Staðið er stongt í kvøld
Fyri veður er Staðið stongt í kvøld.
Staðið er nú enn og kulari! Veggir eru málaðir og piftaðir upp, tað er ruddað og sorterað í lutum og tær fýra hæddirnar í bygninginum hava fingið hvør sín leiklut. Veghæddin heldur fram sum uppihaldsrúm, men tað verður latið meira upp. Niðasta hædd verður nú bara brúkt til tónleikaundirvísing og upptøkuhøli. Triðja hædd hevur fingið…
Vit standa nú á gáttini til jólafrítíðina, og í kvøld er síðsta kvøld Staðið er opið í ár. Opið verður sum vanligt frá kl. 19:00 til 01:00. Her í desembur hava tey fittu børnini luttikið í eini hugnaligari verkstovu, har tey hava gjørt serstakliga flottar, litfagrar jóladekoratiónir. Hesar vøkru gávur verða nú handaðar búfólkunum…
Ungdómshúsið Staðið fer í summarfríð 9. juli 2024. Týskvøldið 13. august 2024 lata dyrnar uppaftur til enn eitt spennandi ár. Hetta vil siga at seinasta kvøld áðrenn summarfrítíðina er nú Fríggjakvøldið 5. juli 2024.
Eftir ætlan skuldi Staðið lata upp í kvøld. “Men vit eru eitt sindur seinkaði við upplatingini.” Fyrr í ár fekk Bjørg á Rógvi, borgarstjóri vitjan av 7. flokki har tey lærdu eitt sindur um arbeiði hjá kommununi. Borgarstjórin brúkti eisini høvið at spyrja tey, um tey høvdu nøkur ynski. Tey smæddust ikki og høvdu…
Ungdómshúsið Staðið letur upp aftur í dag 11. juni 2024. Øll ung frá 6. flokki til og við 18 ár, eru vælkomin at hugna sær við kreativum verkstovum ella at hugna sær við tónleiki, sjónvarpið, spæla pool, borðspøl, playstation, borðfótbólt, borðtennis o.a. Les meira her:
Staðið og Frítíðarstovan lata upp aftur mánadagin 6. desember 2021 sum vanligt. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Staðið: Pauli Magnussen, tlf. 770 160. Frítíðarstovan: Morten Hust Petersen, tlf. 770 130.
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum tímaløntum starvsfólkum, at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkað fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum…
Í sambandi við Spæl føroyskt vikuna sum KVF og Tónleikasambandið standa fyri, verður konsert á Staðnum nú hóskvøldið. Tey flestu kenna kanska Jasmin Mote aftur frá bólkinum JASMIN ella nýggja artistprojektinum Jazzygold. Hóskvøldið 9. mars kemur hon til Vestmanna at spæla eina konsert og spreiða kreativitetin út til tey ungu. Hon kemur at upptraðka sum…
Vegna koronustøðuna er Staðið stongt hesa vikuna. Eitt starvsfólk hevur fingið staðfest koronu. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Staðið verður opið aftur sum vanligt, mánadagin tann 22. november 2021.
Hesar seinastu dagarnar er fleiri smittutilburðir staðfestir millum okkara ungu. Vit steingja tí Staðið frá í dag tann 22. november 2021 og 10 dagar fram. Tey ungu eru vælkomin aftur á Staðið tann 3. desember 2021. Foreldrini skulu fylgja boðunum frá skúlanum um kanningar og sóttarhald. Hava tit spurningar viðv. Staðnum, eru tit vælkomin at…
Vegna umvælingar, er Staðið stongt frá mikudegnum 11. mai til og við hósdagin 19. mai 2022. Ungdómshúsið Staðið
Nú verkfall er, verður boðað frá, at ungdómshúsið Staðið er stongt frá í dag, fríggjadag 24. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Ungdómshúsið, Staðið, er stongt í jólafrítíðini. Opið er aftur sum vant frá týsdegnum 6. januar 2026. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir ársskiftið við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Góð jól og gott nýggjár!
Hesa vikuna hevur Staðið opið mikukvøld, har Jákup Sofusson skipar fyri Quiz-kvøldi. Staðið hevur annars stongt um páskirnar og opið er sum vant aftur mikudagin 8. apríl. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir páskirnar við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Vit ynskja tykkum øllum einar góðar og gleðiligar páskir.
Søkt verður eftir bókhaldara/skrivstovufólki til fyrisitingina hjá Heimatænastuni í VEKS. Starvsbrøkurin er 1,0 og byrjanardagur er eftir avtalu. Arbeiði umfatar: bókhald kontering debitor- og kreditor stýring fíggjarligar rapporteringar framleiðlsa av hagtølum Harumframt er eisini talan um vanligt skrivstovuarbeiði , so sum samskifti, journalisering, røkt av heimasíðu v.m. Vit sóknast eftir fólki sum hevur…
Starv sum ergoterapeutur til Heimatænatuna hjá VEKS Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, jaligum og hugskotsríkum ergoterapeuti til Heimatænastuna í VEKS. Starvsbrøkur 1,0 og byrjunardagur eftir nærri avtalu. Tilvísing Starvið hevur tilvísing til eindarleiðararnar í økinum. Førleikakrøv · Útbúgving og góðkenning sum ergoterapeutur. · Góð samstarvs- og samskiftisevni. · Vilja og evni at virka í einum…
Seks starvsdagar vórðu hildnir fríggjadagin fyri reingerðarfólki í kommununi. Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár. Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir. Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni…
– Gott samanhald og góðar umstøður at virka í ger, at fólk eru so leingi partur av sløkki- og bjargingarliðnum. Tað sigur Tóki Seloy, brunaumsjónarmaður. Um vikuskiftið vóru starvsdagar hátíðarhildnir hjá Vestmanna sløkki- og bjargingarliði. Ikki færri enn 12 fólk hava havt starvsdag og fríggjakvøldið vóru allir starvsdagar hátíðarhildnir og síðan var tunnusláttur á skránni.…
Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi. Hesaferð varpa vit ljós á Eyðbjørg Hansen og dagstovnaøkið. Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá Vestmanna kommunu í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan. Tá barnagarðurin Gjáarlon stóð…
Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í Vestmanna kommunu. Hesaferð varpa vit ljós á reingerðararbeiðið. Vestmanna kommuna eigur nógvar bygningar, og reingerðarfólk eru knýtt at teimum øllum. Eitt teirra er Katrina Müller. Allir næmingar og starvsfólk í skúlanum kenna Katrinu. Hon er altíð blíð, prátar við bæði stór og…
Komandi vikurnar fara vit at seta sjóneykuna á starvsfólk í kommununi. Á teimum ymsu økjunum í kommununi starvast nógv dugnalig og eldhugað fólk, sum hvønn dag gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Endamálið er at geva innlit í fjølbroytta arbeiðið í kommununi og í tey menniskju, sum standa aftanfyri tænasturnar. Fyrsta starvsfólkið hjá Vestmanna kommunu,…
Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu. Sókt verður eftir: Heilsurøktarum Heilsuhjálparum Starvsbrøkur eftir avtalu – byrjanardagur eftir nærri avtalu. Somuleiðis verður sókt eftir summarfrítíðar avloysarum at byrja skjótast tilber. Tú ert vælkomin at ringja til okkum hesum viðvíkjandi. Førleikar / krøv Til størvini…
Kom við á eina spennandi ferð Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara. Søkt…