Fíggjarætlanin fyri 2027 samtykt

Bygdarráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt fíggjarætlanina hjá Vestmanna kommunu fyri 2027. Fíggjarstøðan hjá kommununi er góð. Inntøkurnar hava verið góðar higartil í ár, og bæði persónsskatturin, ið er bulurin í inntøkunum hjá kommununi, og eftirlønarskatturin eru hægri enn mett. Harafturat er partafelagsskatturin nakað hægri. Bygdarráðið er bjartskygt um komandi fíggjarár. Mett verður, at samlaðu inntøkurnar…