Valevnalistar til Fólkatingsvalið 31. oktober 2022
sí nærri kunning: Fólkatingsvalið 2022
Valevnini í Vestmanna skipa fyri felags valfundi á Miðnámi fríggjakvøldið 8. novembur 2024 kl. 20.00. Ymisk evni verða umrødd og eisini fáa áhoyrarnir møguleika at seta valevnunum spurningar. Orðstýrari verður Helgi Jacobsen, journalistur og vestmenningur. Vestmanna komuna stuðlar tiltakinum, og letur eisini stuðul til næmingar á Miðnám sum hjálpa til. Møtið fjølment.
Kommunuvalið nærkast og níggju valevnir bjóða seg fram at stjórna bygdini næstu fýra árini. Eftir at hava ráðført seg við landsins myndugleikar, eru valevnini komin ásamt um, at tað ikki er ráðiligt at hava vanliga valfundin við áskoðarum. Valfundur verður tó, men á ein øðrvísi hátt. Valfundurin í ár verður í Nærvarpinum, á Stađn6m FM…
Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kirkjuráðsvalið til Vestmanna kirkju tann 4. november 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 21. oktober, til mikudagin 29. oktober í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 29. oktober…
Gjørt verður kunnugt, at vallistarnir til Løgtingsvalið tann 8. desembur 2022 liggja frammi til alment eftirlit í kommunuskrivstovuni frá 18. november 2022 til 30. november 2022 í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal vera send kommununi í seinasta lagi 1 viku…
Vallistin liggur frammi til alment eftirlit Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. novembur 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 8. oktobur 2024 til mikudagin 23. oktobur 2024, í vanligari avgreiðslutíð. Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Vestmanna kommunu í seinasta lagi 5. novembur 2024. Opið…
í gjár kundu Vestmenningar síggja prísvinnandi stuttfilmin Trøllabeiggi. Trøllabeiggi er ein føroyskur stuttfilmur frá 2021. Filmurin hevur verði á yvir 100 festivalum kring heimin og vunnið áleið 90 virðislønir. Eftir filmin greiddi Gudmund Helmsdal frá nýggja hugskotinum, til filmsverkætlan, ið byggir á bókina Vandaferð, eftir Frederik Bláhamar, um tá ið Vestmanna sluppin, Union…
Vestmanna Sangkór skipar fyri várkonsert í Vestmanna Kirkju. sunnudagin 14. mai 2023 kl. 18. Skráin til konsertina verður eitt fjølbroytt úrval av eldri og nýggjum føroyskum kórverkum. Vestmanna kommuna stuðlar konsertini Vestmanna Sangkór skrivar soleiðis: Nú Vestmanna Sangkór er um at vera klárt til at fara eina konsertferð til Tallinn í Estlandi á…
Vatnleiðingsbrot er á veitingini omanfyri kirkjuna, og tí hevur meginparturin mitt í bygdini mist vatnið. Arbeitt verður við at umvæla brekið.
Víst verður á at vatmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkirn er helst at borgarar lata vatnið renna, meðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Tí heitir kommunan á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt, og í ringasta fall at lata tað lagra.
Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkin er helst, at borgarar lata vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.
Í næstum verða rørini og UV-rørskipanin á vatnreinsiverkinum skift út. Hetta kann koma at ávirka vatnveitingina, sum av og á kann gerast óreglulig. Arbeiðið væntast at vara uml. 4 vikur, tvs. til uml. hálvan mars.
Maskinurnar hava grivið út í eitt seinastu dagarnar, men hóast tað, so liggur eitt stórt arbeiði í at koma runt í morgun. Bilar, sum eru farnir út at koyra í morgun, standa fastir, og tað órógvar eisini kavaruddingina. Heitt verður tískil á bilførarar um at vísa skynsemi og ikki fara út at koyra fyrr enn…
Vegna illveður er læknaviðtalan í Vestmanna stongd í dag, týsdag 31. januar 2024. Um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp, ring á telefon 226 003 Læknaviðtalan er opin aftur sum vant í morgin, mikudag 1. februar 2024.
Vegna illveður verður eingin ansing á dagstovnaøkinum í morgin tann 31. januar 2024. Vestmanna skúli hevur somuleiðis boða frá at øll skúlagond er avlýst í morgin 31. januar 2024. Mynd: Savnsmynd frá Portal.fo
Vegna tekniskt brek, er svimjihylurin í Vestmanna stongdur. Boðað verður frá, tá svimjihylurin verður opin aftur!
Avlýsing sunnudagin 11. septembur 2022 kl 14:00 Gongutúrur Niðan gjøgnum Fossá og Bjarnadal og haðani niðan á Loysingafjall er avlýstur vegna veður. Vitja VÍF Kappróður í dag VÍF Kappróður skipar fyri tiltøkunum í Neystinum í dag frá kl 16:00 – 18:00. Innkomni peningurin fer til eitt nýtt fimm-mannafar. Vestmannadagar 2022
Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár. Skrá: 20.00 Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05 VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15 Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30 Felagssangur. 20.45 Magni Mohr, professari. Framløga um…
VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum, og í morgun var móttøka fyri teimum nýsettu. Stýrið fyri VEKS samtykti farna summar at broyta virkisætlanina fyri VEKS, har størri dentur skuldi leggjast á at lyfta fakligu styrkina, leiðsluna, og tað fyribyrgjandi arbeiðið, alt fyri at fáa eitt betri eldratilboð til borgaran. Hettar arbeiðið er væl á veg,…
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið. SKRÁ Strekkja út/hita…
Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS. Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár. Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024 Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5,…
Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin. Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS. Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur…
VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini. Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna. Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan…
Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: 1 fysioterapeut til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað…