Tíðindi

Útvarpsdokumentarur: Gomul grøv funnin í Vestmanna

Kringvarp Føroya sendir í dag kl. 17.00 ein útvarpsdokumentar um ein elligamla grøv, sum er funnin í Vestmanna, har fleiri sjórænarar blivu hongdir í 1615. Dokumentarurin roynir at samantvinna báðar søgurnar. Tá Finnbogi Joensen gróv út í túninum í sjeytiárunum, kom ein elligomul grøv undan kavi. Hann fann ongantíð útav, hvør lá í henni. Seinni frættist, at…

Tíðindi

Útleigan av kajakkum við John’sa handil

Jan Haldansen, hevur stovnað fyritøkuna Explore Vestmanna by nature. Endamálið við nýggju fyritøkuni er at útleiga kajakkir v.m.. Ætlanin er at skipa fyri royndartúrum fyri bygdarfólkinum longu í vár.   Jan sigur, at økið við Jonh’sa handil er so sera væl egnað til kajakkvirksemi, tí har er sandur og nemt at koma í kajakkirnar. Har…

Tíðindi

Útiløgukattar

Vestmanna Kommuna fer í næstum undir átak ímóti útiløgukøttum og fer, í hesum sambandi, at seta fellur upp.   Fyrstu fellurnar verða settar upp mánadagin, tann 10. oktober.   Fyri at sleppa undan, at tamar kettur/frensar enda í felluni og av misgávum verða avlívaðar, verður heitt á eigararnar, um at seta frámerki á kettuna/frensin, um…

Tíðindi

Útferð til Nólsoy við Eldrafelagnum og Dagtilhaldinum

Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið koma saman aftur mikudagin 31. august 2022 kl. 14:30 Útferð til Nólsoy Eldrafelagið Vesturskin og Dagtilhaldið skipa fyri útferð til Nólsoyar til ein góðan døgurða. Vit eru aftur í Tórshavn kl 17:30 og fáa kaffi og køku á Hotel Hafnia. Mikudagin 7. september 2022 Farið verður av Torginum kl 11:00 Kostnaður…

Tíðindi

Útbúnir rørslumennarar

Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning. Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving. Ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum. Arbeitt verður m.a. við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og…

TíðindiÚtboð

Utboð – Vinnuvirksemi á bedingini í Vestmanna

Í longri tíð hevur einki virksemi verið á bedingini. Bygdarráðið vil hava lív í økið aftur og fer tí hervið at bjóða bedingina út aftur til vinnuvirksemi.   Eru fyritøkur ella einstaklingar áhugað í virksemi á økinum, kunnu tey senda kommununi eitt uppskot til ætlan og eru allar ætlanir vælkomnar. Fevnir ætlanin um bátavirksemi, eru…

Tíðindi

Úrslitið av Skúlastýrisvalinum 2024

Umframt bygdarráðsval, var eisini val til skúlastýrið í gjár tann 12. novembur 2024.   Úrslitið Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av skúlastýrisvalinum var, at hesi trý vórðu vald. Jona Seloy Magnus Debess Madsen Fríðunn Vestergaard     Atkvøðubýtið Anja Heinesen 20 Fríðunn Vestergaard 27 Grímur Sundstein 15 Jona Seloy 44 Linda Johannesen 10 Magnus Debess…

Tíðindi

Úrslitið av Kommunuvalinum 2024

Til kommunuvalið var ein listi komin inn við 11 valevnum. Tilsamans 775 borgarar atkvøddu. Uppteljingin gekk væl, og úrslitið av kommunuvalinum var, at hesi sjey vórðu vald:   Sára Jógvansdóttir 145 Símun Jákup Højsted 138 Anja Haldansen 100 Karl A. Olsen 68 Pauli Magnussen 65 Jákup S. Jóannesarson 49 Janus Atli Jensen 43   Akvøðurnar…

Tíðindi

Úr fimm niður í fýra nevndir

Stýrisskipanin fyri Vestmanna bygdarráð var broytt við 2. viðgerð á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið. Síðan nýggja bygdarráðið tók við, hevur verið arbeitt við at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráð. Avgerðin fevnir um at umskipa bygdarráðsnevndirnar frá at vera fimm nevndir til fýra nevndir. Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at mentarnarnevndin og trivnaðar- og umhvørvisnevndin eru lagdar saman…

