Gjáarlon, sum heldur til við Hornaveg 16, er fyri børn frá umleið 1 ára aldur og upp til 5-6 ára aldur.
Stovnurin hevur vøggustovur og barnagarðsstovur (Fossurin, Hylurin, Veitin, Áin og Keldan).
Í Gjáarlon verða børnini stuðlað í at menna seg sjálvan bæði persónliga og sosialt. Dentur verður eisini lagdur á mál og samskifti, skapandi evni, siðir og mentan, og heilsu og rørslur.
Látipípan, sum er í Heygalíð 10, er fyri tey 5-7 ára gomlu í eitt til tvey ár, áðrenn tey byrja í skúla.
Í Látipípuni læra børnini at virða hvønn annan og at nýta ein fólkaligan atburð/ málburð og lurta.
Umhvørvið á staðnum er trygt og børnini fáa smáar uppgávur og avbjóðingar, fyri at styrkja teirra sjálvsvirði.
Í menningini av barninum brúka og kanna vit náttúruna, sum er rundan um okkum, og vit læra tey at geva náttúruni ans og fara væl um hana.
Frítíðarstovan, sum er í Garðatúni 12, er fyri børn í 1. og 2. flokki aftan á skúlatíð. Møguleiki er eisini fyri ansing av børnum í 3. flokki.
Í Frítíðarstovuni fáa børnini upplivingar saman við øðrum børnum, í sama aldri. Tey læra at virða hvønn annan og annars hava tað stuttligt saman.
Foreldrasamstarv
Dagstovnaøkið vil gjarna hava eitt gott samstarv við foreldrini, og verða foreldrini biðin um at siga frá, um okkurt er, sum liggur teimum á hjarta.
Foreldrini eru eisini altíð vælkomin við hugskotum til túrar og annað virksemi saman við børnunum.
Upp- og afturlatingartíðir
Gjáarlon og Látipípan lata upp kl. 7.00 og lata aftur kl. 17.00.
Frítíðarstovan er opin til kl. 17.00.
Samband
Morten Hust Petersen, leiðari Tlf. 770 130
Gjáarlon | |
Fossurin | tlf. 770 135 og 770 145 |
Hylurin | tlf. 770 136 og 770 146 |
Veitin | tlf. 770 137 og 770 147 |
Áin | tlf. 770 138 og 770 148 |
Keldan | tlf. 770 139 og 770 149 |
Látipípan – Mýrusólja | tlf. 770 154 og 770 155 |
Frítíðarstovan | tlf. 770 156 og 770 157 |