Í sambandi við arbeiði at breiðka ein part av Niðara Vegi verður vegurin stongdur fyri gjøgnumkoyring í dag, hósdag 19. november, og í morgin, fríggjadag 20. november, báðar dagarnar frá kl. 08.00 til 16.00.
Stongdi vegateinurin er niðanfyri húsini hjá Mariu á Heygum. Tað verður tó framvegis møguligt at koyra til kappróðrarneystið og Burn.
Meðan arbeiðið fer fram, koyrir bussleiðin eftir Ovara Vegi.







