Tíðindi

Dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttardagstovnaøki

Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars 2023 góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki. Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum. At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á…

Tíðindi

Dagstovnaøkið letur upp aftur mánamorgunin kl. 10:00

Dagstovnaøkið letur upp sum vanligt mánamorgunin 10. juni 2024 klokkan 10:00. Vegna verkfall er tó neyðugt at foreldur hava miðmála við til børnini.   Gjáarlon og Látipípan, sum húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, hava verið stongd vegna verkfall.   Starvsfólkini gleða seg til at síggja børnini aftur.

Tíðindi

Dagstovnaøkið stongt vegna verkfall

Frá mánadegnum 14. juni eru Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan stongd, orsakað av at Føroya Pedagogfelag hevur lýst verkfall fyri allar limir, ið starvast á dagstovnaøkinum. Mánadagin 14. juni millum kl. 15 og 17 verður latið upp í bygningunum, so foreldur kunnu heinta klæðir v.m., sum tey ikki fingu viđ heim fríggjadagin.

Tíðindi veks bumerki

Deildarleiðari til borgarar í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu – VEKS

Søkt verður eftir deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum Starvsbrøk 1,0   VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra. Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har…

Tíðindi veks bumerki

Deildarleiðari til VEKS

Søkt verður eftir: Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum Starvsbrøk 1,0   Vit ynskja at seta teg í starv sum er virkisfús/ur, avbjóðandi og kveikjandi, og sum megnar nógvar uppgávur í einum mennandi umhvørvi. Sum dugir at fáa onnur at gera sítt besta, og samstundis hevur virðing og atlit til…

Tíðindi

Dennis Holm, landsstýrismaður á fundi

Í dag var Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum saman við embætisfólki, á fundi við Vestmanna bygdarráð. Til umrøðu var Vestmannatunnilin. Vestmanna bygdarráð vísti á, hví tað hevur skund at raðfesta tunnilin til Vestmanna. Tosað varð millum annað um skeivu gongdina í fólkasamansetingini, og avbjóðingarnar vinnulívið hevur við núverandi farleið. Eisini vísti bygdaráðið á,…

Tíðindi

Dramaskeið fyri børn

Hevur títt barn hug at spæla sjónleik? Nú verður skipað fyri dramaskeiði á Staðnum fyri børn í aldrinum 9 til 12 ár.  At venja sjónleik er sera mennandi, spennandi og gevur tær ikki bara betri førleika at spæla sjónleik, men tað styrkir eisini aðrar førleikar, sum eru hentir at hava í ryggsekkinum gjøgnum alt lívið.…

Tíðindi

Drekkivatnið

Trupulleikar hava í eina tíð verið við drekkivatninum. Bakteriur hava verið ávístar, og samstundis hevur verið arbeitt á vatnreinsiverkinum. Teldustýringin er útskift og nýggja skipanin innstillað. Í gjár og fyrradagin var sandurin skiftur í sandfiltrunum. Tí hevur ikki verið møguligt at taka nýggja vatnroynd fyri at finna út av góðskuni á vatninum. Arbeitt verður aftur…

Tíðindi

Drekkivatnið

Drekkivatnið er nú reint aftur. Fyribils úrslitið av royndini, sum tikin var í gjár, vísir, at ongar bakteriur í vatninum.

Tíðindi Glas av vatni

Drekkivatnið er reint aftur

Trupulleikar hava seinastu tíðina verið við góðskuni á vatninum, og hóast kloring og onnur átøk hevur ikki eydnast at reinsa vatnið fyri bakteriur. Fyrr í vikuni vísti tað seg, at UV-rørini vóru viknað og onkur enntá brostin. Hesi skuldu ætlandi skiftast innanfyri teir næstu 14 dagarnar, men hetta varð nú framskundað. Tá hesi vóru skift…

Tíðindi

Dýping av bátahylinum

Í næstum verður bátahylurin dýpdur. Tilfarið verður grabbað upp í sandbát, sum síðani grabbar tilfarið úr aftur innanfyri Seglhúsið. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at tilfarið eftirhondini kann leggjast aftur á fjøruna og út við pierinum á Fitjum.   Økið, sum er víst á myndini, verður avmerkt við sperrum og gulum og reyðum…

Tíðindi

Earth Hour 2021

Leygarkvøldið 27. mars kl. 20.30 – 21.30 verður Earth Hour. Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…

Tíðindi

Eftir summarfrítíðina skal Staðið á flog! Kemur tú við?

Royndarverkstovurnar eru av, dreyma toymið er sett, og hølini eru klár! Vit vilja bjóða ungum vestmenningum á Staðið til spennandi ítrivs møguleikar frá skúlarásbyrjan 2023. Sum kunnugt er Staðið í ferð við at mennast til eitt virkishús, har okkara evnaligu og eldhugaðu ungdómar fáa møguleikan at breiða seg alsamt meiri út.   Staðið fer í…

Tíðindi

Ein drívmegi fer frá fyri aldur

Morið Olsen Gardy gevst sum leiðari á dagstovnaøkinum eftir 35 ár í starvi hjá Vestmanna Kommunu. Ein hugnaløta var fyri Morið, sum nú hevur valt at leggja frá sær. Hugnaløtan varð hildin í Gjáarlon saman við starvsfeløgum og børnum. Borgarstjórin, Pauli T. Petersen, nýtti eisini høvið at takka henni fyri drúgva tænastu og góða arbeiði,…

Tíðindi

Ein serligur gestur á vágni

Eitt franskt rannsóknarskip kom inn á Vestmanna í nátt.  Skipið, sum eitur Tara Polar Station, er ein flótandi granskingarstøð. Tað var liðugt bygt á vári í fjør. Tað hevur eitt serligt snið, fyri at standa ímóti trýsti frá ísi og fyri at kunna ferðast á ísi. Endamálið hjá Tara Polar Station er at granska og…

Ein stova í Gjáarlon er nú eisini ávirka av koronustøðuni.

(Hendan greinin er dagførd og løgd út kl 16:21 viðv. positivur tilburður) Dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur útibarnagarðurin Látipípan framhaldandi stongt hesa vikuna. Sí eisini her. Í løtuni er ein smittutilburður í Gjáarlon. Í Gjáarlon verður eisini tikið atlit við at fylgja almennu…

Eindar-/Leiðari til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu

VEKS søkir eftir Eindar-/leiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar kommunu, sum við likamligum, sálarligum ella sosialum førleikum, fyrisitingarligum innliti og góðum leiðsluhugburði, hevur hegni og áræði at vera partur av leiðsluni í VEKS. VEKS bjóðar eitt mennandi og týdningarmikið starv, har hvør dagur ger mun.   Um starvið…

Tíðindi

Eingin gjøgnumkoyring á Niðara Vegi

Fyrrapartin er Urtagarðtænastan og snøggar stóru trøini á Fitjum og tí verður eingin gjøgnumkoyring hesa løtuna. Seinnapartin vera trø á Bakkavegi snøggað. Hetta fer at tarna ferðsluni nakað, men tað verður tó koyrandi framvið.

Tíðindi

Eingin gjøgnumkoyring eftir Niðara Vegi

Fipur til Heimið fer nú undir at leggja leiðingar eftir Niðara Vegi. Skorið verður mitt eftir vegnum, og tí verður neyðugt at steingja vegin, ímeðan arbeitt verður – frá uml. kl. 8 á morgni til uml. 7 á kvøldi.   Vegurin verður stongdur frá týsmorgni 20. februar, og so leingi arbeiðið varir – væntandi til…

Tíðindi

Eingin gjøgnumkoyring eftir Niðara Vegi

Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hesar dagar: Í dag, týsdag 23. apríl, kl. 13:00 – 18:00 Í morgin, mikudag 24. apríl, kl. 08:00 – 16:00 Mánadag til og við fríggjadag í komandi viku, vika 18, kl. 08:00 – 18:00 (dagføring 2.…

Tíðindi

Eingin hiti í Gjáarlon

Tá ið starvsfólk møttu til arbeiðis í Gjáarlon í morgun, vísti tað seg, at eingin hiti var í bygninginum. Av tí, at tað er so bítandi kalt inni og líkt er til, at tað ikki verður fyrr enn út á dagin, at hitaskipanina koyrir aftur, hevur Gjáarlon tíverri stongt í dag. Kommunan og leiðslan á…