Tíðindi

Country tónleikur og jólahýrur

Í kvøld verður jólakonsertin við country konginum og drotningini, Halli Joensen og Kristinu Bærendsen í Silkienni.  Dyrnar lata upp klokkan 19.30 og konsertin byrjar klokkan 20.00. Kom í góðari tíð, fá tær eitt pláss og njót hugnaliga jólahýrin longu áðrenn konsertin byrjar. Til ber at keypa kaku, kaffi og ymiskt drekkandi á staðnum. Vit gleða…

Tíðindi

Kommunulækni til viðtaluna í Vestmanna

Eitt spennandi kommunulæknastarv í Vestmanna er leyst at søkja. Í eini góðari og dagførdari læknamiðstøð, fer nýggi læknin at taka sær av eini 1443 fólkum úr heilsuøki 3, sum samanløgdu Vestmanna-, Eiði- og Vága læknadømir nú eita. Freistin at søkja er sunnudagin 4. januar 2026. Meira fæst at vita um starvið við at trýsta á…

Tíðindi

Skrúvað verður fyri vatninum

Í samband við arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum á Flatnavegi, í morgin, týsdag 16. desember, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt. Meðan arbeiðið er í gongd, verður eisini óstøðugt vatntrýst frá Niðara Vegi 1 og úteftir.

Tíðindi

Blikk til nýggjárið

Á hvørjum ári prýða logandi blikk bygdina, tá ið vit bjóða nýggja árinum vælkomnum.  Nógv blikk skulu til, fyri at kunna lýsa allar vegir upp, og á hvørjum ári eru bygdafólk so beinasom at goyma blikkini gjøgnum árið til gamlaárskvøld ella lata tey inn á Skilagátt so hvørt. Fruktblikk er tó ikki ein vøra, sum…

Bygdarráðsfundur 17.12.2025

Vestmanna bygdarráð hevur fund í kvøld kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá fyri opnum hurðum eru: Áseting av fundardøgum fyri 2026 Uppskot til reglugerð fyri parkeringsøkið á havnarlagnum  

Tíðindi

Ítróttahøllin dagførd

Nógv er hent í ítróttahøllini í ár, serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina. Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986 og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt. Stórt viðlíkahaldsarbeiði er tí gjørt í…

Tíðindi

Almenna vesið er stongt

Vegna máliarbeiði, er almenna vesið í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð stongt frá í dag, mikudag 17. desember, til og við týsdagin 23. desember.

Tíðindi

Húsavørður til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna leitar eftir einum húsavørði. Talan er um eitt fjølbroytt starv, har tú fer at arbeiða saman við hinum dugnaligu húsavørðunum at røkja og hava umsjón við húsunum og ognunum hjá kommununi. Talan er eitt nú um Vestmanna skúla, dagstovnarnar, ítróttahøllina, og ungdómshúsið.   Førleikar Húsavørðurin skal hava viðkomandi handverkaraútbúgving. Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein…

Tíðindi

Kommunuskrivstovan um jólini

Í sambandi við høgtíðina verður kommunuskrivstovan stongd frá týsdegnum 23. desember. Latið verður uppaftur mánadagin 5. januar klokkan 09:00.   Hevur tú átrokandi boð til kommunuskrivstovuna um jarðarferð ella trupulleikar við vatnveitingini, vegir, kloakk o.tl. kanst tú ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.

Tíðindi

Hagtøl fyri uppmøting á bygdarráðsfundum í 2025

Hagtølini fyri uppmøtingina á bygdarráðsfundunum í 2025 eru nú uppgjørd. 13 bygdarráðsfundir vóru hildnir í 2025. Á átta fundum møtti alt valda bygdarráðið. Á trimum fundum møttu varalimir fyri bygdarráðslim. Á tveimum fundum barst bygdaráðslimi frá at møta, men eingin tiltaksimur var innkallaður. 84 mál vóru viðgjørd í 2025. Av teimum vóru 10 fyri afturlatnum…

Tíðindi

Skilagátt millum jól og nýggjár

Skilagátt hevur opið millum jól og nýggjár, og annars er opið sum vanligt til og við 23. desember.   Upplatingartíðir á Skilagátt um jólini: Leygardagur 27. desember, kl. 14:00 – 17:00 Mánadagur 29. desember, kl. 16:00 – 18:00 Týsdagur 30. desember, kl. 16:00 – 18:00 Mikudagur 31. desember, kl. 16:00 – 18:00 Fríggjadagur 2. januar,…

Tíðindi

Staðið um jólini

  Ungdómshúsið, Staðið, er stongt í jólafrítíðini. Opið er aftur sum vant frá týsdegnum 6. januar 2026.   Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir ársskiftið við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Góð jól og gott nýggjár!    

