Áheitan í samband við parkering
Í samband við vegarbeiði og arbeiði at gera nýggja gongubreyt, verður heitt á fólk um ikki at parkera á vegnum, frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu, frá í morgináirin, mikudag 25. juni, til arbeiðið er liðugt.
Í samband við vegarbeiði og arbeiði at gera nýggja gongubreyt, verður heitt á fólk um ikki at parkera á vegnum, frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu, frá í morgináirin, mikudag 25. juni, til arbeiðið er liðugt.
Vestmanna Kommuna hevur fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga tá kavi er. Tað er serliga á Niðara vegi – á Mørkini – og á Ovara Vegi við vegamótið til Fjalsveg, at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa fram við parkeraðum bilum. …
Dagførðing kl. 14:55 – Tað er koyrandi aftur, men sera ring koyrilíkindi Dagførðing kl. 13:35 – Vestmannavegurin er stongdur fyribils 14. mars 2023 kl. 13:15 Nakrir bilar standa fastir á Vestmannavegnum. Heit verður tí á bilførarar at bíða við at koyra til Politii og Landsverk hava fingið rudda vegin. Vit kunna nærri
Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi. Vitjað var í Ólafsvík, Hellissandi og Rif, sum allar eru í Snæfelsbærar kommunu. Eisini varð leiðin løgd fram við hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík. Bygdarráðið hevur útvegað teimum hølini, restini skipa tey…
Kvinnulandsliðið í hondbólti venur í Vestmanna í kvøld frá 17.00 til 19.00. Í hesum sambandi eru øll børn í Vestmanna boðin í høllina at hyggja og fáa autograf ella mynd við leikarunum eftir venjingina. Venjingin í kvøld er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober og til HM-endaspælið í Týsklandi, sum byrjar í…
Fyrr í ár fekk borgarstjórin vitjan av 7. flokki (nú 8. flokkur) í Vestmanna Skúla. Endamálið við vitjanini var at læra eitt sindur um hvat uppgávan hjá eini kommunu er. Bjørg á Rógvi, borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at spyrja hesi ungu, um tey høvdu nøkur ítøkilig ynski til kommununa og smæddust tey ikki…
So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna. TÝSDAGUR 22. JUNI 19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni MIKUDAGUR 23. JUNI 13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær 17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe 18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt…
Nú koronasmittan ger um seg aftur, og smitta eisini er staðfest í Vestmanna, er avgjørt at avlýsa øll almenn tiltøk hesa vikuna. Tvs. at tiltøkini í sambandi við Rørslureikanina eru avlýst og eisini verður Staðið stongt alla vikuna.
Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.
Sølan av atgongumerkjum til Válan í Vestmanna, sum verður leygarkvøldið 17. apríl, gongur sera væl. So nú er ikki at bíða, um tú vilt tryggja tær atgongumerki. Vit gera vart við, at atgongumerki verða EINANS seld í forsølu á atgongumerki.fo
Aftan á ein drúgvan jólasteðg byrjar Dagtilhaldið aftur mikudagin 20. januar 2021 kl. 14.30. Dagtilhaldið heldur til í Sýslumanshúsunum og kemur saman mikudagar kl. 14.30 – 17.00.
Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari. Tað er VEKS, sum er kommunala eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu, ið hevur tikið stig til útbúgvingina. Átta av teimum 22, sum hava luttikið á útbúgvingarskeiðnum og lokið prógv, starvast í VEKS, meðan hini eru úr fimm øðrum kommunalum samstarvsøkjum. Ein teirra…
Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir nærri avtalu. VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara. Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Telduførleika á brúkarastøði.…
Summarið er komið og gróðurin er góður. Trø og runnar eru hjá fleiri farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala trø ferðsluskeltir. Kommunan vil tí heita á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gongubreyt, gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum. Vit vilja minna á, at tað er…
Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka. Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 22. juni…
Kommunuskrivstovan er nú farin í jólafrí. Vit lata uppaftur mánamorgunin 5. januar klokkan 09.00. Skilagátt letur uppaftur 27. desember og hevur opið sum vant, undantikið 1. januar, tá Skilagátt er stongt. Hevur tú átrokandi boð, eitt nú um vatn, jarðarferð v.m., kanst tú ringja á 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á telefon 297 200.…
Í dag er 112 dagur í Látipípuni. Tað er foreldraráðið, sum skipar fyri 112 degnum, har børnini á dagstovaøkinum í Vestmanna sleppa at síggja og royna seg innan Vestmanna sløkkilið og bjargingarlið, sjúkrabil og løgreglu.
Fríggjadagurin 22 september var ein heldur ørvísi dagur fyri børnini, sum ganga í Gjáarlon og Látipípuni. Har varð skipað fyri einum 112 degi. Børnini fingu vitjan av Vestmanna sløkki- og bjargingarliði, sjúkrabili og løgregluni. Børnini og barnsligar sálir vóru ógvuliga spent at sleppa at síggja og sita í hesum akførum og ikki minst at…
Børnini hava havt sín síðsta skúladag og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið í annaðkvøld, fríggjakvøldið 20. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri John´sa handil. Alt bendir á, at veðrið eisini verður við okkum. Á skránni verður bál, røða, felagssangur, rógving, hugni og matsøla. Skrá: 18.00-20.00 Søla í neystinum. Grillaðar pylsur og…
Georg F. Hansen og Mary Antonsdóttir røða 1. mai í Vestmanna Leygardagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Røðarar verða Georg F Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni skipar Pauli Magnussen á Staðnum.Eftir fundin…
Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up…
Altjóða verkafólkadagurin verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin 1. mai kl. 16:00. Hetta er tíggjunda ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður. Vestmanna Hornorkestur spælir…