Størri leiguøkir
Leigutreytir
Í samband við leigumál, sum eru longur enn 10 ár, krevja fíggingarstovnarnir og tinglýsingin, at leiguøkið er frámatrikulerað og hevur egið matrikulnummar. Leigumálini vara vanliga í minsta lagi 25 ár.
Smærri leiguøkir
Leigutreytir
Vanliga styttri leigumál, sum kunnu sigast upp av báðum pørtum aftaná 3 mánaðir, men sum tó kunnu vara í longri tíð. Neyðugt er ikki at frámatrikulera økið.
Leigugjald
Leigugjaldið er í løtuni 15,- kr fermeturin árliga.