Tíðindi

Úrslitið av Kommunuvalinum 2024

Til kommunuvalið var ein listi komin inn við 11 valevnum. Tilsamans 775 borgarar atkvøddu. Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av kommunuvalinum var, at hesi sjey vórðu vald:   Sára Jógvansdóttir 145 Símun Jákup Højsted 138 Anja Haldansen 100 Karl A. Olsen 68 Pauli Magnussen 65 Jákup S. Jóannesarson 49 Janus Atli Jensen 43   Akvøðurnar…

Tíðindi

Úrslitið av Skúlastýrisvalinum 2024

Umframt bygdarráðsval, var eisini val til skúlastýrið í gjár tann 12. novembur 2024.   Úrslitið Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av skúlastýrisvalinum var, at hesi trý vórðu vald. Jona Seloy Magnus Debess Madsen Fríðunn Vestergaard     Atkvøðubýtið Anja Heinesen 20 Fríðunn Vestergaard 27 Grímur Sundstein 15 Jona Seloy 44 Linda Johannesen 10 Magnus Debess…

TíðindiÚtboð

Utboð – Vinnuvirksemi á bedingini í Vestmanna

Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Bygdarráðið vil hava lív í økið aftur og fer tí hervið at bjóða bedingina út aftur til vinnuvirksemi.   Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan og eru allar ætlanir vælkomnar. Fevnir ætlanin um bátavirksemi, eru…

Tíðindi

Útbúnir rørslumennarar

Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning. Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving. Ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum. Arbeitt verður m.a. við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og…

Tíðindi

Útferð til Nólsoy við Eldrafelagnum og Dagtilhaldinum

Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið koma saman aftur mikudagin 31. august 2022 kl. 14:30 Útferð til Nólsoy Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið skipa fyri útferð til Nólsoyar til ein góðan døgurða. Vit eru aftur í Tórshavn kl 17:30 og fáa kaffi og køku á Hotel Hafnia. Mikudagin 7. september 2022 Farið verður av Torginum kl 11:00 Kostnaður…

Tíðindi

Útiløgukattar

Vestmanna Kommuna fer í næstum undir átak ímóti útiløgukøttum og fer, í hesum sambandi, at seta fellur upp.   Fyrstu fellurnar verða settar upp mánadagin, tann 10. oktober.   Fyri at sleppa undan, at tamar kettur/frensar enda í felluni og av misgávum verða avlívaðar, verður heitt á eigararnar, um at seta frámerki á kettuna/frensin, um…

Tíðindi

Útleigan av kajakkum við John’sa handil

Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir v.m.. Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.   Jan sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og nemt at koma í kajakkirnar. Har…

Tíðindi

Útvarpsdokumentarur: Gomul grøv funnin í Vestmanna

Kringvarp Føroya sendir í dag kl. 17.00 ein útvarpsdokumentar um ein elligamla grøv, sum er funnin í Vestmanna, har fleiri sjórænarar blivu hongdir í 1615. Dokumentarurin roynir at samantvinna báðar søgurnar. Tá Finnbogi Joensen gróv út í túninum í sjeytiárunum, kom ein elligomul grøv undan kavi. Hann fann ongantíð útav, hvør lá í henni. Seinni frættist, at…

Tíðindi

Væleydnað Closed for Maintenance í Vestmanna

Fyrst í mai var Closed for Maintenance. Tað er Visit Faroe Islands, sum skipar fyri saman við kommunum og kunningarstovum kring landið. Í Vestmanna var uppgávan at gera eina gøtu frá ovaru brúgv um Fossá og niðan til byrgingina hjá Ólavi á Heygum, sum var byrjanin til vatnorku í Føroyum. Nógv bygdafólk og ferðafólk hava…

Tíðindi

Væleydnað Válan í Vestmanna 2022

Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her

Tíðindi

Væleydnað Válan í Vestmanna 2023

Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. MC Restorff, Marianna Winter, Eyðun Nolsøe, Marius Ziska og Vágaverk. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, í Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.   Takk fyri hesaferð.   Myndir síggjast her

