Vestmanna bygdarráð samtykti á bygdarráðsfundi í gjár, at tænastugjald skal takast fyri tóm býlir í Vestmanna.
Farið verður nú undir at eyðmerkja tey býlir, sum tænastugjald kann takast inn frá. Tað eru býlir (sethús, neyst við íbúð v.m), har eingin er skrásettur at búgva fast.
Tað eru longu fleiri kommunur, sum taka eitt tænastugjald, og alsamt fleiri kommunur leggjast afturat. Í fleiri bygdum eru tað sera nógv tóm býlir, og kommunurnar hava lutfalsliga stórar útreiðslur av teimum, tí tey fáa tænastur á sama hátt, sum fastbúgvandi fólk fáa.
Sambært lógini um tænastugjøld frá 2. mai 2025, kann tænastugjald takast fyri útreiðslur, sum kommunan hevur í sambandi við vatnveiting, burturveiting av kloakkvatni, burturbeining av húsarhaldsburturkasti og brunatilbúgving.
Tað er fíggjarmálaráðið, sum árliga ásetur hámarkið fyri tænastugjaldið. Hámarkið í 2027 er 8.426 krónur um árið. Støða er enn ikki tikin til upphæddina á tænastugjaldinum, sum Vestmanna kommuna fer at taka.







