Tíðindi

Nógvur vindur

Nú boðað verður frá nógvum vindi um vikuskiftið, heita vit á allar borgarar og fyritøkur í kommununi um at beina burtur ella tryggja leysar lutir, byggitilfar o.a., so tað ikki elvir til skaðar.

Tíðindi

Nógv vatn á vegnum

Tað regnar illa í dag. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Á Hornavegi er ein stórur hylur á vegnum. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.

Tíðindi

P-básar til stór akfør

Kommunan er farin í holt við at gera parkeringsbásar til stór akfør á kaiini.  Fyri at fáa betur skipaði viðurskifti á havnarøkinum, hevur Vinnu- og havnarnevndin valt at parkeringsbásar skulu gerast. Á hendan hátt hava vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør, og tað slepst undan óskynsamari parkering. Parkeringsbásarnir vera á…

Tíðindi

Føroya fyrsti skúli við sólorku

Vestmanna kommuna gongur á odda á grønu leiðini. Tá ið gamli skúli verður umvældur í næstum fer øll takflatan, sum er góðar 1.000 fermetrar, at verða klødd við sólorkupanelum. Hetta fer at geva góðar 100.000 kWh árliga. Tað munar væl, tí gamli skúli brúkar áleið 70.000 kWh árliga.   Grøni høvuðsstaðurin í Føroyum Fyrsta royndin…

Tíðindi

Kirkjuráðsval verður 4. november

Kirkjuráðsvalið í Vestmanna verður 2. november.  Í Vestmanna fer valið fram í Vestmanna kirkju. Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Brævatkvøður Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 3.…

Tíðindi

Fráfaringarløta fyri Gurli og Elsu

Eftir 35 ár í eldrarøktini í Vestmanna, hava Gurli Høgnesen og Elsa í Skálum valt at takka fyri seg. Týsdagin var ein fráfaringarløta fyri teimum báðum á Grønanesheiminum, har familja og starvsfelagar vóru møtt upp til eina góða og hugnaliga løtu við røðum, sangi og køkum. – Hetta hava verið nøkur ótrúliga góð ár, ið…

Tíðindi

Skúlaumvæling og umbygging

Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning.   Vestmanna skúli hevur nógv ár á baki, elsti parturin táttar í 80 ár og tað sæst og merkist. Skúlin…

Tíðindi

Staðið er stongt í heystfrítíðini

Vit halda ein lítlan steðg í heystfrítíðini fyri at gera Staðið til eitt enn og feitari stað. Starvsfólkini eru í morgun farin í holt við at mála, flyta innbúgv, fáa ymiskt nýtt upp í ymsu hølunum, og annars bara skipa umstøðurnar betri. Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð…

Tíðindi

Skrivari til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólki, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.   Um Barnaverndartænastuna: Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar og ein leiðari, og vit síggja fram til, eisini at fáa ein skrivara í starvsfólkahópin. Uppgávan…

Tíðindi

Maria 100 ár

Tað var ein stórur dagur á Grønanesi sunnudagin, tá ið Maria Nicolajsen fylti 100 ár. Familja, løgmaður, landstýrismaðurin í mentamálum og ríkisumboðið vóru á gátt og heilsaðu uppá, men sjálvur føðingardagurin var tó hildin seinnapartin í gjár. Maria er fødd í 1925 og er ættað úr Hvalvík. Sum 24 ára gomul varð hon gift við…

Tíðindi

Eingin gjøgnumkoyring á Niðara Vegi

Fyrrapartin er Urtagarðtænastan og snøggar stóru trøini á Fitjum og tí verður eingin gjøgnumkoyring hesa løtuna. Seinnapartin vera trø á Bakkavegi snøggað. Hetta fer at tarna ferðsluni nakað, men tað verður tó koyrandi framvið.

