Tað er sera hált

Tað er sera hált í bygdini. Tað tekur longri tíð hjá saltbilinum at koma runt í bygdini í morgun 17. mars. Har bilar standa fyri, sleppur maskinan ikki til. Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.    

Staðið sóknast eftir tveimum kreativum starvsfólkum

Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum tímaløntum starvsfólkum, at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkað fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum…

Vit senda kavaruddarunum ein tanka

Støðan er serstøk.   Hesin mars mánaði hevur higartil verið óvanliga kaldur við nógvum kava. Kavin hevur ligið kring alt landið, og tað er ein vøkur sjón at síggja kavaklødd fjøll; men kavin gevur stórar avbjóðingar, og okkara røsku kavaruddarar hava úr at gera. Nógvi kavin, sum hevur lagt seg, gevur avbjóðingar í ferðsluni.  …

Bindiskeið á bókasavninum

Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia hevur bindiskeið í bókasavninum 20. mars 2023 kl. 20:00 Vit fara at binda ymsar strukturar og holmynstur.   At hava við: ermastokkar nr. 4 áleið hóskandi tógv, í minsta lagi tveir ljósar litir. saks eitthvørt at skriva við   Øll sum koma á skeiðið fáa eina Navia bindibók, uppskriftir og…

Staðið spælir føroyskt

Í sambandi við Spæl føroyskt vikuna sum KVF og Tónleikasambandið standa fyri, verður konsert á Staðnum nú hóskvøldið. Tey flestu kenna kanska Jasmin Mote aftur frá bólkinum JASMIN ella nýggja artistprojektinum Jazzygold. Hóskvøldið 9. mars kemur hon til Vestmanna at spæla eina konsert og spreiða kreativitetin út til tey ungu. Hon kemur at upptraðka sum…

Farloyvisstørv fyri námsfrøðingar í barnsburðarfarloyvi

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…