Bókasavnið stongt í dag
Bókasavnið er stongt í dag 25.november 2021
Tabletop Føroyar fer í næstum at skipa fyri borðspælshugna í Vestmanna, í tíðarskeiðnum 31. mai – 6. september. Hvørja líkaviku verður ókeypis borðspælstiltak, har til ber at royna seg í fleiri borðspølum, bæði kend og ókend. Um klassisk borðspøl ikki hava tín áhuga, so eru eisini onnur borðleikaspøl at finna, sum t.d. Magic the Gathering…
Borgarafundur í Vestmanna 2. juni kl. 20:00 í miðnámsskúlanum Umskipan av gamla kirkjugarði og flyting av minnisvarða Umskipan av gamla kirkjugarði Skjótt verður kirkjugarðurin á Knúgvum ov lítil. Vestmanna bygdarráð hevur tí arbeitt við einum uppskoti um at umskipa gamla kirkjugarðin fyri at hampa um hann og útvega fleiri gravpláss. Eftir eina møguliga umskipan,…
Bygdarráðið í Vestmanna samtykti á fundi tann 25. august 2021 at hava ein borgarafund hálvan november saman við kirkjuráðnum um flyting av minnisvarða og nýgerð av gamla kirkjugarðinum. Ætlanin var at hava ein borgarafund um minnisvarðan í fjør, men so kom korona. Aftur hesaferð má borgarafundurin um minnisvarðan og kirkjugarðin útsetast vegna koronutilmælini. Bygdarráðið heldur…
Flest føroyingar hava sitið rúnabundnir til sjónvarpsskíggjan seinastu tvær vikurnar og hugt eftir leikum, tá ið kvinnulandsliðið hevur skrivað føroyska ítróttasøgu til HM-endaspælið í hondbólti. Eisini høvdu fleiri føroyingar leitað sær til Týsklands, teirra millum Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Landsliðsleikararnir eru úr júst teimum báðum kommununum…
Børn og starvsfólk í Frítíðarstovuni skreiddu og stuttleikaðu sær óført á bønum í góðveðrinum í dag.
Kommunuval verður týsdagin 12. novembur 2024. Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 11. novembur 2024. Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá á…
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni, til og við fríggjadagin 7. desembur 2022 kl. 15:00.
Síðan 2015, hevur Vestmanna Kommuna einans bygt við grønum orku loysnum. Skrivstovan hjá Vestmanna Kommunu, læknamiðstøðin og frítíðarstovan koyra við grønari orku. Aðrir bygningar hjá kommununi hava hitapumpur, fyri at minka um co2 útlátið. Nú er eisini fari undir arbeiðið, at leggja um til grøna orku, á Brandstøðini. Í løtuni er arbeiði í…
Vestmanna Sløkkilið boðar frá, at brandvenjing við tyrluni verður á kaiøkinum í kvøld um 18:00-20:00 tíðina. Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður kaiøkið stongt, og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu.
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið boðar frá, at brandvenjing verður í Vestmanna skúla í kvøld tann 9. apríl 2025 frá kl. 19:00. Væntast kann at síggja royk og útrykning, hóast eingin vandi er á ferð.
Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið boðar frá, at brandvenjing verður uttanfyri Vest Pack í kvøld um 18:00-21:00 tíðina. Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður økið stongt og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu. Tey sum skulu til handils í Á handlinum mugu koyra eftir Fjarðavegi og snara oman til høgru áðrenn brúnna til Válin…
Arbeiðið at breiðka Niðara Veg – frá nr. 61 út ímóti 55 – byrjar fyrsta dagin. Neyðugt verður at steingja vegin, meðan arbeitt verður. Víst verður til Ovara Veg. Tó sleppur tung ferðsla eftir Niðara Vegi. Eftir arbeiðstíð og í vikuskiftunum verður koyrandi eftir Niðara Vegi sum vanligt.
Í morgin, leygardagin 9. september kl. 13:30 – 14:00, verður Brekkusúkklukapping eftir Miðalsbrekku. Vit vilja tí gera vart við, at eingin gjøgnumkoyring er frá Reyða Torginum gjørnum Heygøtu, Toftaveg, Garðaveg og Meðalsbrekku meðan kappingin er í gongd.
Brim skipa fyri stuðulskonsert 6. mai í samband við konsertferð til Onglands. Vestmanna Kommuna stuðlar tiltakinum. Brim skriva soleiðis: Meet the puffins!! fer aftur til Liverpool at framføra á International Beatleweek 2023. Í fjør fingu vit tann heiður at gerast fyrsti føroyski bólkurin, sum spældi á hesum ótrúliga festivali, og fyriskipararnir vóru sera væl…
Leygardagin 28. mai frá kl. 12 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir.
Frá fríggjakvøld 24 mai kl. 20:00 til sunnumorgun 26. mai kl. 8:00 verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu. Bátastevnan nærkast við sjey míla ferð, og síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur…
Frá í kvøld 23. mai kl. 20:00 til leygarkvøldið á midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir frá Fossáverkinum út til Heygagøtu. Síðani 2002 hevur Bátastevnan verið hildin í Vestmanna. Tað eru sjálvbodnar eldsálir í bygdini, sum hvørt ár standa fyri afturvendandi tiltakinum. Nú halda vit aftur Bátastevnu, og er hon eitt av hæddarpunktunum bæði…
Leygardagin 20. mai 2023 frá kl. 12:00 til midnátt verður Niðari Vegur einsrættaður úteftir og Ovari Vegur einsrættaður inneftir. Vestmanna kommuna ynskir øllum eina góða Bátastevnu.
Vegna vánalig veðurlíkindi verða húsarhaldsposarnir ikki heintaðir í dag. Hetta ávirkar hesar bygdir: Vestmanna, Válur, Kvívík, Stykkið, Miðvágur, Sandavágur, Sørvágur, Gásadalur, Bøur, Vatnsoyrar, Leynar, Skælingur, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Hvalvík, Funningur, Funningsfjørður, Elduvík, Skálabotnur, Undir Gøtueiði, Skipanes, Hósvík og Streymnes. Roknað verður við vánaligum veðurlíkindum í morgin eisini, og tískil verða húsarhaldsposarnir heintaðir seinni í…
Broyting í innsavningini hesa vikuna Innsavningin av húsarhaldsposum er forskotin ein dag í nøkrum bygdum hesa vikuna. Húsarhaldsposarnir í Vestmanna, Kvívík, á Válinum og Stykkinum, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða heintaðir í morgin, týsdag, ístaðin.
Vegna tekniskar trupulleikar verða húsarhaldsposarnir í Vestmanna, sum eftir ætlan skuldu heintast í dag, heintaðir í morgin týsdagin í staðin.
Vegna veður var ongin innsavning av húsarhaldsposum í gjár. Um til ber, verða posarnir heintaðir í dag.