Kvøldargongutúrur gjøgnum Fossá

Kom við á ein hugnaligan og søguligan gongutúr í Vestmanna í kvøld, fríggjakvøld! Saman við frásøgufólki ganga vit leiðina hjá fyrstu streymveitingini í Vestmanna – gjøgnum Fossá og niðan til byrgingina Frammi á Vatn. Á leiðini hoyra vit m.a. søguna um, hvussu stór arbeiði vórðu gjørd í fjøllunum fyri at gagnnýta vatnið til elframleiðslu. Vit…

Endurnýtsla og burturbeining av tøkni

Lat tína gomlu telefon, teldil, harðdisk, teldu v.m. inn til endurnýtslu á Skilagott í dag millum klokkan 16.00 og 18.00.  Telefyritøkan, Nema, er á staðnum við einum knúsara og hjálpir og vegleiðir, hvussu slíkir lutir eiga at burturbeinast á rættan hátt. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og…

Diabetes kanningar í Vestmanna

Landsverkætlanin “Finn øll, sum hava Diabetes 2 í Føroyum” ger kanningar í Vestmanna hósdagin 4. juni.  Øll, sum eru 40 ár og eldri, hava fingið eina innbjóðing í MínBoks um at luttaka í kanningini. Endamálið við kanningini er bæði at finna tey, ið hava diabetes 2 og hava ávegis diabetes. Kanningin er skjót og einføld.…

Filmssýning: Mammuskepilsið

Heimildarstuttfilminum ‘Mammuskepilsið’, eftir Mariu Tórgarð, verður vístur í Vestmanna 4. juni klokkan 20.00.  Heimildarfilmurin verður vístur í samband við árliga tiltakið Rørslureikan, har kommunan alla fyrstu vikuna í juni leggur dent á rørslu, sálarheilsu, trivna og náttúru. Mammuskepilsið er ein persónlig søga hjá leikstjóranum og snýr seg um at vera barn hjá mammu við skisofreni.…

Ein vika við rørslu og trivnaði

Vestmanna kommuna leggur aftur í ár dent á heilsu í eina heila viku, og øll eru boðin við. Frá mánadegnum 1. juni til og við sunnudagin 7. juni, verður skipað fyri ymsum tiltøkum, har dentur verður lagdur á rørslu, sosiala samveru og umhvørvið. Eitt nú vera gongutúrar, venjingar, dansur, dipping, saunagos, binding og mangt annað.…

Port of Vestmanna

Heimapartar í Vestmanna

Nú grind legði beinini í Havn í gjár, hevur Vestmanna eisini fingið sín lut. 20 hval koma til Vestmanna  og øll eru vælkomin at skera upp. Heitt verður eisini á óroynd at koma oman á keiina at hjálpa til – har vera fólk sum geva frálæru og vegleiða í at skera upp. Byrjað verður at…

Sarita fingið heiðurstekin frá kongi

Sarita Eriksen hevur fingið viðurkenning fyri drúgva og trúgva tænastu sum lærari í Vestmanna Skúla. Nógv fólk vóru komin saman seinnapartin í Auluni, har skipað var fyri einari heiðursløtu fyri Saritu. Tað var ein serlig løta, tí umframt, at Sarita varð heiðrað fyri, at hava starvast sum lærari í yvir 40 ár, fekk hon eisini…