Kórstevnan 2025 - Stór og forkunnig kórkonsert í ítróttahøllini í Vestmanna
Um tiltak
Kórstevnan 2025 verður fyrsta vikuskiftið í mai, og tá verður stór og forkunnig kórkonsert í ítróttahøllini í Vestmanna leygardagin 3. mai kl. 16.00. Stóra felagskórið leggur fyri, og kórleiðari verður unga
Um tiltak
Kórstevnan 2025 verður fyrsta vikuskiftið í mai, og tá verður stór og forkunnig kórkonsert í ítróttahøllini í Vestmanna leygardagin 3. mai kl. 16.00.
Stóra felagskórið leggur fyri, og kórleiðari verður unga og dugnaliga Margrethe Debel úr Aarhus. Stórkórið telur í ár yvir 100 kórsangarar. Síðani fara ikki færri enn 17 kór úr øllum landinum – umframt eitt íslendskt kór – á pallin og framføra fyri hvørjum øðrum, fyri eini dómsnevnd, og ikki minst fyri áhoyrarum frá bæði nær og fjar, sum eisini sleppa at gera seg galdandi, tí áhoyraravirðisløn verður latin.
Kórini, sum luttaka á kórstevnuni, eru hesi:
Vestmanna sangkór, Ljómur, Glymur, Stranda sangkór, Silvitni, Vágakórið, Xperiment, Tórshavnar manskór, Gøtu kirkju ungdómskór, Eystanljóð, Miðnámskórið á Kambsdali, Havnarkórið, Fuglafjarðar sangkór, Brak, Tarira, Morgunkórið, Tórshavnar kamarkór.
Nær
03/05/2025 16:00 - 18:00(GMT+00:00)
- Inniverandi mánaði