Tak eina jólamynd á Torginum!
Ein myndaramma er sett upp á Torginum, har øll kunnu taka eina jólamynd í væl prýdda og jólaliga umhvørvinum.
Tak familjuna, vinirnar ella onkran, ið tú ert góð/ur við, við á Torgið og fanga eina hugnaliga løtu millum mongu jólaljósini.
Vit vóna, at nógv fara at nýta høvið at skapa góð jólaminni í okkara vøkru jólabygd.







