Avloysari aftur í læknaviðtaluni 20. apríl

Fyribils er eingin lækni í viðtaluni í Vestmanna. Hava tit læknaørindi kunnu tit ringja til viðtaluna í Kollafirði á nummar 302420. Ein avloysari er aftur í viðtaluni í Vestmanna frá viku 17-19 t.e. frá 20. apríl til 10. mai. Avloysarin er úr Danmark og eitur Johannes Korsgaard Jespersen. Enn er óvist hvat hendir í døgunum…

Minnisplátur við minnisvarðan

Í summar verða minnisplátur settar upp við minnisvarðan um teir vestmenningar, ið hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum. Nøvnini á teimum verða ritaði í grót, og verða tað grótplátur á fóti, ið fara at standa á økinum.  Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á…

Allar leiðingar skulu skrásetast

Leiðingar, brunnar, rensl – ja, alt undir jørð skal nú skrásetast.  Endamálið er at staðfesta hvar allar leiðingar eru, so at tað altíð er greitt, tá ið arbeitt verður, hvar rør og leiðingar eru. Arbeitt verður frá Heljareyga og út til Fossá, har allar regnvatns- og spillvatnsleiðingar verða uppmátaðar, og upplýsingar um tilfar og innihald…

Válan: atgongumerkjasølan er byrjað

Leygarkvøldið 25. apríl er aftur klárt at fara og Vála í Vestmanna. Tað vera fimm pallar við framúr góðum tónleiki á Bakkavegi.   Pallarnir vera í kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Á skránni er alt frá andalingum til vertsligan tónleik. Bólkarnir og einstaklingarnir, sum fara at forkela okkum oyruni hetta…

Samstarvsavtala um sólorkuskipan

Vestmanna kommuna hevur gjørt avtalu við fyritøkuna LM um veiting og uppsetan av sólorkuskipan til Vestmanna skúla. Í samband við umvælingina av Vestmanna skúla, valdi bygdarráðið eisini at orkuskipanin skuldi skiftast til eina skipan, sum hevði eina varandi orkukeldu. Valið fall á sólorku. Herfyri sendi kommunan orkuskipanina í útboð. Fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata…

Páskir: Broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum

Í sambandi við páskahøgtíðina, tvs. á páskum og eftir páskir, eru broytingar í innsavningini av húsarhaldsposum. Soleiðis verða húsarhaldsposarnir heintaðir komandi tvær vikurnar:   Húsarhaldsposarnir í Vestmanna verða heintaðir týsdagin 7. apríl. Týsdag 7. apríl: Stykkið, Kvívík, Válur, Vestmanna, Leynar, Skælingur Gásadalur, Bøur, Sørvágur, Vatnsoyrar, Sandavágur, Miðvágur Hósvík, Saksun, Hvalvík, Streymnes, Langasandur, Haldórsvík, Tjørnuvík, Gjógv…

Staðið um páskirnar

Hesa vikuna hevur Staðið opið mikukvøld, har Jákup Sofusson skipar fyri Quiz-kvøldi. Staðið hevur annars stongt um páskirnar og opið er sum vant aftur mikudagin 8. apríl. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir páskirnar við fleiri hugnaligum og stuttligtum løtum. Vit ynskja tykkum øllum einar góðar og gleðiligar páskir.

Starvsdagar hátíðarhildnir

Seks starvsdagar vórðu hildnir fríggjadagin fyri reingerðarfólki í kommununi.  Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár. Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir. Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni…

Tónleikur í myrkri

Ró. Myrkur. Tónleikur. Orð. Jarðartímin, “Earth Hour”, verður hildin um allan heim leygarkvøldið 28. mars, eisini í Vestmanna. Vestmanna kommuna saman við kirkjuráðnum bjóðar til eina heilt serliga og sansaliga løtu í Vestmanna kirkju. Í bølamyrkri fara vakrir klavertónar at fylla rúmið, tá dugnaligi klaversnillingurin Josh Cana fer at framføra. Orðini fáa eisini rúm, tá…