Arbeiði uppá vatnveiting
Skrúvað verður fyri vatninum til ovara partin av Heygagøtu og part av Útibø týsdagin 18. februar frá kl. 10 til arbeiðið er liðugt
Skrúvað verður fyri vatninum til ovara partin av Heygagøtu og part av Útibø týsdagin 18. februar frá kl. 10 til arbeiðið er liðugt
Hósmorgunin 2. juni verður arbeitt á Niðara Vegi uttanfyri Seglhúsið. Eingin koyring verður eftir Niðara Vegi, ímeðan arbeitt verður, tó Bygdaleiðir undantiknar.
SEV fer í næstum undir kaðalarbeiði á Leitisvegi – byrjað verður ætlandi týsdagin. Í fyrstu syftu verður arbeitt ímillum Leitisveg 9 og 13. Ætlanin er ikki at steingja vegin, men verður hetta neyðugt í løtum, verða jarnplátur tøkar til at leggja útyvir grevsturin, so neyðsendarakfør kunnu koyra eftir vegnum.
Tilmeldingin til ansing í summar er nú opin. Freistin at tekna til er fríggjadagin 22. mai. Dagstovnarnir í Vestmanna kommunu eru stongdir frá viku 30-32. Tað er frá mánadegnum 20. juli og opið er aftur sum vant mánadagin 10. august. Skúlin og Kongskjallarin fara í summarfrí frá mánadegnum 22. juni og byrja aftur mikudagin 12.…
Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Vestmanna skúla frá 1. februar 2023 at rokna. Anna Maria Reinert Jensen er 52 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt…
Nú verkfall er, verður boðað frá, at øll almennu vesini í kommununi eru stongd frá í dag, mánadag 27. mai 2024 og so leingi verkfall er.
Almennu vesini inni á Fjørð og undir havnaskrivstovuni verða vaskaði í dag. Almennu vesini í kirkjugarðinum verða vaskaði í morgin. Hetta merkir at øll tey almennu vesini hava opið aftur sum vanligt frá týskvøldinum 11. juni 2024. Vesini hava opið frá klokkan 08:00 til klokkan 20:00.
Vegna máliarbeiði, er almenna vesið í grøna skúrinum við bátahylin Inni á Fjørð stongt frá í dag, mikudag 17. desember, til og við týsdagin 23. desember.
Leiðingar, brunnar, rensl – ja, alt undir jørð skal nú skrásetast. Endamálið er at staðfesta hvar allar leiðingar eru, so at tað altíð er greitt, tá ið arbeitt verður, hvar rør og leiðingar eru. Arbeitt verður frá Heljareyga og út til Fossá, har allar regnvatns- og spillvatnsleiðingar verða uppmátaðar, og upplýsingar um tilfar og innihald…
Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna kommuna heitir á eigararnar, um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagið leygardagin 28. mars 2026, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.
Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna kommuna heitir á eigararnar, um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagið leygardagin 8. februar 2025, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.
Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna Kommuna heitir hervið á eigararnar um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagi leygardagin 27. apríl 2024, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.
í Miðhøllini í Vestmanna skúla mánadagin t. 18. oktober kl. 18.30 – 20.30. Ugur Kevioglu, ICDP lærari fyri Barnabata, arbeiðir við at skapa betri trivna í føroysku skúlunum. Tað ger hann millum annað gjøgnum sokallaða ICDP – háttin, sum hann við jøvnum millumbili undirvísir lærarum og námsfrøðingum í, og sum hann í næstum fer at…
Vestmanna kommuna hevur fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga tá kavi er. Tað er serliga á Niðara vegi – á Mørkini –, at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa fram við parkeraðum bilum. Hetta er ein vinarlig áheitan á fólk um…
Í samband við vegarbeiði og arbeiði at gera nýggja gongubreyt, verður heitt á fólk um ikki at parkera á vegnum, frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu, frá í morgináirin, mikudag 25. juni, til arbeiðið er liðugt.
Vestmanna Kommuna hevur fingið áheitan frá bussførarum hjá Bygdaleiðum um at heita á fólk at ansa eftir, hvussu tey parkera – serliga tá kavi er. Tað er serliga á Niðara vegi – á Mørkini – og á Ovara Vegi við vegamótið til Fjalsveg, at trupulleikar eru hjá bussinum at sleppa fram við parkeraðum bilum. …
Dagførðing kl. 14:55 – Tað er koyrandi aftur, men sera ring koyrilíkindi Dagførðing kl. 13:35 – Vestmannavegurin er stongdur fyribils 14. mars 2023 kl. 13:15 Nakrir bilar standa fastir á Vestmannavegnum. Heit verður tí á bilførarar at bíða við at koyra til Politii og Landsverk hava fingið rudda vegin. Vit kunna nærri
Í vikuni hava umboð fyri Vestmanna bygdarráð verið á vinarbýarvitjan í Snæfelsbær í Íslandi. Vitjað var í Ólafsvík, Hellissandi og Rif, sum allar eru í Snæfelsbærar kommunu. Eisini varð leiðin løgd fram við hjá eldrafelagnum í kommununi, sum heldur til í egnum húsum í Ólafsvík. Bygdarráðið hevur útvegað teimum hølini, restini skipa tey…
Kvinnulandsliðið í hondbólti venur í Vestmanna í kvøld frá 17.00 til 19.00. Í hesum sambandi eru øll børn í Vestmanna boðin í høllina at hyggja og fáa autograf ella mynd við leikarunum eftir venjingina. Venjingin í kvøld er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober og til HM-endaspælið í Týsklandi, sum byrjar í…
Fyrr í ár fekk borgarstjórin vitjan av 7. flokki (nú 8. flokkur) í Vestmanna Skúla. Endamálið við vitjanini var at læra eitt sindur um hvat uppgávan hjá eini kommunu er. Bjørg á Rógvi, borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at spyrja hesi ungu, um tey høvdu nøkur ítøkilig ynski til kommununa og smæddust tey ikki…
So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna. TÝSDAGUR 22. JUNI 19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni MIKUDAGUR 23. JUNI 13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær 17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe 18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt…
Nú koronasmittan ger um seg aftur, og smitta eisini er staðfest í Vestmanna, er avgjørt at avlýsa øll almenn tiltøk hesa vikuna. Tvs. at tiltøkini í sambandi við Rørslureikanina eru avlýst og eisini verður Staðið stongt alla vikuna.
Vestmanna kommuna skal hervið boða frá, at ferðavmarkingar uppá 30 km/t er sett á Fjalsvegi frá Ovara Vegi út um tey ytstu húsini. Ferðavmarkingin er víst við skeltum.
Sølan av atgongumerkjum til Válan í Vestmanna, sum verður leygarkvøldið 17. apríl, gongur sera væl. So nú er ikki at bíða, um tú vilt tryggja tær atgongumerki. Vit gera vart við, at atgongumerki verða EINANS seld í forsølu á atgongumerki.fo