Tíðindi

Uppraðfestingin av børnum og ungum ber frukt

Í sambandi við stóru spurnakanningina hjá Lóður fegnast Vestmanna Bygdarráð um góða skoðsmálið frá borgarum í bygdini, sum svaraðu spurninginum: “Hvussu nøgd/-ur ert tú við barnaansingina” Í tí sambandi vitjaðu umboð fyri bygdarráðið Dagstovnaøkið og Ungdómshúsið og bjóðaðu børnum og starvsfólki frukt, góðgæti og lagkøku.   Sambært Hera á Rógvi, sum er annar av stjórunum…

Tíðindi

Upp á tá dansur í Silkienni

Fríggjakvøldið, 11. november 2022, verður upp á tá dansur í Vestmanna. Hvar:          Silkienni Nær:          frá kl. 22:00, til kl. 24:30 Maibritt Ingebrigtsen hevur, saman við øðrum vestmenningum, tikið stig til tiltakið, sum fer at verða hvørt fríggjakvøld. Høvið verður at keypa ein drekkamun.   Vestmanna Kommuna stuðlar…

Tíðindi

Ungdómsleiðari til STAÐIÐ

Vestmanna kommuna leitar eftir ágrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ.   Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars. Staðið hevur opið fyri 4.- 6.…

Tíðindi

Ungdómskonsert við 21KNM

Rimmar konsert verður á Staðnum í kvøld við rappbólkinum 21KNM.  í bólkinum eru fýra ungir mans, sum við góðum “beats”, frískum og stuttligum, og ikki minst fangandi tekstum, fáa áhoyrarafjøldina við, tá ið teir framføra. Tey ungu kenna m.a. sangirnar  “Effo Date”, “Mat í Luux”, “Bowla í Leirvík” og “Kom í gear”. 21KNM hevur havt…

Tíðindi

Ungdómshúsið Staðið víðkar um tilboðið

Ungdómshúsið Staðið víðkar um tilboðið: Opið allar gerandisdagar   Í longri tíð hava vit arbeitt við at økja um tilboðið á Staðnum. Fyrst í novembur hevur tað eydnast okkum at fáa tvey nýggj starvsfólk aftrat toyminum. Við hesum kunnu vit nú hava tvey starvsfólk til arbeiðis mánadag til fríggjadag. Hetta tryggjar eitt trygt og mennandi…

Ungdómshúsið Staðið stongt í kvøld 5. november

Vegna koronustøðuna er Ungdómshúsið Staðið, tíverri stongt í kvøld tann 5. november 2021. Tó, at vit ikki kenna til nakran beinleiðis tilburð á Staðnum, eru nógvir koronutilburðir í nærumhvørvinum. Vit meta tí, at tað er mest ráðiligt, at steingja nakrar dagar. Vit eftirmeta støðuna mánadagin. Starvsfólkini á Staðnum gleða seg, at síggja tykkum aftur.

Tíðindi

Ung í arbeiði í Vestmanna kommunu

Eins og undanfarnu ár varð skipað fyri átakinum ”Ung í arbeiði” í Vestmanna kommunu. Arbeitt var í viku 26, og vóru tað 14 raskir ungdómar, sum hesa ferð vóru við til at fríðka um í kommununi. Arbeiðsmennirnir skipaðu fyri ymsum arbeiðsuppgávum til vikuna, og arbeitt varð væl og miðvíst. Vestmanna kommuna vil við hesum takka…

Tíðindi

Ung í arbeiði 2025

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 23. juni…

Tíðindi

Ung í arbeiði 2024

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 24. juni…

Tíðindi

Ung í arbeiði 2023

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla? Er tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur? So kanst tú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum 26. juni…

Tíðindi

Ung í arbeiði 2022

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar. Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá hósdegnum 23.…

Tíðindi

Ung í arbeiði 2021

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.   Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum at rudda, lúka og fríðka.   Tíðarskeið Arbeitt verður frá mánadegnum…