Tíðindi

Setanin av Fjølmentanarvikuni

Í Vestmanna búgva nógvir tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju.  Tað fara vit at varpa ljós á, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna mikudagin 22. oktober. Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Vikan byrjar í…

Tíðindi

Seyðasýning

Hvør eigur vakrasta brundin? Árliga seyðasýningin  verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga leygardagin 25. oktober, har vakrastu seyðir verða kosnir. Fyriskipararnir bjóða suppu, kaffi og okkurt afturvið. Byrjað verður klokkan 11.30. Øll eru vælkomin.

Tíðindi

Vallistar til kirkjuráðsvalið 4. nov.

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kirkjuráðsvalið til Vestmanna kirkju tann 4. november 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 21. oktober, til mikudagin 29. oktober í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 29. oktober…

Tíðindi

Framúr góð undirtøka

Áleið 200 fólk vóru møtt til setanina av Fjølmentanarvikuni, ið var á Miðnámi í gjárkvøldið.  Nógvur góður matur var at fáa úr heimsins herðashornum og góður tónleikur, dansur og list var at hoyra og síggja. Harumframt greiddi Daysi Lagos Jóanesarson væl og skemtiliga frá, hvussu tað var at flyta úr Honduras til Vestmannar.   Tilflytarar…

Tíðindi

Staðið hevur fingið eitt lyft

Staðið er nú enn og kulari! Veggir eru málaðir og piftaðir upp, tað er ruddað og sorterað í lutum og tær fýra hæddirnar í bygninginum hava fingið hvør sín leiklut. Veghæddin heldur fram sum uppihaldsrúm, men tað verður latið meira upp. Niðasta hædd verður nú bara brúkt til tónleikaundirvísing og upptøkuhøli. Triðja hædd hevur fingið…

Tíðindi

Dramaskeið fyri børn

Hevur títt barn hug at spæla sjónleik? Nú verður skipað fyri dramaskeiði á Staðnum fyri børn í aldrinum 9 til 12 ár.  At venja sjónleik er sera mennandi, spennandi og gevur tær ikki bara betri førleika at spæla sjónleik, men tað styrkir eisini aðrar førleikar, sum eru hentir at hava í ryggsekkinum gjøgnum alt lívið.…

Skráin til bygdarráðsfundin 29. oktober

Bygdarráðsfundur verur mikukvøldið 29. oktober kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Til viðgerar eru hesi mál: Mál 66: 2. viðgerð av eykajáttan til kirkjugarðin Mál 67: 2. viðgerð av eykajáttan til gongubreyt Mál 68: Marknaskipan uttangarðs Mál 69: Ferðslusonur og ferðavmarkingar Mál 70: Umsókn at keypa Kolastykkið Mál 71: Leigusáttmáli millum Vestmanna kommunu og Vestmanna Arbeiðarafelag Mál…

Tíðindi

Skattalistin 2024

Skattalistin fyri árið 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá týsdegnum 28. oktober til og við týsdagin 11. november. Kommunuskrivstovan hevur opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 09:00 til 15:00.

Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu

Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni leygardagin 1. november klokkan 15.00 við Lis Samuelsen, presti. Vestmanna Sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.

Tíðindi

Farloyvisstarv fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna, sóknast…

Tíðindi

Neyst til Gamla

Nú verður eitt av neystunum sett í stand, sum kommunan eigur niðri við hylin frammanfyri John´sa handil. Ætlanin er, at neystið skal hýsa okkara elsta 10. mannafari úr bygdini.    Elsti Vestmenningur, sum í dag vanliga verður nevndur Gamli, varð smíðaður av Jógvani í Skálum í 1927 og sigst at vera fyrsti bátur í Føroyum,…

Tíðindi

Gongubreyt í Miðalsbrekku

Nú verður farið undir at gera gongubreyt í Miðalsbrekku.  Fyrsta húsið í Miðalsbrekku stóð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin í vavi. Í dag eru 85 sethús, umframt aðrir bygningar. Harafturat eru nøkur nýggj sethús ávegis. Frá byrjan var ein vegøksl gjørd fram við vegnum, við tí í hyggju, at gera…