Vegna tekniskt brek, er svimjihylurin stongdur fyribils
Vegna tekniskt brek, er svimjihylurin í Vestmanna stongdur. Boðað verður frá, tá svimjihylurin verður opin aftur!
Vegna tekniskt brek, er svimjihylurin í Vestmanna stongdur. Boðað verður frá, tá svimjihylurin verður opin aftur!
Avlýsing sunnudagin 11. septembur 2022 kl 14:00 Gongutúrur Niðan gjøgnum Fossá og Bjarnadal og haðani niðan á Loysingafjall er avlýstur vegna veður. Vitja VÍF Kappróður í dag VÍF Kappróður skipar fyri tiltøkunum í Neystinum í dag frá kl 16:00 – 18:00. Innkomni peningurin fer til eitt nýtt fimm-mannafar. Vestmannadagar 2022
Hósdagin 23. januar kl. 20.00 verður almenn kvøldseta á Grønanesi, í samband við at VEKS er 10 ár. Skrá: 20.00 Vælkomin – Sára Jógvansdóttir, forkvinna í stýrinum fyri VEKS 20.05 VEKS – nýggja leiðin. Páll á Reynatúgvu, stjóri 20.15 Kórið hjá Magna Christiansen syngur tveir sangir. 20.30 Felagssangur. 20.45 Magni Mohr, professari. Framløga um…
Søk um tænastur frá VEKS á Vanganum – trygt og einfalt Nú kunnu borgarar hjá VEKS søkja um tænastur á Vanganum – og tørvar tær hjálp kunnu avvarðandi søkja fyri teg. Við nýggja møguleikanum kunnu eldri fólk í Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu senda umsóknir um tænastur og veitingar, sum t.d. endurvenjing og mattænastu á…
VEKS betrar tænastuna við fleiri fakfólkum, og í morgun var móttøka fyri teimum nýsettu. Stýrið fyri VEKS samtykti farna summar at broyta virkisætlanina fyri VEKS, har størri dentur skuldi leggjast á at lyfta fakligu styrkina, leiðsluna, og tað fyribyrgjandi arbeiðið, alt fyri at fáa eitt betri eldratilboð til borgaran. Hettar arbeiðið er væl á veg,…
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið. SKRÁ Strekkja út/hita…
Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS. Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár. Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024 Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5,…
Leiðslubólkurin í VEKS, fekk mánamorgunin innleiðandi kunning um innanhýsis samskiftis og kunningarskipanina, INTRA, sum verður sett í verk eftir summarfrítíðina, fyri allan starvsfólkabólkin. Intraskipanin er enn ein liður í at samansjóða ymisku starvsfólkaliðini í VEKS, og harvið skipa eina meira einsháttaða tænastu fyri alt tænastuøkið í VEKS. Skipanin er keypt frá Intra, og brøðurnir Jaspur…
VEKS hevur nú fingið nýggj høli. Fyrisitingin hjá eldrasamstarvinum, sum øll árini hevur hildið til á loftinum í kommunuskrivstovuni, er nú flutt í gomlu sýslumanshúsini. Samstarvssáttmálin millum Eiðis-, Sunda-, Kvívikar-, og Vestmanna kommunu, staðsetur fyrisitingina hjá eldrasamstarvinum hjá VEKS at vera í Vestmanna. Skrivstovan er nú á Bakkavegi 20, í reyðu, stásiligu sýslumanshúsunum, ið kommunan…
Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi Søkt verður eftir: 1 fysioterapeut til fast starv til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað…
Tað er deildarleiðarin á Korndalsbýlinum, Tórgerð Jallgrímsdóttir, sum eisini er instruktørur í fyrstuhjálp, ið hevur staðið fyri skeiðnum. Skeiðið er ein liður í at fáa fyrstuhjálp á eitt trygt og varandi støði í VEKS. Ætlanin er at skipa fyri regluligum og afturvendandi skeiðum. Málið er 3. hvørt ár. Skeiðini eru liður í yvirskipaða…
Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin fór fram á skrivstovuni hjá VEKS í gjár. Veljast skulu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur. Í Vestmanna kommunu kom ein listi…
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið. Venjing verður mánadagin 2.…
Nøkur fá pláss eru eftir á liðunum ið venja í Vestmanna mána- og mikudagar. Ring á telefon 79 32 76 og hoyr nærri.
Stýrið fyri heimatænastuna í Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunur, VEKS, hevur gjørt av at veljast skal eitt eldraráð í økinum. Eldraráðið verður stovnað við hesum endamáli. Eldraráðið er ráðgevi hjá VEKS og fær í lag samskifti millum eldru borgararnar og VEKS. Eldraráðið verður kunnað um tiltøk, sum hava týdning fyri tey eldru og eigur…
Flaggdagsrøðan hjá Sólvit Nolsø í Vestmanna 2026 Eitt merki er tekin og eitt eyðkenni. ”Merkið” er okkara eyðkenni. Tað sigur frá, at vit eru eitt fólk við felags máli, eini mentan og eini søgu. Fleiri søgur knýta seg at Merkinum. Serliga søgan um fyrstu sluppina, sum flaggaði við Merkinum, er kend her á staðnum.…
Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur Tann 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. …
Tann 16. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 780 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um…
Mira og Gilli eru sera spent, tí skjótt byrja tey í 1. flokki Ansið væl eftir teimum í ferðsluni – og øllum hinum, sum eisini fara í skúla fyri fyrstu ferð Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla…
Í morgin byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla. Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru nøkur børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru tí óroynd í nógvu ferðsluni um morgnarnar og kunnu vera gáloysin. Vestmanna kommuna vil…
Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran. Í minsta lagi 6 sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er einans garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og er nærum allastaðni – framvið vegum, áarbakkum, í bønum – ja, allastaðni har hon sleppur, tekur hon yvir. Øll hini skørusløgini eru…
Frá í dag 1. mars 2024 fer ungdómshúsið at seta gongd á verkstovurnar aftur. Vit eru sera fegin um, at tey ungu hava tikið so væl ímóti okkara nýggju verkstovuskipan, sum miðar eftir at fevna um øll áhugað – roynd sum óroynd. Við skúlaársbyrjan 2023 settu vit av álvara gongd á virkishúsætlanina, og vit…
Vesini á havnarskrivstovuni verða hereftir stongd kl. 16.00 og latin upp aftur kl. 8.00 morgunin eftir. Í vikuskiftinum vera vesini stongd. Hetta verður gjørt, tí at tað áhaldandi verður gjørt herverk á vesunum.
Frá leygarmorgni 29. juni kl. 10.00 til kappróðurin er liðugur verða óviðkomandi skip og bátar biðin um at halda seg burtur frá kappróðrarøkinum