Í dag byrjar nýggja skúlaárið og tað merkir, at nógv børn aftur vera at síggja á veg í og úr skúla.
Millum teir áleið 180 næmingarnar í Vestmanna skúla, eru 14 børn, sum fara í skúla á fyrsta sinni. Tey eru tí óroynd í nógvu ferðsluni og kunnu vera gáloysin.
Vestmanna kommuna heitir á allar bilførarar um at koyra varliga og at ansa serliga væl eftir teimum minstu børnunum.
Øðrvísi ferðslumynstur
Nú allir næmingar fara at ganga í nýggja skúla, meðan skúlaumvælingin er í gongd, verður allur gamli skúli avbyrgdur og hegnaður inni. Hetta merkir samstundis, at tað ikki verður møguligt at brúka trappurnar av Toftavegi á veg í skúla ella gøtuna framvið Gjógvará.
Heitt verður á øll um at brúka gøturnar gjøgnum viðarlundina frá Garðatúni og Fjalsvegi og gøturnar av Toftavegi niðan á Hallarveg.
Foreldur, sum koyra børn síni í skúla, verða samstundis biðin um at seta børnini av við gøturnar heldur enn at koyra niðan á Hallarveg. Hetta er bæði fyri at lætta um ferðsluna og fyri at skapa tryggari umstøður kring skúlan.
Ferðslutrygd
Kommunan hevur í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd hongt skeltir upp á lyktapelar, fyri at minna bilførarar á at vísa ansni.
Nøkur góð ferðsluráð eru á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd til foreldur at børnum, sum fara í skúla fyri fyrstu ferð. Tey kunnu lesast her.
Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott skúlaár!







