Dagføring av Niðara Vegi

Næsta stigið at gera Niðara Veg til eina betri og tryggari farleið heldur nú fram. Arbeiðið fer í gongd í vikuni. Arbeitt verður niðanfyri húsið hjá Mariu og Brynjólvi á Heygum. Garðurin, sum í dag avmarkar sýnið hjá bæði bilførarum og gongufólki, verður tikin burtur. Samstundis verður vegurin nakað breiðkaður, og gongubreyt verður gjørd. Niðari…

Jólafyrireikingarnar eru byrjaðar

Arbeiðsfólk hjá kommununi eru farin undir at gera Torgið klárt til jóltíðina við jólaljósum og nokk av streymmátti til alt jólaprýðið. Vit gleða okkum at vísa tykkum eitt vakurt og jólaprýtt Torg, sum fer at glógva úr einum enda í hin við lýsandi tunli, myndarammu, gávupakkum, trøum og sjálvandi einum prýðiligum jólatræi. Eisini aðrastaðni í…

Fyrstu minnispláturnar avdúkaðar

Fyrstu minnispláturnar við minnisvarðan vórðu avdúkaðar sunnudagin 1. november, á allahalgannadegi. Átta minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum vestmenningum, sum hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum á landi í árunum 1927 til 1969. Á plátunum stendur eisini, hvørja vanlukku tey vóru fyri. Nógv fólk leitaðu sær til minnisvarðan á allahalgannadegi at…

Vestmanna fær nýggjan sløkkibil

Gamli sløkkibilurin hjá Vestmanna Sløkki- og Bjargingarliði verður nú skiftur út við ein nýggjan. Bygdarráðið hevur við 1. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 samtykt at seta pengar av til ein nýggjan sløkkibil. Núverandi sløkkibilur er frá 2000 og hevur sostatt 26 ár á baki. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at hava eina trygga…

Minningarhald teirra sjólátnu

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum.  Minningarhald teirra sjólátnu verður í Vestmanna kirkju sunnudagin 1. november klokkan 15.00. Lis Samuelsen, prestur, sigur nøkur orð og Vestmanna Sangkór framførir. Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná. Kommunan bjóðar eisini øllum á minnisvarðan, har minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum,…

Bygdarráðsfundur mikudagin 28. oktober 2026

Mikudagin 28. oktober kl. 17 verður regluligur bygdarráðsfundur í kommunuhølunum í Vestmanna. Mál á skrá á almennum fundi: 18/26: 1. viðgerð av fíggjarætlanini hjá Vestmanna kommunu 2027 19/26: 1. viðgerð av eykajáttan til luftkompressara til sløkkiliðið Mál á skrá á afturlatnum fundi: 3/26: Framløga av trivnaðarkanning á dagstovnaøkinum

Ungdómshúsið letur upp ræðsluhús

Gásarhold, dukandi hjarta og ræðsla. Ungdómshúsið Staðið bjóðar øllum í sonevnt ræðsluhús næsta vikuskifti, har spenningur og óvæntaðir hvøkkir eru á skránni. Gulu handilshúsini hjá John verða umskapað til eina ræðandi søgugongd, har gestirnir ganga gjøgnum myrkar smogur og møta ymsum óvæntaðum hendingum, sum kunnu fáa sjálvt tey djørvastu at gerast kløkk. „Ætlanin er, at…

Starvsfólk til Kongskjallaran í Vestmanna

Friðtíðarstovan Kongskjallarin søkir eftir námsfrøðingi ella námsfrøðiligum hjálparafólki – við stórari rørslugleði. Søkt verður eftir starvsfólki til Kongskjallaran at arbeiða 20-25 tímar um vikuna at byrja skjótast møguligt ella eftir nærri avtalu. Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.   Leitað verður eftir eldhugaðum starvsfólki til Kongskjallaran, sum húsar 22…

Nýggj gøta og minnisplátur

Nú verður farið undir at dagføra gøtuna við minnisvarðan. Gøtan er í dag løgd við skervi, sum bæði ger hana trupla at halda og torføra at brúka hjá fólki í koyristóli og við barnavogni. Tí verður gøtan nú grivin upp, og nýtt og slætt tilfar verður lagt á, so hon verður lættari og meira atkomulig…