Hvussu eru føroysku firðirnir broyttir? Eru broytingar farnar fram í Vestmanna?
Eitt áhugavert tiltak um hetta verður í Spælhúsinum á bedingini í kvøld, har endamálið er at hoyra vestmenningar, hvussu teir hava upplivað, at fjørðurin og sundið er broytt gjøgnum árini.
Tað er granskingarverkætlanin EcoFar, sum skipar fyri. Verkætlanin savnar og greinar bæði søguligar og nýggjar vísindaligar dátur og sameinir tær við staðbundna vitan.
Endamálið við verkætlanini er at fáa eina betri heildarmynd av, hvussu føroysku firðirnir hava broytt seg yvir tíð. Í hesum sambandi vilja fólkini aftan fyri verkætlanina fegin hoyra frá vestmenningum, sum hava royndir og kenna víkina, fjørðin og sundið í Vestmanna.
EcoFar er ein samstarvsverkætlan millum Umhvørvisstovuna, Havstovuna, Fróðskaparsetur Føroya, Tjóðsavnið og Firum.
Tiltakið byrjar klokkan 19.00.
Øll eru vælkomin!







