Flogfenaður og reglur

Tað eru alsamt fleiri, ið hava fingið sær hønur, men við flogfenaðhaldi eru eisini ávísar treytir, ið skulu lúkast. Hetta er serliga so rottur ikki skulu dragast til. Vestmanna kommuna heitir á øll, sum hava hønur ella annan flogfenað, at seta seg inn í reglugerðina um flogfenaðhald og fylgja henni. M.a. skulu hesar treytir haldast:…

Jóan Magnus fekk ársins herðaklapp

Vestmanna kommuna valdi til stóra morgunmatarborðið leygarmorgunin á Vestmannadøgunum, at heiðra Jóan Magnusi Olsen, fyri hansara ótroyttiliga arbeiði fyri Vestmanna kirkju, bygdina og bygdafólkið.  Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, handaði herðaklappið og segði soleiðis: Ársins herðaklapp verður á hvørjum ári latið einum persóni ella felagsskapi, sum ger mun fyri tann einstaka, fyri felagsskapin ella fyri…

Vestmannadagar: skrá sunnudagur

Vestmannadagarnir eru komnir at enda og tað merkist eisini á hesum sunnudegi, sum rundar av við nøkrum fáum tiltøkum. Veðrið hevur verið av tí allar besta í stilli og sól, tá ið tiltøkini hava verið alla Vestmannavikuna, undantikið eina løtu fríggjadagin, tá tað regnaði. Sunnudagurin sær tó einki út viðvíkjandi veðri, og tí eru eisini…

Vestmannadagar: skrá leygardagur

Høvuðsdagurin á Vestmannadøgunum er sum vant leygardagurin og í ár er einki undantak. Vit byrja frá morgunstundini við stóra morgunmatinum í ítróttahøllini, har vestmenningar frá nær og fjar hittast til eina hugnaliga løtu. Ítróttahøllin verður karmur um tiltøkini til út á seinnapartin, tá Bakkavegur tekur yvir við undirhaldi og tónleiki til út á náttina.  …

Vestmannadagar: skrá fríggjadagur

So herja vit á aftur við einum degi, á tremur við góðum tiltøkum fyri stór sum smá. Í dag fer tað mesta fram inni á Fjørð, har fyritøkur í økinum bjóða á gátt til undirhald og ymiskt gott til góman. Tiltøk eru tó eisini aðrastaðni í bygdini, m.a. verður tónleikur á Grønanesheiminum og spurnarkapping í…

Parkering á Bakkavegi

Festivaltjøld verða sett upp á parkeringsøkinum á Bakkavegi, í samband við Vestmannadagarnar, í morgin, fríggjamorgun 4. september. Heitt verður tí á bileigarar, um ikki at hava bilin standandi á parkeringsbásunum millum Kommunuskrivstovuna og Staðið frá klokkan 8 í morginárini.

Vestmannadagar: skrá hósdagur

Vestmannadagarnir vórðu skotnir í gongd í gjár við rennandi, glaðum børnum millum litføgur skíggj og góðan tónleik. Tað var ógvuliga góð undirtøka til øll tiltøkini, har alt gekk fyri seg á Bakkavegi við m.a. litrenning, kafe, borðspølum, framsýning, fyrilestri og tónleiki. Veðrið var eisini av tí allar fagrasta í sól og stilli. Líkt er tó…

Vestmannadagar: skrá mikudagur

Nú byrja Vestmannadagarnir! Vestmannadagarnir verða skotnir í gongd í dag, mikudag, við litrenning, málningaframsýning, kafe, borðspæli, fyrilestri og tónleiki, og hildið verður á til og við sunnudagin. Skráin er fjølbroytt og okkurt er til allar aldrar og áhugamál. Øll skráin kann síggjast her og annars sæst skráin fyri í dag niðanfyri.     SKRÁIN MIKUDAGIN…

Spælhúsið kann nú leigast til tiltøk

Hugnaliga Spælhúsið á bedingini, sum vanliga verður brúkt til tiltøk hjá Vestmanna kommunu og av felagsskapum í bygdini, kann nú eisini leigast av privatpersónum. Hølisviðurskiftini hjá kommununi eru avmarkaði komandi tvey árini í samband við skúlabyggingina, tí Silkienni og Miðhøllin, ið fólk hava kunnað leiga, nú verða brúkt til onnur endamál. Tí hevur bygdarráðið valt…