Um tær dámar væl at arbeiða við børnum, at samskifta upp á ein opnan og viðurkennandi hátt, og tímir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi, er starvið júst nakað fyri teg.
Talan er um 30 tímar um vikuna fyri námsfrøðing í vøggustovu, frá 4. januar 2027 til 22. desembur 2027
Um okkum:
Á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 38 fólk, ið leggja dent á eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna er skipað í fýra deildir:
Gjáarlon er ovarlaga í Vestmanna. Tað liggur í náttúruvøkum umhvørvi við stutt til haga, fjøru og viðarlund. Her hava 66 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru fimm stovur, tríggjar vøggustovur (Fossurin, Hylurin og Veitin) og tvær barnagarðsstovur (Áin og Keldan).
Beint omanfyri Gjáarlon liggur Látipípan. Har ganga 21 av teimum elstu barnsgarðsbørnunum. Í Látipípuni eru tey nógv úti og ofta túrar úti av húsinum eisini.
Frítíðarstovan liggur í egnum hølum, Kongskjallaranum, sum er undir læknamiðstøðini. Í løtuni ganga 21 børn úr 1 og 2. Flokki í Kongskjallaranum.
Ungdómshúsið Staðið húsar í løtuni 3. Flokk. Har hava 26 børn sína dagligu gongd.
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva skapandi og likamligari hugasavning rúmd. Vit leggja dent á gott samstarv og samskifti við foreldur og at børn hitta álítandi, viðurkennandi og hjartagóð starvsfólk. Fyri okkum er tað avgerandi, at børnini kenna seg sum tey týdningarmestu í verðini.
Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, og vit eru nógv útí í náttúruni.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 6.45 og 17.00.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Vit bjóða:
- Góða starvsfólka normering
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp
- Ein virknan gerandisdag har námsfrøðiligur ítróttur er í miðdepilinum.
- Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
Førleikar:
- Útbúgvin námsfrøðingur
- Tú er virkisfús(ur) og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi, rørslu og at arbeiða víð námsfrøðligum ítrótti.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann eitt hjálparfólk setast.
Tað er ein fyrimunur, at tú:
- Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu
- Dámar at arbeiða uttandura og í náttúruni
- BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo.
Umsókn:
Umsókn saman við CV skal sendast til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”barnsburðarfarloyvi”
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. November 2026 kl. 12.00.
Samrøður verða i viku 49/50.







