Spreinging á Gamla Vegi
Mánamorgunin 30. august 2021 verður sprongt við ytra enda á Gamla Vegi.
Frá mánadegnum 30. august 2021 verður Gamli Vegur stongdur fyri ferðslu, tí at farið verður undir at gera brúgv um Gjógvará. Eftir ætlan verður vegurin stongdur til 25. september 2021.
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 25. august 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Mál 39 Tilmæli frá umsitingini um heimild at undirskriva skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. J.nr. 15152-1-2021 Mál 40 Tilmæli frá Teknisku Nevnd um marknaðarumskipan ímillum matr. nr. 16g, 162d og 177d. J.nr.: 104002-6-2021 Mál 41 Tilmæli frá…
Nógv hava ognað sær atgongumerki fyri tann bíligari prísin. Enn er gjørligt at ognað sær atgongumerki fyri 400 kr á atgongumerki.fo Um Rokkur í Vestmanna Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í Vestmanna í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Brim,…
Rúna Ingunardóttir er 39 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum. Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Landsfelagsskapinum Barnabata. Har hon hevur verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum…
Kommunuskrivstovan er stongd frá mándadegnum 19. juli til og við fríggjadagin 6. august Eru átrokandi boð, kann ringjast til: Kommunuskrivstovuna tlf: 770 109 Arbeiðsformannin tlf: 770 126 Ella send ein teldupost til: Kommunuskrivstovuna vestmanna@vestmanna.fo
Røðan sum Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri, helt fyri hennara hátign Margretu drotning II. God dag alle sammen og hjertelig velkommen. Jeg skal på vegne af Vestmanna kommune byde en særlig velkomst til Deres Majestæt Dronningen. — Det er præcis 100 år siden, at Vestmanna fik kongeligt besøg for første gang. I hvert fald, som…
Í morgun var móttøka fyri hennara hátign Margretu drotning II á Reyða torginum í Vestmanna, har borgarstjórin, Pauli Trónd Petersen, saman við eini stórari fjøld tóku væl ímóti henni. Eftir røðuna í fína veðrinum var lurtað eftir fagra sanginum hjá Vestmanna sangkór. Tá hendan løtan var av, fór hennara hátign til Heimið á Grønanesi at…
Ymsar avmarkingar vera í ferðsluni leygarmorgunin í samband við drotningavitjanina. · frá kl. 800 til 1030 verður Heygagøta stongd frá gamla posthúsinum oman til Torgið · frá kl. 800 til 1030 verður kaibrekkan við bedingina stongd frá niðaneftir · frá kl. 800 til 1030 verður eingin gjøgnumkoyring á Bakkavegi frá Sýslumanshúsunum inn til Torgið …
Leygardagin 17. juli 2021 vitjar Margretha drotning í Vestmanna., og skráin fyri vitjanina er hendan: Kl. 10.00 Móttøka á Torginum Pauli T. Petersen, borgarstjóri, tekur ímóti saman við blómubørnum og bygdarráði. Vestmanna Sangkór luttekur. Síðani verður farið út á Heimið á Grønanesi, har ið drotningin verður víst runt á heiminum og fær høvi at heilsa…
Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 12. juli til og við 6. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeiðið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.
Skrúvað verður fyri vatninum á Gerðisvegi, í dag mikudagin 07. juli 2021 kl.13.00 og til arbeiðið er liðugt.
Vestmanna kommuna skal hava nýggjan kommunuskrivara, ið saman við bygdarráði og umsiting skal standa fyri støðugu menningini av kommununi. Kommunuskrivarin er starvsfólkaleiðari fyri 80 starvsfólk, ið starvast innan ymisk øki hjá kommununi.
Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 3. juni 2021. Møtt verður á Torginum kl 9.30 til morgunmat. Har verða fólk býtt upp í bólkar. Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til umleið kl. 12 Kl. 12 bjóðar Kommunan frukt og drekkamunn á Torginum Vestmanna Kommuna vónar, at…
Skrúvað verður fyri vatninum á Fjalsvegi í morgin árini (hósdagin 24. juni) frá kl. 8.00 og so leingi arbeiðið varðir.
So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna. TÝSDAGUR 22. JUNI 19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni MIKUDAGUR 23. JUNI 13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær 17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe 18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt…
(For English, please read below) At flyta til eitt nýtt land kann vera spennandi og læruríkt, men eisini til tíðir avbjóðandi. Tað er heldur ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skal venda sær til fyri at fáa ráð og vegleiðing. Á heimasíðuni Integratión (integration.fo/newcomers) finnur tú meira kunning um ymisk evni, sum kunnu vera…
Frá mánadegnum 14. juni eru Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan stongd, orsakað av at Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast á dagstovnaøkinum. Mánadagin 14. juni millum kl. 15 og 17 verður latið upp í bygningunum, so foreldur kunnu heinta klæðir v.m., sum tey ikki fingu viđ heim fríggjadagin.
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 16. juni 2021, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Mál 31 Tilmæli frá Teknisku nevnd um innkomin mótmæli ímóti broyting av byggisamtyktini. J.nr. 102002-3-2021 Mál 32 Umsókn frá Paula T. Petersen og Barbaru Brattaberg um sundurbýti av matr. nr. 77 J.nr. 104002-4-2021 Mál 33 Tilmæli frá Fíggjarnevndini um avtalu millum Vestmanna…
Vestmanna Bygdarráð hevur sett Morten Hust Petersen í starvið sum leiðari fyri dagstovnaøkið í Vestmanna. Morten Hust Petersen er 46-ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur við ítrótti sum sergrein frá Námsfrøðiskúlanum í Esbjerg. Harafturat tekur hann diplomleiðaraútbúgvingina. Morten hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur, bæði við børnum við serligum tørvi, vøggustovu og barnagarðsbørnum umframt børnum í frítíðarskúla.…
Á almennum fundi tann 31. mai 2021 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2020 einmælt samtyktur Vestmanna Kommuna brúkt minni, enn samlaði játtanarkarmurin tilskilaði. Raksturin var 5,0 mió. kr. minni enn ætlað, meðan løgurnar eru 1,7 mió. kr. minni enn ætlað. Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 6,6 mió. kr. niðan fyri ætlanarkarmin, áðrenn inntøkur.…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum…
Eftir ætlan skuldi bygdarráðsfundur vera mikukvøldið 2. juni 2021 kl. 19.00. Sagt verður frá, at vegna serligar umstøður er fundurin framskundaður, so at hann í staðin verður hildin í dag kl. 16.00. Mál 23 Tilmæli frá Teknisku nevnd um umsókn frá Dánjal Jákup Andreasen um umskipan uttangarðs ímillum ogn hansara matr. nr. 164a og matr.…
Allan mai mánað skuldu vit hugna okkum saman við rørslutiltøkum av alskins slag. Eisini vóru hugnalig tónleikatiltøk á skránni. Men so tók ólukku Korona aftur dik á seg, so vit máttu avlýsa tiltøkini restina av mánaðinum. Tíbetur fær Korona ikki steðga øllum, tí vit eiga jú kreativ fólk og harafturat eisini Staðið FM. So vit…