1002-1-2025  …

Tíðindi

VEKS 10 ár – almenn kvøldseta á Grønanesi

Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár.   Skrá: 20.00   Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05    VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15   Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30   Felagssangur. 20.45   Magni Mohr, professari. Framløga um…

Tíðindi

Aliringar á vágni

Næstu dagarnar fer Hiddenfjord at arbeiða upp á aliringar út fyri kappróðrarneystinum. Nógv hava varnast, at tveir stórir aliringar liggja á vágni í morgun. Hetta eru aliringar, sum verða umvældir og ringarnir hava hvørki net ella laks í. Tá ið arbeiðið er liðugt, verða ringarnir fluttir út á opnan sjógv til aling undir vágalandinum. Eru…