Tíðindi

Skúlanæmingar skreiða á Fjalsvegi í morgun

Eftir eitt væl eydnað kavakvøld á Fjalsvegi í gjárkvøldið, fara næmingar og lærarar at skreiða á Fjalsvegi í morgun.  Ovari partur av Fjalsvegi verður tí stongdur millum klokkan 10.00 og 11.30. Aftaná fáa næmingar bollar og kakao í skúlanum.    

Tíðindi

Landsliðvenjing í Vestmanna avlýst

Hondbóltssamband Føroya hevur boðað kommununi frá, at manslandsliðið í hondbólti ikki kemur at venja í Vestmanna í dag kortini, vegna vánalig koyrilíkindi. Tað eru sikkurt nógv børn, ið hava glett seg, at heilsa upp á landsliðleikararnar í dag, so tí harmast vit um avlýsingina, men vit hava fingið lovað, at venjingar hjá A-landsliðnum verða lagdar…

Tíðindi

Vestmanna kommuna í tølum í 2025

Nógv fleiri børn, yvir hundrað á kvøldskúlaskeiði og hundraðtals hondbóltsdystir  – Vestmanna í tølum og rákum.   Hvørt ár savna vit ymisk hagtøl saman um kommununa. Hagtøl kunnu ljóða turr, men tølini siga í veruleikanum søgur um gerandisdagin, felagsskapin og tær smáu og stóru hendingar, sum mynda okkara lokalsamfelag. Eftir at bert átta børn vórðu…

Tíðindi

Íbúðarbygningur reistur

Ein nýggjur íbúðarbygningur varð reistur í Vestmanna í morgun. Talan er um ein bygning á Bakka við fýra íbúðum á 74 fermetrar. Byrjað var at seta lidnu elementini upp mánadagin og nú er bygningurin reistur. Tað er byggifyritøkan við Hjarvardi Kjærbæk, ið letur íbúðirnar byggja. EYA arkitektar hava teknað.   Stórur eftirspurningur Í 2022 umbygdi…

Tíðindi

Nærvarpið í Vestmanna

Eftir fleiri áheitanir fer Nærvarpið at endursenda sendingina, sum bleiv send gamlaárskvøld. Gott tilfar er funnið fram úr savninum. Talan er um áhugaverdar søgur úr Vestmanna og samrøður við kendar røddir. Millum annað við Heðin Winther Olsen, sála, Jógvan Durhuus, Inger Klein og onnur. Sent verður á FM 101.0 og rásin hoyrist bara í Vestmanna…

Tíðindi

Heildarætlan fyri økið Inni á Fjørð

Einaferð var økið ein stórur sandur. Síðan bleiv tað brúkt til bukkvald, ferjulegu í 90´unum, men í dag er økið Inni á Fjørð eitt stað har fyritøkur, miðnámsskúli og ferðavinnan halda til.  Nú er ein heildarætlan gjørd fyri økið, sum skal snøgga og betra um, og samstundis binda saman verandi virksemi og bygdarlívið. Havnarnevndin í…

Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2026/27

Mikudagin 28. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 28. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 26. januar. Innskrivingarskjal   Leiðslan, Vestmanna Skúli

Tíðindi

Sigurd 100 ár

Í dag fyllir Sigurd Nielsen 100 ár. Sigurd er føddur í Vestmanna 23. januar í 1926 og hevur búð í bygdini alt sítt lív. Foreldur hansara vóru Sanna og Jens Nielsen. Tey fingu sjey børn, og Sigurd er tann einasti av teimum, sum eftir er. Hann vaks upp á Heygum í Vestmanna, og bygdu hann…

Tíðindi

Bygdarráðsfundur mikudagin 28.01.2026

Fyrsti regluligi bygdarráðsfundur í 2026 verður hildin mikudagin 28. januar kl. 17. Á almenna fundinum er eittans mál á skrá: Mál nr. 85 – broyta heitið á játtan á FÆ26 í samband við gerð og viðlíkahald av vegum.

Tíðindi

Kirkjugarðurin verður nú gjørdur liðugur

Síðsta hond verður nú løgd á nýggja partin av kirkjugarðinum á Knúgvum.  Í mai í fjør var fari undir at útbyggja kirkjugarðin á Knúgvum, og í heyst var alt lendisarbeiðið liðugt. Lendið hevur nú havt tíð at seta seg, og nú er arbeiðið tikið uppaftur. Articon er nú í holt við at rætta lendið til…

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Ein nýggjur kommunulæknaavloysari verður í Læknaviðtaluni í Vestmanna frá mánadegnum 2. februar til og við 13. mars. Tað verður danin, Mikkel Kaleli, ið fer at røkja viðtaluna hesar vikurnar. Gunnhild Helmsdal, ið hevur verið kommunulækni í kommununi í átta ár, er tíverri givin í starvinum, og tí kann væntast, at tað næstu tíðina vera skiftandi…

Tíðindi

Føstulávintsrokkur fyri ung

Góður tónleikur, grýlur, nógvur ungdómur og gott lag.  Fríggjakvøldið tann trettanda, skipar kommunan fyri einum rimmar ungdómskvøldi í Silkienni, har fimm tónleikaframførslur eru á skránni. At framføra fara tveir bólkar úr ungdómshúsinum í Klaksvík, ein bólkur úr ungdómshúsinum í Runavík, ein bólkur úr okkara egna ungdómshúsi – og kvøldið verður rundað av við einum braki,…

