Fríggjadagurin 22 september var ein heldur ørvísi dagur fyri børnini, sum ganga í Gjáarlon og Látipípuni. Har varð skipað fyri einum 112 degi. Børnini fingu vitjan av Vestmanna sløkki- og bjargingarliði, sjúkrabili og løgregluni.
Børnini og barnsligar sálir vóru ógvuliga spent at sleppa at síggja og sita í hesum akførum og ikki minst at sleppa at spæla í øllum skúminum.
Tað eru foreldraráðini í Gjáarlon og Látipípuni, sum hava skipað fyri 112 degnum.
Sí myndir niðanfyri