Nú er rudda á Byrgisvegi og niðan til brúnna um Hórðará
Nú er gangandi/koyrandi aftur á Byrgisvegi og niðan til brúnna um Hórðará.
Nú er gangandi/koyrandi aftur á Byrgisvegi og niðan til brúnna um Hórðará.
Borgarar verða bidnir um ikki at ganga ella koyra á Byrgisvegi og niðan til brúnna um Hórðará í løtuni, tí at leysir lutir flúgva runt í økinum. Vestmanna Sløkkilið er í løtuni og fær skil á støðuna. Nærri kunning um, nær gangandi/koyrandi verður aftur verður fráboða.
ÁHEITAN FRÀ POLITINUM Bođađ verđur frá nógvum vindi. Minst tí til at rudda alt burtur, iđ liggur leyst uttanfyri húsini og kann fara á flog.
Vestmanna Kommuna er hart rakt av koronu í løtuni. Hetta er keðiligt fyri okkum øll, kanska helst fyri mongu børnini sum eru í sóttarhaldi, nú jólatræið skuldi tendrað og Jólamenninir skuldu koma á vitjan. Vit vóna, at tíðin skjótt fer at koma, har korona ikki ávirkar okkum so nógv longur, og at øll sleppa at…
Hesar seinastu dagarnar er fleiri smittutilburðir staðfestir millum okkara ungu. Vit steingja tí Staðið frá í dag tann 22. november 2021 og 10 dagar fram. Tey ungu eru vælkomin aftur á Staðið tann 3. desember 2021. Foreldrini skulu fylgja boðunum frá skúlanum um kanningar og sóttarhald. Hava tit spurningar viðv. Staðnum, eru tit vælkomin at…
Av serligum áðum er bygdaráðsfundurin fluttur til mánadagin tann 29. november 2021 kl. 19:00. Almennur bygdarráðsfundur verður á Kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnari hurð: Dagsskrá: Mál 69 2. viðgerð av fíggjarætlanini fyri Vestmanna Kommunu fyri 2022 J.nr. 30102-1-2021 Pauli T. Petersen, borgarstjóri Vestmanna 22. november 2021
Hesar seinastu dagarnar er fleiri smittutilburðir staðfestir millum børnini í frítíðarstovuni. Í samráð við landslæknan steingja vit frítíðarstovuna frá í dag tann 22. november 2021 og 10 dagar fram. Børnini eru vælkomin aftur í frítíðarstovuna tann 3. desember 2021, eftir at tey hava negativa kanning. Foreldrini skulu fylgja boðunum frá skúlanum um kanningar og sóttarhald.…
Vestmanna Fiskavirki hevur latið gjørt eina skitsuverkætlan til miðstaðarøkið í Vestmanna. Eyðun Olsen, stjóri, greiðir soleiðis frá uppskotinum: “Skitsuuppskotið er ikki eitt ”liðugt” prosjekt men eitt opið hugskotskatalog til eitt nýtt miðstaðarhús, ið vónandi fer at kveikja hugskot og skapa møguleikar og samstørv til gagns fyri framtíðina í Vestmanna.” Skitsuupskotið verður sýnt fram á kommunuskrivstovuni…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 24. november 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnari hurð: Dagsskrá: Mál 66 Umlegging av á omanfyri Fjallsveg. J.nr.: 600002-1-2021 Mál 67 Tilmæli frá Teknisku Nevnd til umsókn frá Sigbjørn Skúvadal um marknaumskipan ímillum ogn hansara matr. nr. 205cv og matr. nr. 205co hjá Biritu Gunnarsdóttir…
Vegna koronastøðuna, er frítíðarstovan stongd hósdagin 18. november og fríggjadagin 19. november 2021. Vestmanna Skúli hevur sett fyribyrgjandi mannagongdir í verk. Ein liður í hesum er at flokkarnir ikki verða blandaðir saman. Í Frítíðarskúlanum er tað ikki er gjørligt at fylgja hesi ætlan. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja í nakrar…
Vegna koronustøðuna er Staðið stongt hesa vikuna. Eitt starvsfólk hevur fingið staðfest koronu. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Staðið verður opið aftur sum vanligt, mánadagin tann 22. november 2021.
Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi tann 25. august 2021 at hava ein borgarafund hálvan november saman við kirkjuráðnum um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla kirkjugarðinum. Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona. Aftur hesaferð má borgarafundurin um minnisvarðan og kirkjugarðin útsetast vegna koronutilmælini. Bygdarráðið heldur…
Vegna koronustøðuna er Ungdómshúsið Staðið, tíverri stongt í kvøld tann 5. november 2021. Tó, at vit ikki kenna til nakran beinleiðis tilburð á Staðnum, eru nógvir koronutilburðir í nærumhvørvinum. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Vit eftirmeta støðuna mánadagin. Starvsfólkini á Staðnum gleða seg, at síggja tykkum aftur.
(Hendan greinin er dagførd og løgd út kl 16:21 viðv. positivur tilburður) Dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur útibarnagarðurin Látipípan framhaldandi stongt hesa vikuna. Sí eisini her. Í løtuni er ein smittutilburður í Gjáarlon. Í Gjáarlon verður eisini tikið atlit við at fylgja almennu…
Kirkjuráðsval var í gjár 2. november 2021 og vóru hesi fólk vald í Vestmanna Kirkjuráð: Jóan Magnus Olsen Tordis Nielsen Finngerð Egilsnes Debes Eyðun Leo Sveinbjørn Poulsen Sofus Johannesen Páll Hellu Eykalimir vera: Eydna á Rógvi Simonsen og Bjarta á Rógvi Isaksen.
Skattalistin 2020 fyri Vestmanna Kommunu liggur frammi til alment eftirlit í kommunuskrivstovuni frá 3. november til og við 17. november 2021. Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Kommunan samskiftir við heilsufakliga myndugleikan um íkomnu koronustøðuna. Sambært tilmælinum verður støða tikin lokalt í hvørjum tilburði sær. Lars Fodgaard Møller landslækni, kemur við hesum tilmælum um íkomnu støðuna í Látipípuni. ”Med 5 tilfælde blandt 15 børn på en uge hvor de 3 er fra torsdag og fredag, så er der desværre meget stor risiko…
Kirkjuráðsval í Vestmanna Týsdagin 2. november 2021 verður kirkjuráðsval. Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna Kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta…
Aftur í ár skipar Reyði Krossur fyri familjulegu fyri fólk við tilflytarabakgrund. Legan verður nú um vikuskifti 22. – 24.. oktober í Nesvík.
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 27. oktober 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Mál 58 Gudmund Helmsdal – umsókn um menningarstuðul til spælifilmsverkætlanina “Vandaferð”. J. nr. 200002-31-2021 Mál 59 Vestmanna Sangkór – umsókn um stuðul til Jólakonsert. J. nr. 200002-32-2021 Mál 60 1. viðgerð av endurskoðaðu fíggjarætlanini fyri Vestmanna Kommunu fyri 2021.…
Nøkur pláss eru enn á nevndu skeiðum: Vestmanna 1. hjálp – Føroyskt fyri útlendingar – Føroyskt teknmál – Glaslist – Handarbeiði – Intervalvenjing Vestmanna – Matskeið fyri 2 ættarlið – Sangkór – Venjing og spæl – Vestmann Barnakór – Vikuskiftisskeið í tekning Kvívík Føroyskt teknmál – Træsmíð – Koyrikort til lítið prutl (30 km/t) –…
Vegna tekninskar trupuleikar við bilinum, er innsavningin flutt til mikudagin 6. oktober.
Tilmeldingin byrjar hósdagin 7. okt. 2021 kl. 15:00 og endar 12. okt. 2021 kl. 12:00 Upplýsningar tit verða biðin um: 1. Tit skulu velja eitt skeið 2. Navn og eftirnavn 3. Búðstaður 4. Teldupostur 5. Fartelefon Tað ber ikki til at melda til fleiri skeið samstundis. So um tit vilja tekna tykkum til fleiri skeið,…
Kunnandi tiltak um Vitjunartænastuna hjá Reyða Krossi í Læknamiðstøðini mikukvøldið 6. oktober kl. 19. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Les meir um Vitjanartænastuna her https://redcross.fo/vitjanartaenasta/