Endurlýsing: Gartnari til Vestmanna kommunu

Við hesum verður søkt eftir gartnara e.l. at hava ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Tann setti kemur at hava yvirskipaðu ábyrgdina av grøna økinum hjá Vestmanna kommunu. Hetta umfatar skipan og viðlíkahald av viðarlund, miðstaðarøkjum, kirkjugørðum, gøtum, fríðkan rundanum um bygningar hjá kommununi, umframt at skipa møgulig nýggj grøn átøk og verða toghaldari á verkætlanum á umhvørvisøkinum.  …

Fyribyrgjandi venjingar 2023/2024

Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar fyri borgarar 67+ aftur. Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:   Streymnes: Burn venjingarmiðstøðin við Margáir Mánadag og hósdag, kl. 10:30 – 12:00 Byrjað verður mánadagin 4. september 2023. Tilmelding fer fram á staðnum.   Vestmanna: Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum Týsdag og fríggjadag, kl.…

Fipursamband í Vestmanna kommunu

Net fer nú undir arbeiðið at leggja fipurkaðalar til húsarhaldini í Vestmanna kommunu. Byrja verður í Bjargalíð. Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár. Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd…

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen

Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen í Vestmanna leygarkvøldið tann 26. august   Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august.   Tiltakið verður í Miðnámi í Vestmanna Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.   Tey, ið tulka Martin, eru: Lena…

Ársins herðaklapp

Á Vestmannadøgunum 2023 fer Vestmanna Bygdarráð at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur skarað framúr til gagns fyri fókið og Vestmanna bygd. Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 9. september, í samband við at kommunan bjóðar øllum til morgunmat í ítróttarhøllini. Øll eru vælkomin at senda uppskot til kommuna um hvør skal fáa ársins herðaklapp. Í uppskotinum…

veks bumerki

Terapeutar til VEKS

Søkt verður eftir: 3 fysioterapeutum 1 ergoterapeuti 1 ergoterapeuti – farloyvisstarv til tann 31/10-2024 til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS. Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu. Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS: Verða møtt, har tey…

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Kom við umborð og verð partur av einum aktivum toymi á Føroya einasta ítróttardagstovni. Søkt verður eftir trimum starvsfólkum til dagstovnaøkið í Vestmanna at byrja 01.09.23 ella skjótast gjørligt. Søkt verður eftir einum námsfrøðingi í fast starv í Frítíðarstovuni 20-25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í staðin í tíðaravmarkað…