Tíðindi

Kommunuskrivstovan er nú farin í jólafrí. Vit lata uppaftur mánamorgunin 5. januar klokkan 09.00.  Skilagátt letur uppaftur 27. desember og hevur opið sum vant, undantikið 1. januar, tá Skilagátt er stongt. Hevur tú átrokandi boð, eitt nú um vatn, jarðarferð v.m., kanst tú ringja á 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.…

Tíðindi

Høllin er opin til frítt spæl

Nú jólini eru farin afturum, er sikkurt gott hjá børnum og familjum at sleppa at røra seg eitt sindur aftur. Ítróttahøllin er opin hesar síðstu dagarnar í árinum til frítt spæl. Um vikuskiftið eru hondbóltsdystir aftur á skránni. Vinaliga ruddið eftir tykkum og tveitið rusk í ruskspanninar. Takk fyri. VÍF selur fýrverk í forhøllini frá…

Tíðindi

Loyvi krevst til nýggjársbál

Nú nýggjársaftan er í hondum, og siður er at brenna bál, vilja vit minna fólk á, at søkja um loyvi at brenna bál og at fara rætt fram. Tað er brunaumsjónarmaðurin hjá kommununi, sum skal góðkenna øll bál, áðrenn kynt verður. Hetta er sera umráðandi, so øll trygdarkrøv eru í lagi og so okkara Bruna-…

Tíðindi

Nærvarpið sendir gamlaársdag

Gamlaársdag er at tendra fyri útvarpstólinum og seta á FM 101.0, tí tá fer lokala útvarpsrásin í bygdini, Nærvarpið, at senda. Funnið er fram gott tilfar úr savninum við áhugaverdum søgum úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir, m.a. við Heðin Winther Olsen, sála, Inger Klein, Bjarka Skúvadal og onnur. Sent verður á FM 101.0…

Tíðindi

Vakra fýrverkið framskundað

Boytingar verða gjørdar í vanligu nýggjársskránni í Vestmanna, nú verðurforsøgnirnar boða frá nógvum vindi í kvøld og um midnáttarleitið. Fyri at festast kann í risastóru rakettirnar, samstundis sum trygdin er í lagi, er neyðugt við mildari veðri, enn boðað verður frá í kvøld. Tí verður fest í kommunala fýrverkið á kaiini longu klokkan 16.30 ella…

Tíðindi

Nýggjársheilsan

Góðu vestmenningar Eitt ár er farið, og eg hyggi aftur við stórum takksemi. Fyrst og fremst vil eg takka tykkum øllum, sum her búgva og virka. Hvørja einastu ferð eg ella onnur í umsitingini hava vent okkum til tykkum um hjálp um eitt hvørt, um tað so hevur verið til tónleikatiltøk, gongutúrar, Vestmannadagar, jólatiltøk, nýggjársblikk…

Tíðindi

Manslandsliðið venur í Vestmanna

Vilt tú heilsa upp á Hákun West av Teigum, Óla Mittún, Elias á Skipagøtu og hinar hondbóltsstjørnurnar? Manslandsliðið í hondbólti venur í høllini Vestmanna hósdagin 8. januar. Eftir venjingina, áleið klokkan 16.30, verður høvið hjá øllum børnum í Vestmanna at fáa autograf ella mynd við leikarunum. Venjingin er liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í Oslo,…

Tíðindi

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Nýtt ár – nýggjar avbjóðingar? Okkum tørvar starvsfólk við runutum stivlum og blíðari rødd! Elskar tú at spæla, flenna og at fáa børn at røra seg – og sært tú virðið í at vera nógv uttandura? Her eru tveir dagar sjaldan eins. Vit renna, hoppa, byggja, klintra og finna uppá. Vit halda, at børn læra…

Tíðindi

Áheitan í samband við parkering av akførum

Vestmanna kommuna hevur fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga tá kavi er. Tað er serliga á Niðara vegi – á Mørkini –, at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa fram við parkeraðum bilum.   Hetta er ein vinarlig áheitan á fólk um…

Tíðindi

Skreiðan á Fjalsvegi í kvøld

Øll brekkan klødd við kava – kjúlala hey, fitt flyksingur fúkandi fleyg! Kommunan steingir ovara part av Fjalsvegi í kvøld ímillum klokkan 18.00 og 21.00, so børn og barnsligar sálir kunnu stuttleika sær á góðu brekkuni. So finn tær sletuna ella skíðurnar fram og kom út og hugna tær saman við øðrum. Kommunan bjóðar heitt…

Tíðindi

Ring koyrilíkindi

Ógvuliga nógvur kavi er komin niður seinnapartin og tað heldur fram at kava. Báðar maskinurnar hjá kommununi eru runt og grava, men tað er trupult hjá teimum at sleppa framat í støðum fyri bilum, samstundis sum nakrir bilar hava rent seg fastar. Kommunan vil tí heita á øll um at koyra minst møguligt í bygdini…