Tíðindi

Væleydnaður gongutúrur í samband við tíma jarðarinnar

Leygarkvøldið 23. mars var tími jarðarinnar, og í tí sambandi skipaði Vestmanna kommuna fyri gongutúri niðan á Krosstúgvu – ferðaleiðari var Niels Th. Pedersen.   Fitt av fólki vóru møtt, og høvdu tey av sonnum tikið góða lagið við, hóast tað bæði var nógvur vindur og regn.   Komin niðan á Krosstúgvu løgdu gongufólkini seg…

Tíðindi

Vælkomin á Vestmannadagar 2025

Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku leggja dent á nakað av tí, sum bygdin hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at snikka eina so fjølbroytta skrá saman sum tilber. Samstundis, sum vit hava ídnar borgarar og virkið vinnulív í bygdini, ið geva…

Tíðindi

Vælkomin til Vestmannadagar 2024

Vit eru ómetiliga spent at bjóða tykkum vælkomin á Vestmannadagar 2024, har vit aftur fara at samlast ein kaldan heystardag og njóta tað besta, ið Vestmanna hevur at bjóða. Bygdaráðið hevur endurskoðað partar av skránni og hevur snikkað skrá saman, sum samantvinnar fleiri av best eydnaðu tiltøkunum seinastu tíggju árini. Eins og í fjør hava…

Tíðindi

Vakra fýrverkið framskundað

Boytingar verða gjørdar í vanligu nýggjársskránni í Vestmanna, nú verðurforsøgnirnar boða frá nógvum vindi í kvøld og um midnáttarleitið. Fyri at festast kann í risastóru rakettirnar, samstundis sum trygdin er í lagi, er neyðugt við mildari veðri, enn boðað verður frá í kvøld. Tí verður fest í kommunala fýrverkið á kaiini longu klokkan 16.30 ella…

Tíðindi

Val av øðrum nevndum og umboðum

Á eyka bygdarráðsfundi í gjár tann 18. novembur 2024 varð einmælt samtykt at skipa bygdarráðið sambært fundinum tann 14. novembur 2024, og at setanarbrøkur borgarstjórans er settur til 1/1. Nývalda bygdarráðið hevur skipað seg – Vestmanna kommuna   Til aðrar nevndir og umboð varð einmælt samtykt at velja: Har annað ikki er ásett, velja nevndirnar…

Tíðindi

Válan í Vestmanna

Leygarkvøldið 17. apríl vera 5 pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar. Bólkarnir sum fara at manna hesar pallar eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur…

Tíðindi

Válan í Vestmanna

Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fimm ymisk støð leygarkvøldið 23. apríl 2022 leggja pall til fimm sera ymisk tónleikanøvn, alt frá Dupultkvartettini til Frændur. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Bólkarnir sum fara á hesar pallar eru Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Hvør…

Tíðindi

Válan í Vestmanna

Nú er at seta sær dagin av. Aftur í ár verður válað í Vestmanna, tá fýra ymisk støð leygarkvøldið 27. apríl 2024 leggja pall til fýra ymisk tónleikanøvn. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Staðnum og í Silkienni. Eins og undanfarin ár verður nógvur góður og fjølbroyttur tónleikur á skrá. Hvør bólkur/einstaklingur spælir tvær…

Tíðindi

Válan í Vestmanna – broyting í skránni

Nú styttist, til vit øll fara at vála. Fyrireikingarnar eru um at koma undir land, og vit gleða okkum til at síggja tykkum øll. Lív og Tróndur hevur verið noydd at geva avboð vegna forfall. Í teirra stað koma Lea Kampmann og Vinjar Egilsnes Petersen. Konsertirnar byrja stundisliga og varða umleið 30-40 min hvør. Raðfylgjan…

Tíðindi

Válan verður 26. apríl

Setið X í álmanakkan leygarkvøldið 26. apríl, tí tá verður vælumtókta tónleikatiltakið, Válan í Vestmanna. Sum siðvenja er, verða konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, har tey spæla tvær konsertir hvør, so til ber at náa runt at lurta eftir øllum. Aftur í ár er tað Bakkavegur, sum verður karmur um Válanina. Konsertirnar verða í…