Vestmannadagar: skrá mikudagur

Nú byrja Vestmannadagarnir! Vestmannadagarnir verða skotnir í gongd í dag, mikudag, við litrenning, málningaframsýning, kafe, borðspæli, fyrilestri og tónleiki, og hildið verður á til og við sunnudagin. Skráin er fjølbroytt og okkurt er til allar aldrar og áhugamál. Øll skráin kann síggjast her og annars sæst skráin fyri í dag niðanfyri.     SKRÁIN MIKUDAGIN…

Spælhúsið kann nú leigast til tiltøk

Hugnaliga Spælhúsið á bedingini, sum vanliga verður brúkt til tiltøk hjá Vestmanna kommunu og av felagsskapum í bygdini, kann nú eisini leigast av privatpersónum. Hølisviðurskiftini hjá kommununi eru avmarkaði komandi tvey árini í samband við skúlabyggingina, tí Silkienni og Miðhøllin, ið fólk hava kunnað leiga, nú verða brúkt til onnur endamál. Tí hevur bygdarráðið valt…

Skúlarenning: koyrið varliga

Árligi rennidagurin hjá Vestmanna skúla er í dag.  Vanliga verður runnið inn í Dal, men av tí, at arbeitt verður við stórum maskinum á Leitisvegi, er rennirutan broytt. Tí verður runnið í bygdini. Runnið verður frá skúlanum og út í Gerðið, eftir Niðara Vegi og yvir í Nesið og aftur í skúlan eftir Ovara Vegi.…

Staðið byrjar aftur

Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur! Í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum, eftir at hava verið í summarfrí. Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum gleða seg at síggja øll aftur til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti,…

Skrá: Vestmannadagar 2026

Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku varpa ljós á nakað av tí, sum kommunan hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virkn­um vinnulívi, sum bæði geva…

Skráin á bygdarráðsfundinum 26. august

Fundur verður í bygdarráðnum mikudagin 26. august kl. 17 á kommunuskrivstovuni.   Mál á skrá á almennum fundi: Tilmæli um broytingar í reglugerðini fyri Spælhúsið. Umsókn um stuðul til jólakonsert í Vestmanna kirkju Tilmæli um broyting í bygdarskipanini fyri matr. 276h Umsókn um keyp av lendi á matr. 155h Eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum Eykajáttan…

Frá venjingarbúna til prestakjóla

Danski presturin, Ronald Risvig, heldur áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla” mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Ronald greiðir soleiðis frá: Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum…