Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna bygdarráð á fundi 26. august 2026 hevur samtykt at gera hesa broyting í bygdarskipanini fyri Vestmanna kommunu:
Broyting av ásetingini fyri matr. nr. 276h frá sethúsaøki til øki K: øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding
Nærri kunning um broytingina sæst her.







