VEKS venjingar
Nøkur fá pláss eru eftir á liðunum ið venja í Vestmanna mána- og mikudagar. Ring á telefon 79 32 76 og hoyr nærri.
Nøkur fá pláss eru eftir á liðunum ið venja í Vestmanna mána- og mikudagar. Ring á telefon 79 32 76 og hoyr nærri.
Vit gleða okkum til at síggja tykkum øll komandi leygarkvøld, 27. apríl, tá vit aftur fara at vála í Vestmanna. Keyp atgongumerki her Armbond kunnu fáast við at vísa QR-kotu/atgongumerki á kommunskrivstovuni yrkadagar ímillum kl. 9-15 og leygardagin 27. apríl frá kl. 18-20, tá tiltakið byrjar. Tú skalt vísa armband á hvørjum konsertstað,…
Ì samband við arbeiðið at breiðka Niðara Veg, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring. Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hesar dagar: Í dag, týsdag 23. apríl, kl. 13:00 – 18:00 Í morgin, mikudag 24. apríl, kl. 08:00 – 16:00 Mánadag til og við fríggjadag í komandi viku, vika 18, kl. 08:00 – 18:00 (dagføring 2.…
Flaggdagshald kl. 15:00 á Reyða torginum. VíF skipar fyri skrúðgongu frá skúlanum kl. 14.45 har øll eru vælkomin at ganga við. Laila Haldansen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin Vestmanna Hornorkestur spælir Felagssangur: Sjá tú blánar Janus úr Dímun heldur røðu Felagssangur: Tú alfagra land mítt Eftir haldið verður Flaggdagsrenning, og kommunan bjóðar drekkamunn…
Eftir ynski frá dagstovnaøkinum samtykti Vestmanna Bygdarráð á fundi 17. apríl 2024 at geva hølunum undir heilsumiðstøðini navnið Kongskjallarin. Dagstovnaøkið vildi, at hølini fingu navnið Kongskjallarin við tí einføldu grundgeving, at bygningurin stendur á økinum Kongsteigar. Á Kongsteigum eru góðar umstøður við plenuni, spæliplássi og skúlanum, og í nærumhvørvinum liggja Gjógvará og viðarlundin,…
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 24. apríl 2024 kl 10:00. Møtt verður á Hallarvegi 16, frammanfyri Ítróttarhøllina í Vestmanna. Til viðgerðar: Umsókn frá RÁD, Rágevandi Verkfrøðingum vegna Vestmanna kommunu um loyvi at byggja skúlabygningarnar báðumegin Gjógvará saman við nýggjum bygningi yvir um ánna. Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi,…
Vestmanna kommuna bjóðar Mentamálaráðnum at byggja Tjóðleikhúsið í Vestmanna og hevur eitt øki á 10.000 fermetrar tókt Inni á Fjørð, sum bæði rúmar sjálvum bygninginum og góðum parkeringsmøguleikum í nærumhvørvinum. Tjóðleikhúsið hevði ligið tætt við, har tunnilin fer at koma inn í bygdina, og hevði bygningurin tikið seg væl út í avbera vakra umhvørvinum…
Vegna arbeiði verður skrúvað fyri vatninum til niðara Veg 1-43 í dag, mikudag 17. apríl, frá á leið kl. 10:00 til 12:00.
Í samband við arbeiði á Toftavegi, verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, Mikudag 17. apríl, frá kl. 09:30 til arbeiðið er liðugt.
Nú síggjast aftur akfør uttan nummarspjaldur runt um í bygdini. Vestmanna Kommuna heitir hervið á eigararnar um alt fyri eitt at beina akførini burtur. Er hetta ikki gjørt í seinasta lagi leygardagin 27. apríl 2024, verður heitt á løgregluna um at beina akførini burtur fyri eigarans rokning.