Tíðindi

112 dagur í Látipípuni

Í dag er 112 dagur í Látipípuni. Tað er foreldraráðið, sum skipar fyri 112 degnum, har børnini á dagstovaøkinum í Vestmanna sleppa at síggja og royna seg innan Vestmanna sløkkilið og bjargingarlið, sjúkrabil og løgreglu.  

Tíðindi

112 dagur í Gjáarlon og Látipípuni

Fríggjadagurin 22 september var ein heldur ørvísi dagur fyri børnini, sum ganga í Gjáarlon og Látipípuni. Har varð skipað fyri einum 112 degi. Børnini fingu vitjan av Vestmanna sløkki- og bjargingarliði, sjúkrabili og løgregluni.   Børnini og barnsligar sálir vóru ógvuliga spent at sleppa at síggja og sita í hesum akførum og ikki minst at…

Tíðindi

Jóansøkubál og hugni

Børnini hava havt sín síðsta skúladag og summarið er yvir okkum. Tað verður hátíðarhildið í annaðkvøld, fríggjakvøldið 20. juni, tá ið kommunan skipar fyri jóansøkubáli niðanfyri John´sa handil. Alt bendir á, at veðrið eisini verður við okkum. Á skránni verður bál, røða, felagssangur, rógving, hugni og matsøla. Skrá: 18.00-20.00   Søla í neystinum. Grillaðar pylsur og…

Tíðindi

1. mai hald í Vestmanna

Georg F. Hansen og Mary Antonsdóttir røða 1. mai í Vestmanna Leygardagin kl. 16 verður 1. Mai-hald á Reyða torginum í Vestmanna. Røðarar verða Georg F Hansen, formaður Føroya Arbeiðarafelags, og Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya.Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður Vestmanna Arbeiðarafelags. Ljóðtøkni skipar Pauli Magnussen á Staðnum.Eftir fundin…

Tíðindi

1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna

Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna hósdagin kl. 16. Hetta er ellinta ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum. Røðarar hesaferð verða Ruth Boetius, forkvinna Havnar Arbeiðskvinnufelags, Jacob Eli Olsen, formaður Føroya Lærarafelags og Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur og stand-up…

Tíðindi

1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna

Altjóða verkafólkadagurin verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin 1. mai kl. 16:00. Hetta er tíggjunda ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.   Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur, og Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður. Vestmanna Hornorkestur spælir…