Tíðindi

Lendi boðið út til bústaðarbygging

Vestmanna kommuna bjóðar nú eitt øki á umleið 700 fermetrar út til bústaðarbygging.  Fleiri ynskja sær ein bústað í Vestmanna, og javnan spyrja fólk seg fyri um møguleikar at fáa fatur á einum bústaði. Tað eru bæði yngri og eldri fólk. Vit leggja sjálvandi nógv fyri, so tað letur seg gera at búseta seg her.…

Tíðindi

Starvsfólk í kommununi: Torbjørn Egholm

Komandi vikurnar fara vit at seta sjóneykuna á starvsfólk í kommununi. Á teimum ymsu økjunum í kommununi starvast nógv dugnalig og eldhugað fólk, sum hvønn dag gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði. Endamálið er at geva innlit í fjølbroytta arbeiðið í kommununi og í tey menniskju, sum standa aftanfyri tænasturnar. Fyrsta starvsfólkið hjá Vestmanna kommunu,…

Tíðindi

Leys størv í VEKS

Eldrasamstarvið VEKS søkir eftir starvsfólki.  Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum og vera við til at skapa tryggleika, umsorgan og lívsgleði hjá eldri? So hava vit rætta starvið til tín í einum jaligum og stuðlandi arbeiðsumhvørvi, har umstøðurnar og fakleikin eru í hásæti. Talan er um størvini kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari og køksfólk.…

Tíðindi

Trappur, rekkverk og snøklar

Nógv smærri arbeiðir verða gjørd í kommununi næstu tíðina. Arbeiðini fevna m.a. um at skifta gomul rustaði rekkverk út við nýggj rekkverk úr rustfríum stáli, at stoypa trappur av nýggjum og rætta til, eins og aðrir snøklar verða stoyptir og asfalteraðir. Fleiri hava sikkurt varnast, at nýtt rekkverk er sett upp við trappurnar niðan í…

Tíðindi

Samstarv um demensøkið

Í dag skrivaðu forfólkini í Roðanum, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænastu og VEKS undir avtalu um dagtilhald og umlætting til yngri við demens.   4. november í fjør legði landsstýrið fram á ting uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Ábyrgdin av dagtilboðum og umlætting til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur…

Tíðindi

Eldradagur á Miðnámi

Sangur, fyrilestur, hugni og samvera. Skipað verður fyri einum eldradegi á Miðnámi leygardagin 28. februar klokkan 15.00. Tiltakið er ætlað øllum í aldrinum 60 ár og eldri. Tað eru limirnir í eldraráðnum í VEKS, sum skipa fyri. Nógv gott og viðkomandi er á skránni, og tiltakið er ókeypis.   Skráin: Kl. 15.00 Jens H. Jensen,…

Tíðindi

Torgið lýsir gult og blátt

Hesar dagarnar er ein serligur dámur á Torginum. Stóru trøini, sum vanliga lýsa í mildum litum á jólum, lýsa nú gult og blátt. Orsøkin er, at Torgið er í hondbóltshýri, nú hondbóltskvinnurnar hjá VÍF skulu spæla hálvfinalu um vikuskiftið. Fleiri av barnaliðunum í bygdini hava spælt seg í finalurnar, sum er næsta vikuskiftið, so Torgið…

Tíðindi

Starvsfólk í kommununi: Eyðbjørg Hansen

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi. Hesaferð varpa vit ljós á Eyðbjørg Hansen og dagstovnaøkið. Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá Vestmanna kommunu í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan. Tá barnagarðurin Gjáarlon stóð…

Tíðindi

Tunnusláttur í ítróttahøllini

Árliga føstulávintshaldið við tunnusláttri, sum VÍF skipar fyri, verður í høllini føstulávintsmánadag 16. januar klokkan 16.00. Eins og vanligt er, vera tunnur til ymsar aldursbólkar. Steyp eru til grýlurnar, ið fáa tunnurnar niður, og øll børn fáa sunkist og okkurt søtt. Kostnaður er 30 krónur fyri børn. Tað er ókeypis atgongd fyri vaksin.

Tíðindi

Spennandi leikurin Prima Facie pallsettur í Vestmanna

Det Ferösche Compagnie fer á leikferð kring landið við nógv rósta leikinum Prima Facie, og 5. mars kl. 20 verður høvi at uppliva leikin í Auluni í Vestmanna Skúla. Í leikinum fylgja vit sakføraranum Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur verji. Hon kennir lógarspælið og vinnur næstan…

Tíðindi

Føstulávintsdisko á Staðnum

Komandi fríggjakvøld skipar Staðið fyri føstulávintshaldi fyri børn í aldrinum 4. til 6. flokk. Ger teg klár/kláran til eitt brak av einari veitslu! Fríggjakvøldið 20. februar     –     4. – 6. flokkur     –     Kl. 19.00 – 22.00 LIAM live – góður tónleikur og disko-hýrur! Lekrir drinks og snacks Stuttligar kappingar Flottasta grýla…

Tíðindi

Skrá til bygdarráðsfundin 25. feb

Bygdarráðsfundur verður 25. februar kl. 17 á bygdarráðsskrivstovuni. Almenn mál á skrá: 89 – Marknaumskipan á matr. 205ca 90 – Broyting av bygdarskipan á matr. 319a 91 – Umsókn um stuðul til uttanlandsferð frá Vestmanna sangkóri 92 – Umsókn um stuðul frá Bátastevnuni 93 – Tilmæli um takið á nýggja skúla