Tíðindi

Pauli verður leiðari á Staðnum

Pauli Magnussen er settur í starv sum ungdómsleiðari í Vestmanna. Kommunan søkti í juli eftir leiðara til ungdómshúsið Staðið – og tað verður ein gamal kenningur, sum nú aftur fer at leiða ungdómshúsið í bygdini. Pauli Magnussen var nevnliga ungdómsleiðari hjá Vestmanna kommunu í 12 ár, frá 2008 til 2020. Staðið er staðið, har ung…

Tíðindi

Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir byrja aftur!

Í morgin byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla. Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru nøkur børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru tí óroynd í nógvu ferðsluni um morgnarnar og kunnu vera gáloysin. Vestmanna kommuna vil…

Tíðindi

Tekniskur leiðari til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir einum framfýsnum leiðara fyri tekniska økið í kommununi.    Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður. Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í gongd á tekniska økinum. Nevnast kunnu m.a. umbygging av…

Tíðindi

Vestmannadagarnir 2025

Gleð teg til fyrstu vikuna í september, tí tá vera árligu Vestmannadagarnir. Byrjað verður mikudagin 3. september og endað verður sunnudagin 7. september. Nógv gott verður á skránni og til allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu tiltøkini vera sjálvsagt aftur í ár, millum annað felags morgunmaturin og laksurin um kvøldið, men eisini vera fleiri nýggj og…

Tíðindi

Sólvit verður kommunustjóri í Vestmanna kommunu

Vestmanna bygdarráð hevur valt at seta Sólvit E. Nolsø í starv sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu. Starvið sum kommunustjóri varð lýst leyst fyrst í juli, og tá ið umsóknarfreistin var farin 31. juli, vóru seks umsøkjarar til starvið. Sólvit E. Nolsø er 39 ára gamal, er úr Dali, men býr í Havn saman við konu…

Tíðindi

Kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni

Ein nýggjur kommunulæknaavloysari verður á Læknaviðtaluni í hálvt ár fram.  Henning Koch er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá mánadegnum 4. august til 30. januar 2026, báðir dagar íroknaðir.

Tíðindi

Summartónar

Kom og uppliv okkara egnu Angeliku Hansen á violin saman við harpuspælaranum, Thomas Loefke. Summartónar verða at hoyra í Faer Isles Distillery í kvøld, fríggjakvøldið klokkan 20.00. Vestmanna kommuna stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis og fjølbroyttar tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið hava verið tvær konsertir og konsertin í kvøld…

Tíðindi

Klippið runnar og trø móti vegi

Summarið hevur verið sólríkt og lýtt, sum vit kunnu fegnast um, men tað merkir samstundis, at gróðurin hevur verið óvanliga góður. Trø og runnar eru hjá fleiri farin út á veg og gongubreyt, og í onkrum føri fjala trø ferðsluskeltir. Kommunan vil tí heita á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gongubreyt,…

Tíðindi

Skilagátt í summar

Skilagátt er opið sum vant í summar: mánadag – fríggjadag kl. 16.00 – 18.00 leygardagar kl. 14.00 – 17.00   Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag er stongt.  

Tíðindi

Kommunuskrivstovan í summarfrí

Eins og vanligt er, letur kommunuskrivstovan aftur í tríggjar vikur í summar og starvsfólk fara í summarfrí. Stongt verður frá mánadegnum 21. juli. Opið verður aftur mánadagin 11. august klokkan 09:00. Eru átrokandi boð, eitt nú um jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, ber til at ringja á telefon 770 109. Barnaverndartænastan í VEKS svarar á…

Tíðindi

Ársins herðaklapp

Á Vestmannadøgunum 2025 fer Vestmanna bygdarráð aftur at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri onnur og fyri bygdina. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 6. september, í samband við Vestmannadagar, tá ið kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør hevur uppiborið at…

Tíðindi

Ungdómsleiðari til STAÐIÐ

Vestmanna kommuna leitar eftir ágrýtnum og eldhugaðum leiðara til Ungdómshúsið STAÐIÐ.   Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars. Staðið hevur opið fyri 4.- 6.…

Tíðindi

Summartónar í kirkjuni

Orgul- og violinkonsert verður í kirkjuni í kvøld, týskvøldið klokkan 19.30. Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið eru tríggjar konsertir. Kom og uppliv tveir ungar meistarar á hvør sínum ljóðføri, nevnliga Hjalta Vang Sámalsson á violin og Ara Hammer á orgul.   Um…

Tíðindi

Kommunustjóri til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir einum visionerum kommunustjóra, ið vil vera við at føra kommununa enn longur fram á leið.   Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá bygdarráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. Kommunustjórin er starvsfólkaleiðari hjá áleið 80 fólkum. Vestmanna kommuna hevur ein greiðan og vælskipaðan…

Tíðindi

Juleif verður nýggi leiðandi húsavørðurin

Vestmanna bygdarráð hevur sett Juleif Durhuus í starv sum leiðandi húsavørð. Hann tekur við starvinum tann 1. oktober 2025. Juleif er 52 ára gamal og búsitandi í Vestmanna. Hann fekk prógv sum timburmaður í 1993 hjá Jóni Durhuus. Flest bygdafólk kenna Juleif fyri hansara handaligu dygdir, har hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur smíðað fleiri sethús…

Tíðindi

Móttøka fyri U21

AVLÝST! Triðj besta U21 landslið í hondbólti eiga Føroyar, og millum landsliðsspælararnar eru nakrir teirra vaksnir upp í gulum og bláum. Vestmanna og Kvívíkar kommuna skipar saman við VÍF fyri móttøku fyri landsliðsspælarunum. Óla Jákup, Sasha, Tróndur og Eyðbjørn. Okkara fýra HM-bronsuvinnarar verða fagnaðir í Miðhøllini klokkan 18.30 mikukvøldið. Kom og heilsa uppá! Vestmanna kommuna,…

Tíðindi

Broytingar í byggisamtyktini og bygdarskipanini

Broytingar í byggisamtyktini og bygdarskipanini fyri Vestmanna kommunu. Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundum 21. mai og 18. juni 2025 hevur samtykt broytingar í byggisamtyktini og bygdarskipanini…

Tíðindi

U21 hálvfinala í Miðhøllini

Nú knáu U21 garparnir hava vunnið seg í HM-hálvfinaluna, vísir kommunan dystin á stórskíggja í Miðhøllini í annaðkvøld. Komið og stuðlið okkara fýra VÍF´arum og hinum á føroyska landsliðnum. Kommunan bjóðar kaffi, saft og kaku. Klárt er at taka móti gestum frá klokkan 19:30. Øll eru hjartaliga vælkomin!   Vestmanna kommuna   (Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)

Tíðindi

Áheitan í samband við parkering

Í samband við vegarbeiði og arbeiði at gera nýggja gongubreyt, verður heitt á fólk um ikki at parkera á vegnum, frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu, frá í morgináirin, mikudag 25. juni, til arbeiðið er liðugt.

Tíðindi

Tímalønt størv innan reingerð

Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólkum at arbeiða nakrar tímar um vikuna. Eitt reingerðarfólk til frítíðaransingina í Kongskjallarinum at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, í dagtímunum, aðru hvørja viku (ólíka viku). Eitt ella fleiri reingerðarfólk at arbeiða í Gjáarlon. Tørvurin er 3,5 tímar hvønn gerandisdag frá klokkan 17:00, men arbeiðið kann býtast millum fleiri umsøkjarar.…